Hull er undir trýsti

Seinastu dystirnar hevur ikki gingið nakað serligt, og nú kenna vit trýst á okkum, heldur Julian Johnsson um støðuna hjá Hull City, har leiðslan millum annað hevur gjørt av at seta vaktarmenn við bilarnar hjá leikarunum

Ongland

Boðini úr havnarbýnum, Hull, í Onglandi vóru greið, tá fótbóltsliðið í býnum fyrireikaði seg til inniverandi kappingarár.
Við keypi av millum øðrum Julian Johnsson og setanini av Brian Little sum venjara, setti nýggi stjórin, Adam Pearson, kós móti hægri tindum. Liðið, sum í løtuni er í fjórð bestu ensku deildini skuldi snøgt sagt finna sítt pláss longur uppi, og uppflytan í aðru deild var fremsta málið.

Skulu vinna
At byrja við tóktist eisini at ganga sum eftir ánni, og tó at kappingin í oddinum var hørð, so helt Hull seg alla tíðina framat, og lógu teir millum annað eitt langt skifti á øðrum plássi í deildini.
Seinasti mánaðin hevur kósin tó verið ein heilt onnur. Í løtuni siga hagtølini, at Hull ikki hevur vunnið í sjey dystum á rað, og fýra teir seinastu eru taptir, og nú er av álvara farið at sansa at.
- Tað eru framvegis 60 stig eftir at spæla um, so har er einki sum helst avgjørt, men tað er klárt, at vit skjótt skulu i gongd við at vinna nakrar dystir. Leygardagin skulu vit spæla á heimavølli móti Exeter, sum er miðskeiðis á stigatalvuni, og tann dystin skulu vit altso vinna, um vit framhaldandi skulu halda stutt tjóður í triðja plássinum, sum eisin ber beinleiðis uppflytan við sær. Luton og Plymouth, sum eru í oddinum, verða í øllum førum sera tung at basa.

Leiðslan sett vaktarfólk
Spurdur, um leikararnir annars hava kent nakað trýst á sær, nú gongdin ikki hevur verið so hugalig, sigur Julian, at tað hevur ikki verið heilt sørt.
- Seinasta dystin, sum vit spældu, var tað í øllum førum ikki serliga stuttligt. Longu í hálvleikinum byrjaðu áskoðararnir at rópa eftir okkum, og av trygdarávum hevði leiðslan í felagnum eisini sett vaktarmenn, har bilarnir hjá leikarunum standa parkeraðir, men eg vil tó ikki siga, at vit kenna okkum hóttar kortini.
- Talan er eisini um nógvar rættiliga ungar og óroyndar leikarar, og hesir kenna kanska meira trýst á sær, enn um talan var um leikarar við nógvum yrkisroyndum, heldur Julian, sum við sínum 26 árum telist millum teir meira royndu á liðnum.
Ein av persónunum, sum sjálvandi fær sín part av skuldini, er venjarin hjá Hull, Brian Little. Hann hevur annars roynt eitt sindur av hvørjum, og hevur millum annað vant stórfelagið, Aston Villa, men hóast hesar royndir, so tykist Julian eisini hava varhugan av, at venjarin kennir trýst á sær.
- Eg haldi í øllum førum, at hann hevur framt onkur mistøk. Ikki minst tað, at hann í seinastuni hevur skifti so nógv út í hópinum. Til hvønn dyst eru einir fýra til fimm leikarar skiftir, og so er tað sjálvsagt, at tað er ringt at finna nakra rútmu í liðnum.
- Eisini haldi eg, at leikarakeypini eru dekan ov nógv í tali. Hetta órógvar eisini rútmuna, og nú hópurin er komin upp á einar 30 mans, so kunnu allir ikki vera eins væl nøgdir. Sjálvnadi skal hópurin vera breiður, men eg kann ikki fyristilla mær, at tørvur skal vera á 30 leikarum, og hjá teimum, sum standa aftarliga í røðini, er tað tí lítið eggjandi bara at koma til venjingar og spæla við eykaliðnum.

Gingið væl
Hóast tað soleiðis ikki er nakar dansur á rósum í løtuni hjá Julian, so tykist miðvallarstríðsmaðurin at trívast væl við yrkistilveruni í Onglandi.
- Eg kann ikki siga annað enn, at hetta fyrsta árið hevur gingið nógv betri enn væntað.
- Tá eg kom higar, roknaði eg ikki við, at eg alt fyri eitt skuldi fáa ein týðandi leiklut á liðnum. Ikki minst varð roknað við, at eg skuldi stríðast við Theo Whitmore um eitt pláss á miðvøllinum, men ístaðin eru tað fyri tað mesta vit báðir, sum hava mannað miðvøllin, og tað hevur riggað fínt okkara millum. Hann er kanska ikki leikarin, sum vinnur teir flestu bóltarnar, men hann er sera góður tekniskt, og so kann eg liggja aftan fyri og rudda upp, soleiðis sum eg eri vanur við, heldur Julian.
- Verður sæð burtur frá teirri vikuni, tá eg lá sjúkur, so eri eg byrjaður inni í øllum dystunum, og bert skiftur út nakrar heilt fáar ferðir, so eg kann ikki siga annað enn, at eg persónliga eri væl nøgdur. Eg havi tó alla tíðina vita, at ein niðurtúrur fór at koma, og so má eg bara stríðast enn meira. Tað eru hvørja ferð fimtan mans, sum sita heilt uttanfyri, klári eg at vera í hópinum, so er tað eisini gott.
Spurdur, um hesin niðurtúrurin nú er um gera um seg, er Julian eitt sindur ivandi.
- Í løtuni kenni eg meg kanska eitt sindur trýstan. Felagið hevur júst keypt Richard Sneekes. Ein hollending, sum áður hevur leikt við Bolton og West Bromwich Albion. Hóast hann ikki er heilt ungur longur, so er hetta tó ein leikari, sum felagið hevur ætlanir við, og tí kann hugsast, at hetta fer at raka meg, men tað fáa vit so at síggja, sigur Julian, áðrenn vit at enda ynskja honum góða eydnu við komandi dystunum.