Javnaðarflokkurin hevur altíð tikið undir við sam?ferðslu?út?byggingum og hevur mangan gingið á odda at fáa tær framdar. Tí skal eingin ivi vera í, at Javnað?ar?flokkurin eisini tekur undir við at gera Skála?fjarð?a?rtunnilin. Men Javnað?ar?flokkurin ynskir eisini, at vit brúka vit og skil.
Alment ella Privat
Tað vit hava hoyrt í fjøl?miðlu_num er, at privata felagið skal hava ein minsta vinning árliga á 10% í 30 ár og hevur møgu?leika at leingja hetta til 50 ár., um vinningurin ikki er fingin til høldar tá 30 ár eru farin. Tunnilin kostar umleið 1,2 milliard at gera. 10% av 1,2 milliard í 30 ár gevur 3,6 milliardir. T.v.s ein saml?aðan prís á í minsta lagi 4,8 milliardir, ið brúkarin, - før-oy?ing?urin – skal gjalda fyri íløguna.
Alternativið er, at eitt al?ment partafelag ger tunnilin. Síðst almennu Føroyar tóku lán, var rentan 1,6%, og met?ing?ar siga, at rentan til eitt al?ment partafelag verður í hægsta lagi 3%. Samlaða íløgan verður tá 1,2 milliard og umleið 600 milliónir í rentu?útreiðslum, um lánið er yvir 17 ár. T.v.s. ein samlaðan prís á 1,8 milliard. Landsverk hevur í 2008 varliga mett ár?ligu inntøkurnar av Skál?a?fjar?ð?ar?tunlinum til umleið 100 milliónir (tað veldst sjálv?andi um hvør prísurin verð?ur), og tí kunnu allar út-reiðslur uttan trupulleikar gjald?ast aftur eftir 17 árum. Verð?ur afturgjaldtíðin longd so økjast rentuútreiðslurnar við 36 milliónum fyri hvørt árið Við øðrum orðum verður privata loysnin í minsta lagi 3 milliard?ir dýrari fyri føroyska sam?felagið.
3 milliardir, sum Lands?stýris?maðurin sendir bein?leið?is í lumman á útlendskum investor?um í roynum pro?fitti, tá hann hósdagin vænt?andi fer at undirskriva sátt?málan. Profittur, sum vit før?oy?inga?r annaðhvørt kundi spart burtur ella uttan tru?puleik?ar brúkt til at fíggja all?ar tunnilsverkætlanir kom?andi 20-30 árini. T.d. Sandoyartunnilin, Hvalbiar?tunnilin, Dalstunnilin, Fámjins?tunnil?in, Gjáar?tunnil?in og tunlarnar Norður um Fjall, sum Landstýrið annars ætl?ar skattaborgarin skal rin?da umvegis sín skatt tá ella um tunlarnir verða gjørdir.
Eitt skot í byrsuni
At hetta er einasta skot í byrsuni, sum Kári P. Høj?gaard sigur, er tað royna møsn, tí um politiski viljin er til staðar, kann støða takast til almennu loysnina í morgin, og almenna felagið kann stovnast longu í næstu viku og fara í gongd við for?kann?ing?arnar í heyst, so klárt verður at bora í 2015.
Vit kunnu lata eitt alment felag gera tunnilin, uttan at ætlanin verður seinkað. Ein?asta treyt er, at Kári P. Høj?gaard og samgongan velur at siga ja til hesa loysnina.
Váðin
Forkanningarnar verða mett?ar at kosta sambært Lands?verki í mesta lagi 10-20 milliónir, og sum so liggur vág?in bert í teimum, áðrenn farið verður í gongd. Um for?kann?ingarnar vísa, at tunnilin verður dýrari ella í ring?asta føri vísa, at tað kanska reint tekniskt ikki er møgu?ligt at fremja íløguna, tí hon verður ov dýr, so eru tær milliónirnar sjálvandi mist?ar. Tá forkanningarnar eru lidnar, er váðin fyri so vítt burtur. Er tað skilagott at gjal?da 3 milliardir eyka fyri at fáa ein annan at átaka sær ein vága á 10-20 milliónir?
Tá ið tunnilin er bygdur, er at kalla eingin vági til staðar. Tunnilin fer ongan veg, og um meting?arnar hjá Landsverki ikki halda, er spurningurin bert, um afturgjaldstíðin verð?ur nakað longri.
Hví er tunnilin ikki komin enn?
Orsøkin til, at tunnilin ikki er gjørdir enn, er tann, at politisku flokkarnir ikki hava verið samdir, um tunnil?in skuldi gerast av ein?um privatum ella einum al?menn?um felagi. Tú kanst geva flokk?unum, sum vilja eina al?menna loysn skuldina fyri at privata loysnin ikki er framd, men man kann eins væl geva flokkunum, sum vilja eina privata loysn skuldina fyri, at almenna loysnin ikki er framd. Eg haldi tó, at teir flokkar, sum ynskja eina loysn, sum verður í mins?ta lagi 3 milliardir dýrari fyri føroyingar og føroyska sam?felagið, skulu hava ó?almind?i?liga góð argumentir fyri, hví tey vilja tað loysnina, heldur enn almennu loysnina.
Spurningurin er um vit vil?ja brúka vit og skil ella ikki
Mær vitandi taka allir flokk?ar á tingi undir við at gera Skálafjarðartunnilin. Spurn?ing?urin er tí ikki, um vit vilja Skála?fjarðatunnilin ella ikki! Spurn?ingurin er, um vit vilja brúka vit og skil ella ikki! Vilja vit ein tunnil fyri umleið 4,8 milliardir ella ein tunnil fyri umleið 1,8 milliard?
Sosiali profilurin
Vit sum eru vinir við løgmann á Facebook hava umvegis Facebook fingið at vita, at løgmaður fegnast um loysnina hjá Kára P. Højgaard, landstýrismanni.
Sami løgmaður, sum held?ur, at vit ikki hava ráð til at játta 2 milliónir meira til eldrarøktina, ikki hava ráð til nakrar fáar milliónir til skipini hjá Vaktar- og Bjargingartæanstuni, so tey kunnu keypa olju og harvið loysa frá kaj, og ikki hava ráð til at hjálpa teimum fíggjar?liga hart sperdu á niðas?tu rókunum, heldur vit hava ráð til at blaka umleið 3 milliardi eftir nøkrum donsk?um investorum. Púra óneyðugt. Eg skilji væl, at Samabandflokkurin er farin at leita eftir sosiala pro?fili?num.