Útflutningsvinnan hart rakt: Mugu bróta avtalur

Í løtuni situr Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, og skrivar brøv til kundar í Evropa um, at fyritøkan ikki er før fyri at veita teimum vøruna eftir gjørdum avtalum. Orsøkin er verkfallið

 

Verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag rakar útflutningsvinnuna ógvuliga meint. Regin Jacobsen sigur, at øll framleiðslan á teirra virki er steðgað, og nú verða boð send til teir kundar, ið hava biðið um vøru, at verkfallið forðar fyri allari framleiðslu.

Einki arbeiðið hevur verið síðan mánadagin, tá Bakkafrost ikki tók meira av ráðvøru inn, tí verkfall var í væntu.

? Tilsamans arbeiða eini 120 fólk hjá okkum, og eini 100 eru í verkfalli. Vit fáa tí ikki framleitt ta vøruna, ið kundar í Evropa hava keypt frá okkum, og sum vit skuldu levera í næstu viku. Vit vita heldur ikki, at nær vit kunnu veita kundunum vøruna, og so vóna vit, at teir skilja okkara støðu, sigur Regin Jacobsen.

Bakkafrost hevur sostatt mist søluna fyri eina viku, og talan er óivað um nógvan pening, ið fyritøkan missir.

Verkfallið rakar alt virksemið hjá Bakkafrost, ið umfatar smoltstøð, alistøð, góðskingarvirkið, kryvjivirki og kassavirkið.

Størsti trupulleikin er, at tað ikki ber til at framleiða liðugvørur á góðskingarvirkinum og á kryvjivirkinum. Hinvegin klára smoltstøðirnar og alibrúkini seg so dánt, hóast tað er verkfall. Fóðringin er automatisk, so fiskurin fær føðslu, men deyður fiskur verður ikki tikin, og ringarnir verða heldur ikki fluttir á streymasjógv, sum teir eiga.


Ábyrgdarleyst verkfall

Regin Jacobsen heldur tað annars vera ábyrgdarleyst av Ingeborg Winther og arbeiðarafeløgunum at fara í verkfall yvir hesa trætuna.

? Semingsuppskotið ljóðaði skilagott, tá havt verður í huga, at ein stórur partur av arbeiðarafeløgunum á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum hevur góðtikið ta lønarhækkingina.

Hækkingin er so mikið høg, at tað verður nakað væl dýrari hjá fyritøkunum. Ein fyritøka sum Bakkafrost, ið rindar 25 milliónir krónur í lønum um árið, skal eftir hinum sáttmálanum nú av við 28 milliónir. Tað kann vera ein dyggur smeitur hjá fyritøkum, ið ikki hava nóg stórt avlop.

? Tað er órealistiskt at halda seg fáa nakað meira enn tað, hini fakfeløgini hava góðtikið, men hinvegin haldi eg tað vera í lagi við eini lønarhækking, men eitt mark er fyri hækkingini, sigur Regin Jacobsen.