Hondbóltur, menn
Vestmenningar standa nú við bestu møguleikunum til at vinna meistaraheitið í manshondbólti í ár. Hesum syrgdu teir sjálvir fyri tá teir vunnu stórsigur móti hoyvíkingum á heimavølli leygardagin.
Dysturin endaði við 39-26 sigri til vestmenningar eftir støðuna 18-12 í hálvleikinum.
Tey, sum hava áhuga fyri rokning síggja beinanvegin, at støðan í hálvleikinum lutfalsliga er júst tann sama sum endaliga støðan, og tað kunnu vit brúka til at staðfesta, at vestmenningar vóru helmingin betri enn hoyvíkingar, ella, at hoyvíkingar formáddu sær bara tveir triðingar av tí, sum vestmenningar gjørdu.
Nú sær bjartari út
Úrslitið av dystinum í Vestmanna leygardagin hevur við sær, at tað nú sær munandi bjartari út við FM-heitinum hjá vestmenningum. Undan seinasta heimadystinum móti Neistanum skuldi »bara« ein heimasigur til so vóru teir gulu meistarar, men sum kunnugt endaði dysturin við sigri til Neistan.
Eftir tað hava vestmenningar eisini tapt móti strandingum, so tað var eitt krav til vestmenningar, at dysturin móti H71 skuldi vinnast um teir ætla sær at gerast meistarar við egnari hjálp.
Hendan møguleikan hava teir nú, men tað krevur, at teir vinna dystin móti Kyndli og havandi í huga, at Kyndil ikki hevur havt eydnuna við sær í ár, mugu vit siga, at vestmenningar eru stórfavorittar til sigurin móti teimum grønu ? og harvið eisini til FM-heitið.
Men samstundis mugu teir hugsa um tað, sum hendi á seinasta leikdegi í flogbóltslandskappingini. Her lá Fleyr á odda og sannlíki, at teir fóru at vinna meistaraheitið var øgiliga stórt. Teir høvdu jú bara Mjølnir á heimavølli og Mjølnir lá aftast í landskappingini ...
Jú, gomorin. Fleyr tapti móti Mjølnir og tí gjørdist Fram meistari og soleiðis kann tað eisini ganga í hondbóltskappingini. Vinnur Kyndil í Havn kann Neistin tryggja sær FM-heitið við at vinna á StÍF á Skála, og sjálvt um tað kann vera ein stórur biti at gloypa vita vit, at tað ikki er ómøguligt.
Hoyvíkingar liggja tungt
Liðini sum leiktu í Vestmanna leygardagin liggja í hvør sínum enda av stigatalvuni og kósin hjá teimum hevur eisini verið hvør sín veg. Vestmenningar hava havt píl uppeftir meðan hoyvíkingar hava verið í fríum falli í bestu deildini.
Næsta vikuskiftið fáa teir so eitt høvið til at steðga fallinum. Tað verður tá teir hitta KÍF í seinasta dystinum í ár, og so er spurningurin um teir megna tað.
Einki er at ivast í, at liðið er gott. Leikararnir ? burtursæð frá onkrum veterani ? er ungt og átti at kunna víst meir, men tað hevur verið trupult at fingið spælið at hingið saman í ár. Kollfirðingar hava hinvegin eisini nakað at prógva, tí felagið hevur satsað við tveimum útlendingum í ár, tó uttan at tað hevur givið tað úrslitið teir høvdu vónað.
Nú hava teir so enn ein møguleika at vísa, at tað er dugur í teimum, men hvussu úrslitið verður av tí mugu vit bíða eftir.
Dysturin í tølum:
VÍF: Áki Olsen 10 (1), Ingi Olsen 9 (1), Daniel Rapa 7, Sámal Joensen 6 (2), Johnny Joensen 3, Ragnar Zachariasen 3 og Rógvi Nielsen 1
H71: Johnny Djurhuus 10, Bjarni Wardum 7, Kristian Petursson 4, Jákup S. Simonsen 3, Olaf Vestergaard 1 og Anfinn Debess 1
Brotskøst: VÍF 6
Útvísingar: VÍF 3, H71 1
Dómarar: Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen