TB heldur kósini

TB vann tryggan sigur, tá tær vitjaðu í Kollafirði í meistaradeildini hjá kvinnum. Við sigrinum er TB enn við heilt frammi í oddinum, meðan KÍF er á aftasta plássi saman við Mjølni

FLOGBÓLTUR

TB lá á øðrum plássi undan dystinum í Kollafirði, og tí máttu tær vinna fyri at halda trýstið á oddaliðið, Drátt. Hjá KÍF var kravið eisini ein sigur fyri at sleppa úr botninum, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst, har TB mátti metast at vera favorittur, tí at KÍF hevði ikki vunnið í 5 dystir á rað.

Lítil munur
Fyrsta settið var sera javnt. Munurin á liðunum var ikki serliga stórur, og tey fylgdust rættiliga væl at kalla alt settið. KÍF fekk anars betru byrjanina, og tær løgdu seg eisini á odda 5-1 beinanvegin. So kom TB tó betri við, og løtu seinna var aftur javnvág í, tá TB javnaði til 6-6. So fygdust liðini í eina løtu, og mitt í settinum førdi KÍF 13-12. Hesa løtuna vísti KÍF góðan vilja, og tær kempaðu um hvønn bólt.
Spælið hjá TB var tó meir flótandi, og løtu seinni høvdu tær vunnið seg fram um 17-20. So tók KÍF tó eitt ordans hál, og legði seg á odda 22-20, og nú sá út til, at KÍF kundi fara at vina settið, men so bleiv ikki. TB vann síðstu fimm bóltarnar, og so var fyrsta settið avgjørt.

TB vann trygt
Spælið var sera javnt í fyrsta setti, og munurin var at kalla eingin á liðunum. Í øðrum setti sást tó týðiliga, hvat av liðunum lá í oddinum. Fyrstu løtuna fylgdust liðini væl, men sum settið leið tók TB fullkomiliga yvir, og at enda vunnu tær eisini tryggan 16-25 sigur, og nú sá ikki gott út hjá kollfirðingunum.
Triðja settið bleiv eisini tað síðsta í dystinum, og enn einaferð vann TB trygt á KÍF. KÍF hevði einki mótspæl yvirfyri góða spælinum hjá TB, og kvinnurnar av Tvøroyri vunnu hetta settið trygt 14-25.
Sostatt heldur TB trýstið á Drátti, meðan KÍF enn liggur og rótar í botninum.