Klaksvík: Góðshavnin í Ánunum skal vera liðug, tá undirsjóvartunnilin kemur um Lorvíksfjørð.
Tað heldur Jógvan við Keldu, býráðslimur í Klaksvík og fyrrverandi borgarstjóri. Í farnu viku var hann framsøgumaður hjá Fólkflokkinum, tá fyrsta viðgerð av málinum um Norðoyatunnlinum var fyri í løgtinginum.
- Skal hetta lata seg gera, so er neyðugt, at vinnan og kommunan samstarva í einum privatum partafelagi, sum kann standa fyri arbeiðnum í Ánunum, sigur Jógvan við Keldu.
Seinnu árini hevur Klaksvíkar kommuna fylt út í Ánunum, og hetta arbeiðið skal halda fram 1. januar. Trupulleikin hjá kommununi er ferð eftir ferð íløguloftið, og tað er tað eisini í sambandi við havnina í Ánunum. Tað kunnu bara brúkast avmarkaðir pengar til hetta arbeiðið, um onnur øki í samfelagnum skulu byggjast út samstundis.
Avskipa fyri alt økið
Jógvan við Keldu heldur, at arbeiðið í Ánunum hevur skund, tí góðshavnin má verða klár at taka í nýtslu, tá undirsjóvartunnilin kemur um Lorvíksfjørð, og tað roknar hann fer at verða um eini fýra ár.
Tí kundi eitt partafelag, har kommunan og vinnan vóru við, gjørt arbeiðið skjótari.
- Klaksvík hevur ein stóran møguleika at gerast avskipingarhavn fyri eitt dynamiskt og spennandi øki, sum millum annað umfatar Klaksvík, Lorvík, Gøtu og Fulgafjørð. Tá undirsjóvartunnilin er komin, verður tað ein stórur fyrimunur at avskipa góðs úr Klaksvík, heldur enn at koyra tað ein longri tein til onkra aðra havn, heldur Jógvan við Keldu.
- Men tað er umráðandi, at Klaksvík fyrireikar seg til hendan møguleika. Vit skulu greiða skipafeløgunum frá okkara ætlanum, samstundis sum góðshavnin verður gjørd.
Gamalt samstarv tikið uppaftur
Jógvan við Keldu sær stórar møguleikar fyri samstarvið millum Klaksvík og eystara part av Eysturoynni.
- Vit hava eitt fjølbroytt og gott vinnulív í hesum øki, og tá undirsjóvartunnilin kemur eri eg sannførdur um, at vinnan, handilslívið, mentanarlívið og ítróttarfeløg fara at samstarva nógv meira, enn tað verður gjørt í dag. Gamla samstarvið fer at verða tikið uppaftur, heldur hann.
Sum dømi um samstarv nevnir Jógvan við Keldu møguleikan at samantvinna arbeiðið hjá kommunulæknunum, Klaksvíkar Sjúkrahús kann aftur veruliga gerast sjúkrahús hjá teimum, sum búgva á eystursíðuni av Eysturoynni, og møguleikar eru við spennandi útbygging á ítróttarøkinum. Harafturat vera tað bara 25 minuttir millum Klaksvík og oljuhavnina í Runavík, og har sær hann góðar møguleikar hjá Klaksvíkini at vera við í eini komandi oljuvinnu.
- Tað hevur nógv at siga fyri klaksvíkingar at fáa fast samband um Lorvíksfjørð, men tað hevur ikki minni týdning fyri eystara part av Eysturoynni, heldur Jógvan við Keldu.
Stórar broytingar
Tá uppskotið til anleggslóg um Norðoyatunnilin var til fyrstu viðgerð í løgtinginum í farnu viku, var breið undirtøka fyri hesa ætlan.
Seismiskar kanningar eru gjørdar í Lorvíksfirði, og nú er málið, at arbeiðið at gera undirsjóvartunnilin skal bjóðast út næsta summar, so arbeiðið kann byrja á heysti í 2002.
- Við einum undirsjóvartunnli fara vit at fáa eitt nýtt økissamstarv, sum fer at skapa stóran framburð í økinum, heldur Jógvan við Keldu.
- Føroyska samfelagið fer eisini at broytast nógv longu við undirsjóvartunnlinum um Vestmannasund. Møguleikarnir fyri at ferða bæði innanlands og uttanlands fer at økjast munandi, og eg rokni við, at flogførini í framtíðini fara at flúgva soleiðis, at tú kanst fara til Danmark á morgni og koma aftur á kvøldi uttan stórvegis trupulleikar, sigur Jógvan við Keldu.
Hann stúrir ikki fyri, at heimbýur hansara gerst ein sovibýur, tá fasta sambandið er komið.
- Um tað verður soleiðis, so eru vit heilt einfalt ikki nóg dugnalig. Royndirnar á Akranesi í Íslandi, sum er í líknandi støðu eru sera góðar. Har hevur fast samband veruliga skapt framburð á øllum økjum.