Útheimurin bíðar eftir Magna

Stórfeløg á evropeiska meginlandinum hava víst honum áhuga, og persónliga ambitiónin er at koma til eitt útlendskt stórfelag, eftir at hann nú gevst sum fysiskur venjari í B36. Men hann bíðar eftir rætta tilboðnum. Vit hava hitt ítróttarfysiologin og FIFA-instruktørin Magna Mohr, sum uttanfyri vøllin granskar ævintýrliga fótbóltsspælið

Samrøða: - Ambitiónin er at koma til eitt størri evropeiskt fótbóltsfelag!
Tað er greiði málsetningurin hjá 32 ára gamla ítróttarfysiologinum úr Vági, sum nú gevst sum fysiskur venjari í B36 eftir trý ár í felagnum. Eitt meistaraheitið, eitt løgmanssteyp, tveir sigrar í evropeisku kappingini, sum einki annað føroyskt felag hevði gjørt áður, og eitt gullmerki í Atlantic Cup er komið í hús, meðan Magni hevur verið í B36.

Útlandið bíðar
Men Magni Mohr hevur onnur jørn í eldinum, sum røkka langt út um Gundadal. Síðani hann í 2001 fekk prógv frá Københavns Universitet sum ítróttarfysiologur, hevur hann nýtt nógva tíð sum granskari burturav. Bæði á skúlabeinki og í laboratorium, men ikki minst á fótbóltsvallum og í venjingarhølum kring Evropa. Hann hevur gjørt kanningar av nøkrum av heimsins bestu fótbóltsleikarum í italska felagnum Juventus. Undan heimsmeistarakappingini í 2002 starvaðist hann í danska landsliðshópinum, og sum FIFA-instruktørur ferðast hann kring knøttin sum fyrilestrarhaldari undir ráðstevnum og venjaraskeiðum. Umfatandi kanningararbeiði hansara hevur við jøvnum millumbilum verðið almannakunngjørt í vísindaligum tíðarritum, og í vár verður hann ætlandi liðugur við Ph.D.-ritgerð, sum í høvuðsheitum snýr seg um vøddavirksemi hjá fótbóltsleikarum undir strongdum umstøðum. Nú hann gevst í B36, er framtíðin opin.
- Í løtuni dugi eg ikki at siga, hvussu framtíðin fer at síggja út. Í øllum førum skal ritgerð mín koma undir land, og so er ógreitt, um eg antin verðið tengdur at universitetinum burturav, ella um eg fái starv í einum evropeiskum fótbóltsfelagið, sigur Magni Mohr.
Hann er javnan í sambandi við evropeisk stórfeløg og dylir ikki fyri, at okkurt stórt felag á evropeiska meginlandinum hevur sýnt honum áhuga. Hann hevur longu takkað nei til okkurt felag, men hann vil ikki siga, hvørji feløg talan er um. Magni Mohr slær tó fast, at um rætta tilboðið kemur, er hann til reiðar.
- Ambitiónin er at gerast partur av einum størri evropeiskum fótbóltsfelagi. Um tað verður í næstu viku, um eitt ár ella um trý ár, er í løtuni ógreitt, men tað er so mítt mál, sigur Magni Mohr.

Misjavnir landsliðsleikarar
Seinasta árið hevur FSF eisini gagnnýtt hansara serfrøði. Magni hevur nevniliga gjørt kanningar av føroyskum landsliðsleikarum, og úrslitini vórðu løgd fram á kunnandi fundi týsdagin í vikuni. Um niðurstøðuna av kanningunum er Magni greiður.
- Fysiska støðið hjá føroysku landsliðsleikarunum er sera misjavnt. Summir nærkast altjóða støði, meðan aðrir liggja langt undir tí, sum krevst at spæla ein altjóða dyst. Hesin bólkurin er ov stórur, og um føroyskur fótbóltur skal mennast, mugu vit hækka botnstøðið, greiðir Magni frá. Hann mælir til, at bæði leikarar og feløg seta hægri krøv.
- Ov nógvir føroyskir leikarar eru nøgdir við at vera stjørnur í heimligu feløgunum og dúva burturav uppá tekniskan og taktiskan førleika. Men hetta kemur aftur um brekku, tá landsliðið spælir, sigur føroyski ítróttarfysiologurin. Og hann hevur ymisk tilmæli til tey, sum vara av føroyskum fótbólti.
- Feløgini áttu at tikið stig til miðvísa styrkivenjing. Feløgini áttu í størri mun at vant við smærri eindum, so intensiteturin økist undir dagligu venjingunum. Og so skulu feløgini sjálvsagt royna at stimbra ein sunnari lívshátt millum ítróttarfólk, sigur Magni Mohr.
Hann vísir á, at ítróttarfólk í fleiri øðrum føroyskum ítróttargreinum venja nógv harðari enn føroyskir fótbóltsleikarar. Hetta hóast hesi fáa minni uppmerksemi frá fjølmiðlunum og hava minni áhuga millum fólk.
- Tí eiga vit at krevja meiri av okkara fótbóltsleikarum, sigur Magni avgjørdur.

Skaðar oyðiløgdu
Hóast altjóða royndir í bæði Juventus og danska landsliðnum er Magni glaður fyri tíðina í B36.
- Serliga seinastu tvey árini hava verið hendingarrík. Vit hava vunnið nógv, og um lyklaleikarar sum Fróði Benjaminsen, Bergur Midjord og Ingi Højsted ikki høvdu verið uttanfyri við skaða meginpartin av árinum, høvdu vit neyvan enda á triðja plássi í landskappingini, sigur Magni Mohr.
Men B36 er nú eitt farið kapitull, og føroya fremsti ítróttargranskari vendir aftur eyguni móti útheiminum.

Fakta um Magna
Lestrar- og starvsroyndir: Byrjaði á Institut for Idræt, August Krogh Instituttet á Københavns Universitet í 1995. Gjørdist í 1996 granskingarassistentur hjá danska ítróttargranskaranum Jens Bangsbo. Gjørdi kanningar av hópinum hjá Brøndby frá 1997-99. Gjørdi kanningar av hópinum hjá Juventus frá 1998-2004. Fysiskur ráðgevi hjá danska landsliðnum í 2001-2002 í samband við HM 2002. FIFA-intruktørur í fysiskari venjing frá 2002. Útbúgvin ítróttarfysiologur í 2001, Ph.D.-lesandi frá 2001, fastur undirvísari á Københavns Universitet frá 1999, lærari á Føroya Studentaskúla frá 2003, fysiskur venjari hjá B36 frá 2004-2006.