so, at FSN frásegði sær sáttmálan, sum feløgini skrivaðu undir, 12. januar 1999. FSN skuldi vátta, at felagið vildi góðtaka at samráðast út frá einum broyttum sáttmála - sum varð broyttur eftir, at hann [...] reiðarafelagið fór at gjalda eftir tí broytta sáttmálanum. Hetta endaði við sakarmáli, har vit kravdu semingsstovnin dømdan at viðurkenna, at ein sáttmáli, sum er undirskrivaður, kann ikki broytast. FSN fekk [...] frá, at gjaldast skuldi eftir undirskrivaða sáttmálanum. Men tað broytti ikki støðuna, og krav liggur nú inni um, at Reiðarafelagið skal gjalda sambært tí, sum er undirskrivað. Ellintur vísir á, at eitt
til at práta kortini. Beinanvegin fara nakrir næmingar at seta kaffi á borðið, meðan onnur gera seg tilreiðar at gera onkrar uppgávur, sum mynd kann takast av. Næmingarnir eru á einum máli um, at hendan [...] ymiskt av teirra eintingum til tess at sleppa at royna uppgávurnar. ? Tað er sera hugaligt at síggja, hvussu høgt næmingarnir ganga upp í hetta. Bara tildømis tað at leggja fólk í læsta liðlegu hava tey [...] skeið, men tað endar við, at næmingarnir fáa eina lítla roynd, har tey skula svara 14 spurningum við at krossa av. Erik letur sera væl at gongdini higartil, og hann sigur, at tað vóru 20 næmingar í tí
flest, at hetta er øgiliga lítið fyri so grovan harðskap. Harafturat undrar tað meg stórliga, at tað ikki verður tikið við í dómin, at hann hevur viðgingið á løgreglustøðini, at hann ætlaði at drepa hana [...] hava hugsað ígjøgnum, at hann ætlaði at drepa kvinnuna og skal hava kent møguligu fylgjurnar av sínari handling. Tann ákærdi vardur Elin Reinert Planck heldur, at níggju mánaðir fyri at hava sligið ein hamara [...] maðurin var avhoyrdur á politistøðini viðgekk hann, at hann ætlaði at drepa hana. Men í grundlógaravhoyringini broytti hann støðu og viðgekk bara, at hann hevði verið harðligur. Drápsroynd? Nei, helt dómarin
Riddaranum og Gongurólvi. Meir er ikki at siga um tað. Eg eri onga løtu í iva um, at Smyril hevði verið góð umboðan at sent til Sillyoyggjar; men tað er nú eina ferð so, at Jarnbardur vann, og tískil fer Jarnbardur [...] seg við at sett seg við árarnar í slíkum umstøðum á vetrardegi. Tað hevði eftir mínum tykki verið skeivt at tikið heiðurin frá teimum. So svar mítt, Palli Jacobsen, er, at sjálvandi er tað rætt at lata Jarnbard [...] fór at skipa fyri kappingini, varð hon broytt, soleiðis at allar manningar uttan fimmmannafør við dreingjum skuldu kappast um kjansin. Fyrstu árini dystaðust kvinnur og menn fyri seg, men av tí at tað
spennandi. Eg vóni, at hon fer at innihalda nógvan tónleik og nógva samfelagsfrøði. Í Føroyum kanst tú nokk ongantíð liva sum bara tónleikari, so eg giti, at tað verður samfelagsfrøðin, sum kemur at breyðføða meg [...] merkir ikki, at tá eg eri liðugur við útbúgvingarnar, at eg eri liðugur við heimin. Men eg ætli mær heilt vist at gerast ordiliga vaksin í Føroyum, sigur Rókur og flennir. - Eg vænti ikki, at eg nakrantíð [...] játtað at vera við. - Trupulleikin var bara tá, at vit skuldu finna eitt navn. Vit opnaðu eina fremmandaorðabók, og tað fyrsta orðið vit komu á, var Lokum. Nú, sum eitt sindur eldri, dugi eg væl at síggja
beinanvegin, at støðan í hálvleikinum lutfalsliga er júst tann sama sum endaliga støðan, og tað kunnu vit brúka til at staðfesta, at vestmenningar vóru helmingin betri enn hoyvíkingar, ella, at hoyvíkingar [...] r, at dysturin móti H71 skuldi vinnast um teir ætla sær at gerast meistarar við egnari hjálp. Hendan møguleikan hava teir nú, men tað krevur, at teir vinna dystin móti Kyndli og havandi í huga, at Kyndil [...] frá onkrum veterani ? er ungt og átti at kunna víst meir, men tað hevur verið trupult at fingið spælið at hingið saman í ár. Kollfirðingar hava hinvegin eisini nakað at prógva, tí felagið hevur satsað við
næmingarnar í triðja flokki, hví tey sluppu at gera hetta í dag segði onkur, at tað var tí, at Selmar helt at skúlin var blivin so gamal, so hann helt, at nú skuldi hann gera okkurt. Triðji tími hvønn mikudag [...] mánaða, soleiðis, at tað var møguligt hjá teimum at fáa heitan mat hvønn dag. Skúladjór 3. a hevði eisini gjørt sær ein ynskilista. Á honum stóð millum annað, at tey kundu hugsað sær at havt eitt ella fleiri [...] børnini sjálvi at gera av, hvat tey skulu gera. Um tey vilja spæla ella hugna sær. Í gjár var floksins tími útsettur ein tíma, tí Sosialurin kom at vitja, men børnini gleddu seg nógv at sleppa at spæla næsta
verka Tað er líkt til, at bert ein arbeiðaraflokkur er til í Føroyum og at hann fer at hava eitt gott val um fýra mánaðir. Skal Sambandsflokkurin fylgja Javnaðarflokkinum, eigur hann at verja tað, ið virkar [...] upp ella verða søgd úr starvi. Tað er nógv, ið bendir á at settir stjórar hava fingið til uppgávu at grenja sum mest um, hvussu ringt tað er at leiða ein almennan stovn. Eg kann nevna 2 dømi. Posthúsverkið [...] eisini at skriva sær aftan fyri oyrað. Høgravendingin og harðrenda støðan yvir fyri lønmóttakarunum kemur at kosta Tjóðveldisflokkinum dýrt til komandi løgtingsval. Tjóðveldisflokkurin fer uttan iva at nýta
segði nú ein dagin á tingi, at hann prinsipielt er fyri, at leigarar verða settir javnt við eigarar. Men fyri at hetta kann lata seg gera, er neyðugt, at landsstýrið semist um at gera hetta í einum breiðari [...] leiðir at byggja býin út verða eisini nevndar. Ein er at byggja fast í Norðasta Horn framvið Velbastaðvegnum og aðrir at útvega grundstykkir í teimum mongu bygdunum í kommununi. Hugsað eigur eisini at verða [...] og væntast kann, at tey fyrstu fólkini kunna flyta inn um eitt ár. Nýggjar íbúðir á Berjabrekku Leingi hevur verið talað um alternativar bústaðir til fólk at leiga. Tað gongur striltið at útvega hesar øðrvísi
málið, at arbeiðið at gera undirsjóvartunnilin skal bjóðast út næsta summar, so arbeiðið kann byrja á heysti í 2002. - Við einum undirsjóvartunnli fara vit at fáa eitt nýtt økissamstarv, sum fer at skapa [...] samfelagið fer eisini at broytast nógv longu við undirsjóvartunnlinum um Vestmannasund. Møguleikarnir fyri at ferða bæði innanlands og uttanlands fer at økjast munandi, og eg rokni við, at flogførini í framtíðini [...] Jógvan við Keldu heldur, at arbeiðið í Ánunum hevur skund, tí góðshavnin má verða klár at taka í nýtslu, tá undirsjóvartunnilin kemur um Lorvíksfjørð, og tað roknar hann fer at verða um eini fýra ár. Tí