Útflutnings- og tænastuvinnurnar trýsta konjunkturbarometrið upp

– Tað eru tilfeingis- og ídnaðarvinnurnar, tænastuvinnurnar og handilsvinnurnar, sum trýsta barometurstøðuna upp, meðan privatu húsarhaldini og byggivinnan draga treystitalið niður, sigur Vinnuhúsið

Bjartskygni í føroyska samfelagsbúskapinum er væl betri nú, enn tað var fyri hálvum ári síðan. Samlaða treystitalið er farið úr 19 upp í 32 eftir hálvum ári. Hetta er hægsta treysti­talið síðan 2014, tá ið tað var 37, skrivaði Hagstova Føroya í seinastu viku, tá ið teir kunngjørdu úrslitini frá nýggjastu konjunkturkanningini, sum varð gjørd í januar í ár.

– Í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, sum serliga virka á útflutningssíðuni í føroyska búskapinum, er stórt bjart­­skygni í løtuni. Har síggja tey ein rættiliga stóran vøkstur í bíleggingunum, og vørugoymslurnar minka. Tilfeingis- og ídnaðar­vinnurnar vænta munandi vøkstur í framleiðsluni komandi árið, skrivar Vinnuhúsið.

Jaligar metingar

Tey vísa á, at í tænastuvinnunum hevur vøksturin í umsetninginum verið stórur hetta seinasta árið, og her vænta tey, at vøksturin í umsetninginum fer at halda fram í ár. Tey vænta tó ikki, at arbeiðstørvurin í tænastu­vinnunum fer at verða enn størri í ár.

– Jaligu metingarnar í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, umframt tænastuvinnum, er fremsta orsøkin til at samlaða treystitalið fer so nógv upp í nýggjastu konjunkturkanningini frá januar í ár. Handilsvinnan er somuleiðis bjartskygd, men hon hevur avbjóðingar. Stórur vøkstur hevur verið í søluni í hetta seinasta árið, men handilsvinnurnar vænta ikki eins stóran vøkstur í ár. Hetta kemst helst av stóru avbjóðingini, sum partar av handilsvinnuni hava við at útvega arbeiðs­megi, skrivar Vinnuhúsið.

##med2##

Vísitalið í byggivinnan fellur

Støðan í byggivinnuni er ein onnur.

– Í byggivinnuni vænta tey, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka komandi árið, tí fellur vísitalið í byggi­vinnuni úr 13 niður á -1, frá juni 2019 til januar í ár. Hetta skal tó neyvan fatast sum, at byggi­vinnan væntar, at virksemið fer at minka stórvegis í nærmastu framtíð. Hetta skal heldur tulkast í ljósinum av gongdini seinastu árini, støðuni í løtuni og útlitunum fyri, at fleiri størri byggiverkætlanir eru um at verða lidnar, skrivar Vinnuhúsið.

Teir vísa á, at tað hevur verið stórt trýst á byggivinnuni seinastu árini, og tørvurin á arbeiðsmegi er metstórur í løtuni, men fleiri størri byggiverkætlanir fara at verða lidnar um somu tíð í hesum árinum. Tí væntar byggivinnan helst, at tørvurin á arbeiðsmegi verður nakað minni, hóast tað framvegis fer at verða stórt virksemi í byggivinnuni, tí ordrabøkurnar eru framvegis stórar. 


Á toppinum

Vísitalið hjá føroysku brúkarunum fellur úr 19 niður á 5, frá juni í fjør til januar í ár.

– At vísitalið hjá føroysku brúkarunum fer so langt niður, kemur neyvan óvart á nakran. Flestu brúkarar og borgarar annars gera sær sínar metingar og niðurstøður um búskaparligu gongdini umvegis tíðinda­­flutningin í fjølmiðlunum, og seinastu mánaðirnar hava búskaparligu tíðindini fyri stóran part snúð seg um metlága arbeiðsloysið, og at føroyski búskapurin er á toppinum í einum hákonjunkturi. Tá ið vit eru á toppinum, er bert ein vegur, og tað er niðureftir. Búskaparligu metingarnar hjá brúkaru­num kunnu tí neyvan vera stórt øðrvísi, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.