Fólk er yvirhøvur givin at tosa, tey rópa. Tað er neyðugt, tí tey flestu hava so nógv at siga, at tey noyðast at tosa alla tíðina, øll í senn. Skal nakar hoyra, er neyðugt at rópa. Øll rópa í senn um [...] vóru betri fyrr. Tá bar til at tosa í telefon. Nú noyðast fólk at rópa í telefon. Á fundum fyrr, tá miðaldesibellið í almenna rúminum var ein triðing lægri enn nú, var vanligt, at fundarfólkið rópti “hoyrt [...] uttan at lurta, men ikki lurta uttan at hoyra. Alt verður pakkað inn í gang og levind, útvarpssendingar, sjónvarpssendingar, filmar, mótmæli og alla staðni larmandi fartelefonir, tað ræður um at hava ringitóna
eingin ivi er um, at vit fegin vilja, at tað skal verða lættari hjá almenninginum at fylgja við, sigur Jógvan á Lakjuni løgtingsformaður, sum sunnudagin klokkan 13 fyri fyrstu ferð fer at seta tingið á Ólavsøku [...] ólavsøkudagur er undantikin. Tað verður hildið, at skrúðgongan, kirkjugongdin og at seta Løgtingið hoyrir saman. Grein 10 í Stýrisskipanarlógini sigur, at løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til [...] fjør, og tí eru tað fleiri, sum fyri fyrstu ferð fara at ganga í skrúðgongu. Hetta verður eisini fyrsta ferðin, at Jógvan á Lakjuni, tingformaður, fer at ganga í miðjuni í fremstu røð við biskupi og løgmanni
men tí, at mett verður, at serliga svartkjaftastovnurin er sera illa fyri. Eitt er, at nótaskipini kunnu koma at liggja meiri í komandi ári orsakað av hesum skerjingum. Annað er, hvussu tað fer at eydnast [...] í summar, at russar avgjørt eru áhugaðir í at fáa makrel í býti við tosk, nú Føroyar ongan svartkjaft hava at lata. Jacob Vestergaard vísir á, at gjøgnum fleiri ár hevur tað verið soleiðis, at føroysku [...] fiskivinnumálum, sigur, at meðan ES kanska er farið at skilja føroysku sjónarmiðini í makrelspurninginum eitt lítið sindur betri, er ikki líkt til, at Noreg í løtuni hevur hug at flyta seg tað minsta. -
ber mangan brá av at vera meir enn bara sakligur journalistikkur. Men vónandi dugir Dimma at taka góðu ráðini í oddagreinini til sín: »Tí eiga vit at ansa eftir og minna hvønn annan á, at korruptión og vina- [...] Granskingarráðnum til Brússel. Tað, sum Dimma áhaldandi hevur funnist at, er, at uttanríkisráðið einans hevur boðið Kringvarpinum við, og at Kringvarpið hevur tikið av. Møguliga er oddagreinin í Dimmu eisini [...] undrist yvir, at journalistiski integriteturin skal verða hóttur av einum ferðaseðli. Allir miðlar fáa ókeypis atgongdir av ymiskum slag, men fyri tað eiga redaktiónirnar at vera so mikið sterkar, at tær halda
tey hava fulltrú til. Týdningarmikið er tó at hava í huga, at ongin hevur fingið atgongd til at gera flytingar av kontum hjá øðrum, sum viðkomandi ikki eigur at hava atgongd til, og longu frammanundan hevði [...] vegleiðing og hjálp. Tørvurin hevur verið so stórur, at peningastovnarnir tíverri ikki hava havt orku at svara øllum fyrispurningum. Peningastovnarnir harmast um, at hetta hevur verið til ampa hjá kundum. Tilvenjing [...] er rættað Í farnu viku kom fram, at P-talið hjá einstøkum sjálvtøkukundum stóð á kvittanini, hesir fingu úr sjálvtøkunum. Orsøkin var, at p-tal av misgáum var komið at standa á lønarbókingini hjá lønmóttakarum
Góður stuðul Høgni W. Høgnesen sigur, at tað hevur gingið væl undanfarin ár at fáa tjaldið upp at standa, og fólk eru ófør at hjálpa til. - Hetta er triðja árið á rað, at vit hava egið tjald til fleiri av [...] Bátafelagnum er takksamur fyri, at bæði einstaklingar, samkomur og feløg í kommununi hava sagt seg vera til reiðar at taka hond í við ymisku tiltøkunum, eitt nú við at servera og til at skipa fyri, har eitt nú [...] fegnast um, at festivalurin soleiðis hevur fingið størri og størri undirtøku og heldur, at hevði talið av bátum á festivalinum leygardagin farið um teir 100, hevði hetta verið so óført. Høgni sigur, at umstøðurnar
um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna á Ólavsøku, men tað var eingin ivi, um teir skuldu havt tikið ímillum at vinna á Ólavsøku ella at vinna FM. – Sjálvandi kennist tað sum størsti sigurin at vinna [...] ár. Ólavsøkuróðurin kundi boðað frá, at vestmenningar aftur næsta ár fara at leggja til brots í tí kappingini. Og so er eftir at vóna, at uppaftur fleiri fara at bjóða av. Sámal Hansen er júst liðugur [...] fer at bjóða seg fram, og klaksvíkingar droyma um at taka tráðin uppaftur frá í fjør, tá ið teir vunnu trivaligan ólavsøkusigur og harvið tryggjaðu sær FM heitið. Um Eysturoyingur fer at royna at verja
ikki at hava meiri tíð til dreingirnar og konuna. Hvat fekk teg at fara upp í býráðspolitikk? Tað var tí eg helt, at eg kundi gera ein mun, og tí eg hevði nakrar verkætlanir gangandi, har eg helt, at kommunan [...] dugi eg ikki heilt at siga, men eg haldi, at Hoyvíkin burdi fingið nøkur ting, so handilslívið og mentanarlívið høvdu meira at bjóða. Tað er for lítið har uppi, so eg kundi hugsa mær, at gjørt nøkur ítøkilig [...] og dagliga við at vera tilvitaður um tað. Eg royni at finna ta tíðina, sum skal til, men tað er ein ring samvitska, sum plágar, og tíðin kundi verið meiri. Hvat harmast tú mest um, ikki at hava tíð til?
inum. Hann er tí fult greiður um, at tað ræður um at fáa fólk at vitja hansara øki og okkara land - og at koma aftur seinni. Tað er langur vegur hjá teim ferðandi at koma til Føroyar. Og tíðin, tey eru [...] gekk so mikið væl, at vit longu árið eftir kundu staðfesta, at eitt stórt tal av ferðafólkum vitjaðu her í bygdini. Hesin tóktust ongan góðan at eiga, og vit fóru tí beinanvegin undir at gera ymiskt kunnandi [...] sama bygningi. Samstundis sum tað nú fór at ganga betri fíggjarliga, skifti arbeiðið líkasum ham: Frá at skula hjálpa vinnulívinum á føtur aftur, broyttist tað til at skul hjálpa teimum fremmandu gestunum
aftur hevði tíð at hugsavna seg um at lesa. Av tí at Elisabeth býr í Klaksvík, fara nógvir tímar til koyring. Busstíðir og tímatalva liggja soleiðis fyri, at hon noyðist at velja millum at koma nakrar tímar [...] við skúlan. Eina tíð royndi hon at leiga íbúð í Havn, men studningurin áljóðandi kr. 3.737 rakk ikki til, so hon varð noydd at arbeiða við síðurnar av. Tá gekk betur at rinda leiguna, men verri við tí [...] eisini verið við til at skapað eitt lestrarumhvørvi, ið als ikki finst her á Setrinum.” Hetta heldur hon eisini er orsakað av, at ymsu deildirnar á Setrinum eru so mikið spjaddar, og at einki sum so verður