Yvirtøkan hátíðarhildin: Dreymurin um ein betri skúla

Sosialurin var og vitjaði tveir flokkar í Sankta Frans skúla í Havn í samband við yvirtøkuna av fólkaskúlanum, sum skúlar í Føroyum hava fingið boð um at hátíðarhalda. Dagurin var hátíðarhildin í gjár, 20. mars kring allar skúlar í Føroyum á ymsan hátt

Hátíðarhald: Á Sankta Frans skúla byrjaðu tey skúladagin í gjár við einum hóskandi morgunsangi, Boðar tú til allar tjóðir. Síðani helt skúlastjórin, Selmar Jacobsen, fyrilestur um skúlasøguna í fimleikahøll skúlans. Fyrilesturin snúði seg um millum annað nær fólkaskúlin kom til Føroya, nær tað varð loyvt at undirvísa á føroyskum í skúlanum, háskúlin í Føgrulíð í Klaksvík varð nevndur og eisini legði skúlastjórin dent á, hvat Sankta Frans skúli kann gera, fyri at fáa ein betri skúla.
? Lærararnir skipaðu so fyri sjálvir, hvussu teir velja at hátíðarhalda, greiðir Selmar Jacobsen frá. ? Tað er upp til hvønn einstakan, hvussu nógv verður gjørt við yvirtøkuna.
Hvør skúli hevur fingið sent tilfar frá Mentamálastýrinum, sum kundi brúkast í sambandi við hátíðarhaldi.
? Skúlin hevur fingið sendandi gamlar lógir, kunngerðir og annað, men vit fingu ikki so væl brúkt tað. Víst varð eisini til skúlasøguna, og tað hava vit so brúkt, sigur Selmar.

Betri umstøður

Inni í 7. a var lív í, tá trinið var um dyrnar. Tey høvdu saman við læraranum sett upp á eina talvu, hvat tey høvdu kunnað hugsað sær, soleiðis, at skúlin gjørdist ein betri skúli.
Á ynskilistanum stóð millum annað, at 7. flokkur vildi fegin hava enskt longu í triðja ella fjórða flokki, meðan tey vildu hava okkurt annað mál ístaðin fyri danskt. Tað kundi til dømis verið norskt, svenskt ella danskt, halda tey.
? So vilja vit eisini hava sofur á skúlanum, siga næmingarnir í 7. a. ? Nógvir aðrir skúlar hava sofur til næmingarnar. Inniloyvið vilja vit eisini hava alt árið, tí tað er so keðiligt at hava inniloyvi bara frá jólum til páskir. Vit høvdu eisini kunnað hugsað okkum at fingið eini tveir tímar av týskum í sjeynda flokki og sloppið at havt fartelefonina í fríkorterinum.
Næmingarnir í 7. a vistu, hvat teir vildu. Betri sangútgerð, ein ella tveir el-gittarar, forsterkara. Teir hava fyri stuttum fingið eitt trummusett. Eisini høvdu teir ynskt, at tað var ein telda í hvørjari skúlastovu. Hetta tí um onkur skal skriva okkurt inn, so er tað lættari at sleppa framat eini teldu. Mikroovnur, ketil, salt og pipar stóð eisini á listanum hjá 7. a. Men um hetta ikki slær ígjøgnum, so kanska eina heila kantinu, tí tað hava allir skúlar í Norðanlondum, siga tey. So kundu næmingarnir goldið eina ávísa upphædd til skúlan hvønn mánaða, soleiðis, at tað var møguligt hjá teimum at fáa heitan mat hvønn dag.

Skúladjór

3. a hevði eisini gjørt sær ein ynskilista. Á honum stóð millum annað, at tey kundu hugsað sær at havt eitt ella fleiri skúladjór.
? Vit kunnu hava eitt stykki til hønur, dunnur, hest og hundar og so kunnu vit skiftast um at passa tey, søgdu næmingarnir í triðja a. Og tað var eisini lag á manni at skula passa dýrini um vikuskiftini. Tað kundu tey bara eisini skiftast um at gera.
Tá vit spurdu næmingarnar í triðja flokki, hví tey sluppu at gera hetta í dag segði onkur, at tað var tí, at Selmar helt at skúlin var blivin so gamal, so hann helt, at nú skuldi hann gera okkurt.
Triðji tími hvønn mikudag er floksins tími. Tá sleppa børnini sjálvi at gera av, hvat tey skulu gera. Um tey vilja spæla ella hugna sær. Í gjár var floksins tími útsettur ein tíma, tí Sosialurin kom at vitja, men børnini gleddu seg nógv at sleppa at spæla næsta tíman.