Fuglafjørður: - Eitt ferðafólk úr Suðuroy ella Eysturoy, er líka so nógv vert sum eitt ferðafólk úr Amerika ella Fraklandi, slær kendi fuglfirðingurin fast.
Petur Martin Petersen hevur drúgvar royndir á ferðavinnuøkinum. Hann er tí fult greiður um, at tað ræður um at fáa fólk at vitja hansara øki og okkara land - og at koma aftur seinni.
Tað er langur vegur hjá teim ferðandi at koma til Føroyar. Og tíðin, tey eru her er stutt, tí ferðasesongin í stóran mun bert er um summarhálvuna.
Tí roynir Kunningarstovan í Fuglafirði, saman við hinum kunningarstovunum kring landið, at gera sítt til at fólk skal vitja okkara vakra land.
Tað er helst so, sum Petur Martin so rámandi tekur til:
- Ferðasesongin er stutt, og tí má ein hava tráðuna egnda meðan løtan er. Og haraftrat hava gott agn.
Á heimskortið
Hóast kunningarstovan kallast Kunningarstovan í Fuglafirði, er tað bert partvíst rætt. Hetta er ikki einans ein lokal kunninarstova, men ein sum røkir áhugamálini innan ferðavinnuna hjá allari Eysturoynni.
Saman við teirri í Runavík roynir Petur Martin eftir førimuni at seta heimaoyggj sína á heimskortið við lýsingarátøkum, faldarum og á annan hátt.
Nógv er broytt við arbeiðinum hjá kunningarstovuni, síðani hon sá dagsins ljós í 1994 í forstovuni í bókasavninum, í endanum av ringastu kreppuárum okkara.
- Ja, tá var tað meiri at kalla ein viðfáningur, men var kortini effektivur miðil at hjálpa vinnulívinum, handilslívinum og frítíðarvirkseminum upp á føtur aftur eftir kreppuna.
- Og, sært tú. Hetta gekk so mikið væl, at vit longu árið eftir kundu staðfesta, at eitt stórt tal av ferðafólkum vitjaðu her í bygdini. Hesin tóktust ongan góðan at eiga, og vit fóru tí beinanvegin undir at gera ymiskt kunnandi tilfar til hesi fólkini, greiðir Petur Martin frá.
Fyrsta árið vóru skrásett 129 fremmand ferðafólk á kunningarstovuni, umframt tað stóra talið av fuglfirðingum sum altíð hava vitjað bókasavnið, ið heldur til í sama bygningi.
Samstundis sum tað nú fór at ganga betri fíggjarliga, skifti arbeiðið líkasum ham: Frá at skula hjálpa vinnulívinum á føtur aftur, broyttist tað til at skul hjálpa teimum fremmandu gestunum í bygdini.
- Sohvørt sum handlar og vinnulív í sínum lagi fótaðu sær aftur, varð ikki so nógv brúk fyri okkara hjálp. Og síðani kommnunan yvirtók kunningarstovuna, hava vit arbeitt saman við ferðavinnuni í Eysturoynni, sigur Petur Martin.
90 %
Nú stendur ein nýggj ferðasesong fyri framman. Okkurt nýtt verður helst á skránni í summar, men dentur verður framvegis lagdur á at fáa enn fleiri føroyingar at ferðast í egnum landi.
Nógvir útbjóðarar av ferðavinnuni hava ikki havt møguleikar at ment seg so nógv, hesi seinastu fíggjarligu tungu árini. Nú verða vónir settar til, at talið av vitjandi í Eysturoynni og í Fuglafirði fer at økja aftur.
Er tað so sum metingin sigur, er ikki óhugsandi, at so nógv sum 90 prosent av teimum sum vitja Føroyar sum ferðafólk, vitja eisini í Eysturoynni í styttri ella longri tíð.
- Serliga norðari partur av oynni er væl umtóktur av teimum ferðandi. Tað vísir seg, at har fólk hevur møguleika at gista, har brúka tey eisini pening, vísir Petur Martin á.
Men ferðavinnan vil fegin hava fólk at vitja onnur støð í oynni. Tí er gjørdur ein faldari á fleiri málum og er skipaður sum ein ferð kring alla Eysturoynna. - Jú, her hendir nakað allatíðina. Okkara partur skal so ikki liggja eftir, lovar Petur Martin Petersen.