Útbúgvingar í Føroyum

Marjus Dam, Løgtingslimur fyri Sambandsflokkin
---------------

Vit vita øll, at skeivt rikin politikkur kann vera til stóran skaða fyri eitt samfelag. Vit kunnu nevna fleiri dømir um okkara leiðir. Ísland er at kalla farið rabundus. Í Írlandi stendur illa til. Har fara fólk av landinum í stórum tali. Skeivt rikin politikkur er orsøkin til tað.

Men tað er ikki neyðugt at fara langt av landi, fyri at finna onnur dømi um skeivt riknan politikk, ið ein heil tjóð líður undir. Tað besta dømi er árini, íð fullveldisbakterian herjaði og inficeraði føroyska samfelagið. Tíðarskeiðið, har hendan bakteria fór um landið, hevur higartil kostað føroyska samfelagnum 4 -5 milliardir krónur, ella 250.000 kr fyri hvønn skattgjaldara. Fleiri politikarar royna av øllum alvi at leggja roykslør yvir hendan veruleika – ið er eitt faktum. Ómøguligt er at spara ½ til 1 milliard árliga, uttan at avskepla tað føroyska samfelagið.

Føroyingar flyta í dag av landi at nema sær útbúgving, ið fyri ein stóran part verður goldin av danska statskassanum.
Tjóðveldisfólk, ið ikki vilja hava “danskan pening” til útbúgvingar í Føroyum, siga ikki nei til útbúgvingar. Og flestu av hesum flyta glaðbeint niður til Danmarkar, har statskassin rindar teimum SU, útbúgving, møguliga ”boligsikring”, møgulig frípláss á dagrøktarstovnum, R-stuðul o.s.fr. Soleiðis kunnu vit halda fram. Nøkur lesa eisini uttan fyri Danmark, men eisini við eini avtalu, har Danmark rindar bæði útbúgvingarstað og SU. Tá verður ikki sagt nei-takk.

Ríkisfelagsskapurin gevur tíbetur eisini teimum ein góðan møguleika at fóta sær í lívinum við eini góðari útbúgving. Bert spell, at vit ikki kunnu hava fleiri útbúgvingartilboð í Føroyum innan fleiri relevant øki orsakað av misskiltari nationalismu og inficeran av fullveldisbakteriuni.

Tá ið Fróðskaparsetur Føroya átti at havt eina fíggjarætlan upp á 130 milliónir krónur – høvdu teir 18 milliónir krónur.
Um møguleikarnir í ríkisfelagsskapinum vórðu gagnnýttir betri, høvdu fleiri møguleikar verið hjá ungum føroyingum at tikið fleiri útbúgvingar, heilt ella partvíst í Føroyum. Men tá er neyðugt, at møguleikarnir í ríkisfelagsskapinum verða brúktir, eisini í Føroyum, og ikki bert í Danmark og øllum øðrum londum.