penu gentuna, og lótu gandakellingina sleppa út at spæla. Tær prikaðu til tann veruleika, sum nógvar kvinnur eru í hvønn einasta dag. Til hesa “behagisjúku” síðuna av okkum, har vit vilja vera fittar og blíðar [...] eg skuldi surprisa Duritu Dahl Andreasen, tí hon nú fylti 30 ár. Meðan áskoðararnir sungu Tillukku til tín, fóru vit inn í Perluna, har Durita sat á einum stórum stiga og málaði ein málning. Hon hevði tað [...] lívskreppa. Og meðan hon stríddist við sínum kenslum og tonkum á hesum vegamóti, lá omman hennara til tað síðsta. Og hon doyði beint sum vit vóru komin í føðingardag. Hóast dagurin var alt annað enn vanligur
Samstundis sum milliardin árliga verður brúkt, sum ikki er til, er stórsta almenna avbjóðingin næstu árini er eldraøkið. Hvussu vera ráðini til hesar neyðugu útbyggingar við førda politikkinum, og hvussu [...] rekur hart á kíkarnar. Um tríggjar vikur skal fíggjarlógin vera komin undir land. Og útlitini eru ring. Undirskotið, sum var sett at vera heilar 767 mio. kr, er nú ávegis milliardini, áðrenn fíggjarárið [...] komandi er byrjað! Semjur um afturhald á almennu rakstrarútreiðslunum eru farnar á glið. Líkt er til, at rakstrarvøksturin enn einaferð verður langt omanfyri tað forsvarliga. Samgongulimir hava farnu
partur av mentanini og samfelgslívinum. Haðani rann hugskotið til olympisku leikirnar í okkara tíð, sum aftur hava verið árennandi hugskotið til oyggjaleikirnar millum smátjóðir í Europu. Sum aftur hava kveikt [...] hann ítrótt og spæl.“ Alt var so nógv øðrvísi, táið Mikkjal á Ryggi fyri 115 árum síðan yrkti kvøðuna til Noregs: “Tað er frílynt, tað fólkið í Noreg.” Ítrótturin hevur altíð verið ein partur av virkna samfelagnum [...] kveikt Føroyaleikirnar, nú heimurin er álopin av farsótt, sum ring er at temja. Alt byrjaði og helt fram sum ítrótt og spæl, sum kappingar millum fólk, sum annars stríddust treystliga fyri dagsins mettu
Kollafirði svara til umstøðurnar aðrastaðni, ljóðar hetta ikki so, tá Sosialurin ringir suður á eldrasambýlið í Skopun. - Vit hava fá fólk at fara út til á Sandoynni. Tað er tí bara ein, ið fer út til heimahjálp [...] sendur so illa til. Mary í Garði, stjóri á heimrøktini og serforsorgini í Nærverkinum, sigur, at heimatænastan hevur hugt eftir øllum heimatænastum, og heimarøktin í Kollafirði svarar til heimahjálpina [...] Kollafirði er so stressað, at hon verður noydd at skumpa uppgávurnar víðari til kvøldvaktina, ið noyðist tá at senda víðari til náttvaktinum. Tískil hevur eingin tíð at veruliga vera saman við teimum gomlu
fólkið rýmir til grannalondini, har lønirnar eru hægri. ? Harvið missa vit eisini kunnleikan av landinum. ? Tí verður endin bara tann, at vit noyðast at keypa fólkið og kunnleikan aftur til landið í dýrum [...] sum stjóri á einum almennum stovni hevur ásett vøksturin í prístalinum til 4,7. ? Tað er hetta talið, sum vit hava hildið okkum til. ? Tað er eisini hetta talið, sum pensjónir, lestrarstudningur o.a. er [...] serfrøðingabólki, sum kemur fram til eitt heilt annað prístal. ? Men aftaná alt hetta, sigur hann í Sosialinum, at lønarvøksturin eigur ikki at verða meiri enn 2-3%. ? Tað er ringt at finna nakran samanhang í
og geva eitt so sakligt innlit í tað, sum til ber. - Tjatt og net-dating eru bara nýggir mátar. Tala á skrift, kanst tú eisini kalla tað. Tað er ongin grund til at yvirdramatisera tað, og í øllum førum [...] hevur ávirkað okkum menniskju. Ta kanningina hava vit enn til góðar, sigur hann, so ímeðan vit bíða, bjóðar høvundurin lesararum eitt høvi til sjálvi at meta um, hvat tjatt og net-dating í grundini er [...] hevur at bjóða. Í so breiða, vil onkur kanska halda, við tað at bókin ofta hevur lyndi til at leypa frá einum evni til eitt annað uttan samanhang. Men møguliga er hetta nettup ein roynd hjá høvundanum at
verður til benzin, petroleum og aðrar úrdráttir, sum gera, at eitt nú benzin-prísurin hækkar um alla verð. Fleiri stór raffinerings-virkir, sum liggja tætt í statinum Louisiana frá Baton Rouge til New Orleans [...] hesi rávøru. Sum mynd 1 vísir (keldur til mynd 1-3, Opec statistikkur), so er Norðuramerika tann heimsparturin, sum brúkar mesta olju, og verður tað roknað um til býtslu uppá íbúgvan, so liggur USA klárt [...] tað var fyri at tryggja sær atgongd til oljuna, kalt og kyniskt. USA blakaði ikki Saddam út úr Kuwait fyri at innføra demokrati - tað var fyri at tryggja sær atgongd til oljuna. USA hóttir Iran, sum kanska
Mær dámar væl at hyggja at mentanarreportasjum og ganga til sjónleik, greiðir Malan Marnersdóttir frá. Tá hon er stødd uttanlands nýtir hon høvið til at ganga á ymiskum listasøvnum, og hóast hon sigur seg [...] seg ikki hava skil fyri tónleiki, dámar hon væl at ganga til operu. Akademiski heimurin Í 1983 flutti Malan heim aftur til Føroya at arbeiða á Fróðskaparsetri Føroya. Tá vóru bert tvær føroyskar kvinnur [...] føroyska skaldsøgan varð givin út í 1909, og fram til 1999 komu í alt einar100 skaldsøgur út. Hugsar tú um fólkatalið í Føroyum, haldi eg ikki, at støðan er so ring, sigur hon. Spurd, hvussu dygdin er á føroyskum
Borðoyarvík og skulu til at spreingja fyri fyrstu ferð, men sært tú, spreingitólið hjá okkum er í ólagi. Kundu vit lænt eitt frá tykkum?« Tað, sum ikki mátti henda, hendi, tá fyrsta skotið til Norðoyatunnilin [...] nógv fólk var samankomið, streykaði spreingitólið, og onki bar til. Tá Dávur Reinert Hansen var liðugur at tosa í telefon, vendi hann sær til stóru mannfjøldina og greiddi teimum frá støðuni. Orðini hjá [...] tað var kortini ikki neyðugt. Brádliga rópti onkur, at nú fór at bera til. So fór norðmaðurin aftur at vinda, og hesuferð bar til. Lítla løtu seinni kundi Steinbjørn trýsta á knøttin, meðan teir báðir
kanska onki galið í, men vit mugu fyrihalda okkum til hvat skal liggja eftir. Gestur peikar samstundis á, at hann ikki er í iva um, at ein orsøkin til, at føroyska alivinnan hevur roynst væl, er júst tað [...] vaksandi vinnan, og hon hevur fleiri røddir hava verið frammi um, at alivinnan møguliga fer at vera við til loysa matvørutrupulleikan í serliga triðja heiminum. Fjølbroytt verkætlan Gestur Hovgaard, ið stendur [...] síggja møguleikan í at framleiða ein so góðan fisk so bíliga sum gjørligt, meðan tey ivasomu taka atlit til teir umhvørviskostnaðir, ið kunnu standast av at "framleiða" ein tílíkan laks. Samfelagsliga granskingin