- Eg komi frá eini musikalskari familju. Pápi mín var við "Teimum á kamarinum", og vit hava altíð átt ljóðføri heima. Gittara og bass, og enntá mandolin og harmoniku, sigur 23 ára gamli Rókur Jákupsson Jakobsen.
Fyrstu ferð Rókur veruliga sang var við Lokum, tá hann var um 13 ára gamal.
- Byrjanin til Lokum var tá vit gingu í 7. flokki. Vit høvdu veitslur, og har byrjaðu vit at umyrkja sangir hjá øðrum, har vit settu stuttligar og frekar tekstir inn, greiðir ungi havnarmaðurin frá.
Tutl skuldi um tað mundið geva út fløguna Rock í Føroyum 1, og tá varð eitt demo-band sent inn, og bólkurin fekk játtað at vera við.
- Trupulleikin var bara tá, at vit skuldu finna eitt navn. Vit opnaðu eina fremmandaorðabók, og tað fyrsta orðið vit komu á, var Lokum. Nú, sum eitt sindur eldri, dugi eg væl at síggja, at tað kanska ikki var eitt so gott navn, men gott er.
Meira Svøríki
Eyðkendi klædnastílurin, har tónleikararnir veruliga hava gjørt nakað burturúr tí, teir eru í, kenna vit aftur. Talan er sjálvsagt um Tangz, mannað við fimm ungum monnum, sum allir gingu á studentaskúla í Hoydølum saman.
- Tangz byrjaði sum ein dansibólkur uppi í Hoydølum. Á studentaskúlanum eru jú nógvar veitslur, og tá skuldi onkur spæla. Og tað var faktiskt av hesum eftirspurninginum vit byrjaðu at spæla, fortelur Rókur.
Heystið 1999 var tað so ein, sum fann uppá, at tekna bólkin til Prix Føroyar, og tað var ikki fyrr enn í september mánað sama ár, at Rókur, Hallur, Halgir, Rói og Dánjal fóru at venja saman sum ein fastur bólkur.
Í 2000 fór Rókur undir at taka eitt støðisár í samfelagsfrøði á Fróðskaparsetrinum. Hetta árið vakti hansara áhuga fyri fakinum, og ætlanin var at taka alla bachelorútbúgvingina í Føroyum.
Men samstundis sum hesar ætlanirnar til, so sendu Rókur og Dánjal umsókn um at sleppa inn á ein tónleikaháskúla, og stutt eftir gekk leiðin til Svøríkis á skúlan.
- Tað var eitt fantastiskt ár har yviri, og eg skal siga fyri mín part, at mín ævintýrið í Svøríki er ikki liðugt enn. Eg fari at søkja inn har aftur einaferð, men nær tað verður, veit eg ikki, sigur Rókur.
Í løtuni ger Rókur útbúgvingina í samfelagsfrøði lidna niðri á Roskilde Universitetscenter í Danmark.
- Framtíðin er spennandi. Eg vóni, at hon fer at innihalda nógvan tónleik og nógva samfelagsfrøði. Í Føroyum kanst tú nokk ongantíð liva sum bara tónleikari, so eg giti, at tað verður samfelagsfrøðin, sum kemur at breyðføða meg. Í løtuni hevur tað akademiska eisini stóran áhuga.
Viðvíkjandi Tangz, sigur Rókur, at tað er als ikki lagt á hillina.
- Tíverri spæla vit ikki eins nógv longur, sum fyrr, tí tríggir av okkum lesa niðri, meðan tveir eru í Føroyum.
Men eitt er vist. Rókur ætlar sær til Føroya at búgva.
- Tað merkir ikki, at tá eg eri liðugur við útbúgvingarnar, at eg eri liðugur við heimin. Men eg ætli mær heilt vist at gerast ordiliga vaksin í Føroyum, sigur Rókur og flennir.
- Eg vænti ikki, at eg nakrantíð í lívinum fari at gevast við tónleikinum. Tað er ikki nakað, tú velur. Tónleikur er nakað tú ert.
Faktaboks:
Fulla navn: Rókur Jákupsson Jakobsen
Føðingardagur: 16.07.79
Starv: Lesandi
Yndisorð: Tórshavn
Hvat vildi tú vera tá tú var lítil tá tú varð stórur?: Eg haldi, at eg bara vildi verða stórur! Nei, kanska tónleikari...minnist ikki!










