talan er um. Magni Mohr slær tó fast, at um rætta tilboðið kemur, er hann til reiðar. - Ambitiónin er at gerast partur av einum størri evropeiskum fótbóltsfelagi. Um tað verður í næstu viku, um eitt ár [...] mín koma undir land, og so er ógreitt, um eg antin verðið tengdur at universitetinum burturav, ella um eg fái starv í einum evropeiskum fótbóltsfelagið, sigur Magni Mohr. Hann er javnan í sambandi við evropeisk [...] týsdagin í vikuni. Um niðurstøðuna av kanningunum er Magni greiður. - Fysiska støðið hjá føroysku landsliðsleikarunum er sera misjavnt. Summir nærkast altjóða støði, meðan aðrir liggja langt undir tí, sum krevst
verið spennandi at farið ein túr afturat, siga tey bæði, Olevina og Dávið. Spurd um tey ikki kunna hava verið stoytandi yvir fyri kinverjum, tí tey hava gingið runt og tosað við tey um kristindómin, siga [...] vita heldur ikki, um Bíbliurnar komu fram, og tað kunnu tey heldur ikki vænta at fáa at vita nakrantíð, tí alt er so loyniligt. Tað er sera vandamikið at býta Bíbliur út í Kina, tí tað er stutt sagt ikki [...] ikki loyvt. Tað er ikki loyvt at evangilisera uttanfyri kirkjurnar, og um ein kinverji verður fangaður í tílíkum virksemi, er revsingin hørð. Og um ein útlendingur verður fangaður í tí sama, so kann viðkomandi
eru til. Tá talan er um tær 30 miljónirnar av arbeiðstímum, er tað framboðið av teimum og eftirspurnin eftir teimum, sum er avgerandi. Hetta og so framleiðslutøknin í breiðastu merking, er tað, sum í botn [...] orð uppí. Kjarnin í málinum er spurningurin um, hvussu í verðini tað ber til, at prísurin á arbeiðstímum er soleiðis vorðin, at vit ikki fáa fólk at arbeiða á fiskavirkjunum? Er hetta eitt marknaðarbrek? [...] geva eitt passandi úrslit. Nú eru tvey evni at taka upp. Annað er, hví lønin verður boðin so høgt upp í Føroyum, at flakavirkini ikki orka at fylgja við. Hitt er, hví munur er á flakalønunum í Føroyum og
ógvuliga meint. Regin Jacobsen sigur, at øll framleiðslan á teirra virki er steðgað, og nú verða boð send til teir kundar, ið hava biðið um vøru, at verkfallið forðar fyri allari framleiðslu. Einki arbeiðið [...] trupulleikin er, at tað ikki ber til at framleiða liðugvørur á góðskingarvirkinum og á kryvjivirkinum. Hinvegin klára smoltstøðirnar og alibrúkini seg so dánt, hóast tað er verkfall. Fóðringin er automatisk [...] na. Hækkingin er so mikið høg, at tað verður nakað væl dýrari hjá fyritøkunum. Ein fyritøka sum Bakkafrost, ið rindar 25 milliónir krónur í lønum um árið, skal eftir hinum sáttmálanum nú av við 28 milliónir
Bjartskygni í føroyska samfelagsbúskapinum er væl betri nú, enn tað var fyri hálvum ári síðan. Samlaða treystitalið er farið úr 19 upp í 32 eftir hálvum ári. Hetta er hægsta treystitalið síðan 2014, tá ið [...] tíðindini fyri stóran part snúð seg um metlága arbeiðsloysið, og at føroyski búskapurin er á toppinum í einum hákonjunkturi. Tá ið vit eru á toppinum, er bert ein vegur, og tað er niðureftir. Búskaparligu metingarnar [...] ídnaðarvinnunum, umframt tænastuvinnum, er fremsta orsøkin til at samlaða treystitalið fer so nógv upp í nýggjastu konjunkturkanningini frá januar í ár. Handilsvinnan er somuleiðis bjartskygd, men hon hevur
fleiri dømir um okkara leiðir. Ísland er at kalla farið rabundus. Í Írlandi stendur illa til. Har fara fólk av landinum í stórum tali. Skeivt rikin politikkur er orsøkin til tað. Men tað er ikki neyðugt [...] neyðugt at fara langt av landi, fyri at finna onnur dømi um skeivt riknan politikk, ið ein heil tjóð líður undir. Tað besta dømi er árini, íð fullveldisbakterian herjaði og inficeraði føroyska samfelagið. T [...] bakteria fór um landið, hevur higartil kostað føroyska samfelagnum 4 -5 milliardir krónur, ella 250.000 kr fyri hvønn skattgjaldara. Fleiri politikarar royna av øllum alvi at leggja roykslør yvir hendan veruleika
útbúgvingar er, at talan er um yrkisgymnasialar útbúgvingar. Prógvið gevur sostatt førleikar bæði til vinnulívsarbeiði og hægri lestur. Undirvísingin er skipað soleiðis, at fyrsta árið er eitt støðisár [...] tvær ferðir um árið, eftir nýggjár og eftir summarfrítíðina. Somuleiðis er próvtøka tvær ferðir um árið til allar útbúgvingar. Maskinmeistari: Maskinmeistaraútbúgvingin tekur 3 ár. Hon er bygd upp sum [...] Eftir nógv ár í trongum hølum er Fiskivinnuskúlin nú sera nýmótans, og hann er útgjørdur við øllum hugsandi hentleikum. Umframt vanligu skúlaundirvísingina verður eisini farið út í vinnuna og út í náttúruna
yrkisvegin, og tað er at fegnast um. Tí hendur og høvd virka sum kunnugt best saman. Vit skulu tí eggja øllum at taka sær eina útbúgving. Um hon er bóklig ella ikki ger ongan mun. Tað, sum umræður er, at vit tryggja [...] rotið á námsfrøðiliga økinum. Fjarlestur er ein møguleiki Korona lærdi okkum okkum nógv og flutti okkum somuleiðis langt. Eitt nú, at tað ber til at læra yvir netið. Tað bar til undir korona og tað ber [...] jú bæði lívs- og arbeiðsroyndir við sær. Vinnuháskúlin er ein sólskinssøga Um vit vilja so kunnu vit, og tað er Vinnuháskulin eitt gott prógv um. Útbúgvingarnar, sum hesin skúlin stendur fyri, so sum
Hann vísir á, at vit nú nærkast einari helvt-um-helvt støðu, har tað verða eins nógv fólk yvir fjøruti ára aldur, sum tað verða undir fjøruti ára aldur. Tað er ein álvarslig støða, tí um gongdin heldur fram [...] verða tað um nøkur ár ov fá á arbeiðsmarknaðinum at upphalda teimum nógvu, ið ikki eru á arbeiðsmarknaðinum. Loysnin er ikki einføld. Hvussu skulu vit kappast við alt tað, ið londini rundan um okkum hava [...] Tað er eingin ivi um, at Fróðskaparsetrið hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið, tí hvar aðrastaðni kunnu vit vænta, at granskingin tekur støði í føroyskum viðurskiftum? Játtanin er hækkað
Suðuroynni og í Eysturoynni. Suðuroyar HF- skeið er soleiðis upprunin til hendan skúlan, sum nú fær nýggj og prýðilig høli. Tað er einki yvir at dylja, at avgerðin um HF uttan fyri Havnina varð tikin av fyrilitum [...] hevur í einum nútímans samfelag. Henda avgerð var soleiðis eisini eitt talandi dømi um vaksandi tilvit um, at útbúgving er ein fortreyt fyri menning – menning av tí einstaka menniskjanum, menning av næru [...] og harvið tryggjað sær eina góða starvsleið í lívinum. Í roynd og veru er einki alternativ til góðar útbúgvingar. Avbjóðingin nú er at finna størv her í oynni til hesi mongu, sum fyribils flyta burtur at