ur í sínum hátti at lýsa Fólkaflokkin og veljarar hans. Tað er harmiligt at hoyra hvussu ræðulig vit fólkafloksfólk eru, tá ið hugsað verður um skattapolitikkin hjá flokkinum. At vilja geva pengar aftur [...] gongur leiðin víðari upp í pappírsveldinum. Eitt dømi uppá góðan nevndarsið er t.d. loyvisnevndin, sum var farin summarferiu aftaná eitt hart arbeiði um at tøma mineralvatn og kaffi í onkrum nevndarhølum, [...] heimskendi heimsspekingurin Niels Uni Dam (Mona Lisa) ger vart við seg og sína sosialistisku tankagongd í vikuskiftis-blaðnum hjá Sosialinum hin 13 september, har hann skuldsetur fólkafloksfólk fyri at vilja
Í gjár lendi grønlendska hondbóltslandsliðið í Keypmannahavn. Eftir at hava verið í luftini úr Argentina fóru spælararnir hvør í sína ætt at halda summarfrí. Teir vóru troyttir av longu ferðini, og teir [...] verða flokkað í fýra bólkar á seks lið. Grønland er styrkismett í tí fimta av seks styrkisbólkum. Saman við Grønlandi eru í hesum bólkinum Slovenia, Pólland og Brasilia. Svøríki er styrkismett í bólki eitt [...] ársskiftið í Portugal. Hvørjum Grønland skal spæla ímóti í endaspælinum verður avgjørt leygardagin, tá lutakastið verður umborð á einum skipi á Tagus ánni uttanfyri Lissabon. Tey 24 londini í endaspælinum
spældi við eitt skifti í fjør, er í tungum sjógvi. Hóast Preben Elkjær og aðrir hava spýtt pengar í, so tykist torført at venda gongdini, sum er ímóti niðurflyting. Herfølge vann 1?0 í Odense ímóti B1913, [...] heimaliðnum noyddir at sleppa í verjupartinum. Teir trýstu fyri at javna til 3?3, men í staðin vóru tað gestirnir sum í snarálopi øktu til 4?2. Farum hevur ongantíð roynt seg í bestu deildini. Átta av spælarunum [...] at fáa mál í hinum endanum, so er Óli Johannesen ein trumfur. Horsens var og vitjaði í Hvidovre sunnudagin. Leingi sá tað rættuliga svart út hjá heimaliðnum. Teir fingu eitt mál ímóti sær í 1. hálvleiki
rættiliga. Eftir fáum vikum sita næmingar úr ymsum londum og práta í matarhøllini á esperanto. Esperanto veitir grundleggjandi innlit í mállæru og millumtjóða orðatilfar. Eitt av mongum dømum er um ein [...] studentaskúlaflokki, sum undraðist á, so skjótt ein genta hevði tikið seg fram í fronskum; hann spurdi, um hon hevði verið frítíðina í Fraklandi. Tað hevði hon ikki, men hon var farin undir at læra esperanto [...] ella hoyra um tey. Lars Forsman heldur tað vera at spilla burtur tíð, pengar og sveitta - óneyðugt strev, ikki at nýta esperanto í skúlunum. Har er nógv at spara, eisini hjá næmingunum. Dugir tú onnur
hevur stórt avlop. ? Ein møguleiki hevði verið at gjørt sum í øðrum londum, har telefeløgini gjalda pengar í ein grunn, sum skal tryggja útbyggingar í teimum økinum, sum ikki eru so áhugaverd at veita nýggjastu [...] bera í sær, at tey fólkaríku økini, Tórshavn, Runavík og Klaksvík, eru mest áhugaverd sum kundagrundarlag og fáa í boði bæði bíligari og betri tænastur enn restin av landinum, sigur Útoyggjanevndin í sínum [...] sínum áliti. ? Í flestu av teimum smáu oyggjunum er fjarskiftið nøktandi til tann tørvin, sum er í løtuni, men skjótt verður tørvur á nýggjum og meira framkomnum útbúnaði, vísir Útoyggjanevndin á. Føroya
tíðliga í komandi ári, men hann vil ikki meta um møguleikarnar fyri, at hetta kann lata seg gera. Sjómansheimið í Runavík hevur einki tilknýti til Sjómansheimið í Havn, hóast stjórin á Sjómansheiminum í Havn [...] tí fíggjarligu trupulleikarnir bara vaksa, sigur Símun Pauli Berg, sum er í nevndini fyri Sjómansheimið í Runavík. Formaðurin í nevndin er farin frá, men hini tríggir nevndarlimirnir, sum eftir eru, fara [...] farin heim. Stór skuld Sjómansheimið í Runavík, sum er ein sjálveigandi stovnur, er umvælt og umbygt fyri nógvar pengar seinnu árini, og tað hevur viðført eina stóra skuld í felagnum. Sjómansheimið skyldar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, fer ikki at seta mark fyri, hvussu oljan kann kostar. Tað segði hann í Løgtinginum í morgun. Prísirnir eru nógv hækkaðir, eisini prísirnir á olju og í morgun spurdi [...] Eftir hansara tykki eru príshækkingarnar, sum rakar vanlig fólk í hesum døgum, er ein tann mest átrokandi trupulleikin í føroyska samfelagnum í løtuni. Høgni Hoydal vísir á, at nú fara summir samfelagsbólkar [...] oljufeløg og at vit sostatt í roynd og veru ikki hava nakra serliga kapping um oljuprísin. Kappingareftirlitið hevur víst á, at oljufeløgini í Føroyum taka sær størri vinning enn oljufeløg í øðrum londum, men
skulu sjálvandi kunna ferðast frítt í haga og fjøru, í so stóran mun sum gjørligt. Í so stóran mun sum møguligt merkir, at sjálvandi skal atlit takast til annað virksemi í høgunum. So sum seyðarakstur og [...] viðkomandi ikki hevur rætt til. Og ferðavinna hevur ikki rætt til at “senda” fólk runt í hagarnar í landinum, og enntá taka pengar fyri tað. Tað kunna bara tey, sum varða av hagunum, hava rætt til. Persónliga haldi [...] Í øllum meldrinum um hvør skal hava loyvi at ganga í haganum, og hvør skal ikki, eru náttúrvernd farin næstan heilt afturum. Og tað má vera aðalmálið hjá okkum øllum. Og júst tey, sum varða av teimum ymisku
Vit hava sagt tað í 15-20 ár, men tit hava snorksovið. Marjus Dam, formaður í Kommunufelagnum, var bersøgin við politikararnar á valfundi í Havn fríggjadagin. Har umrøddi hann trotið á kommunulæknun, tí [...] at útbúgva tríggjar, ella fýra kommunulæknar um árið í eini 10 ár. Samstundis mælir Kommunulæknafelaguð til, at talið á kommunulæknum verður økt upp í 50 kommunulæknar, tí annars eru ov fáir læknar eftir [...] ongan fasta lækna og at arbeiðsbyrðan hjá læknunum, sum eru, er so stór, at fleiri tosa um at stinga í sekkin. Les meiri her: Fólk, sum hava fastan lækna liva meiri enn tvey ár longri – Tit eru øll dumpað
Tey klára seg uttan at renna í handlarnar, og tey klára seg stórt sæð uttan yvirhøvur at keypa mat. Nivi Heilmann Efraimsen og familja hennara í Grønlandi liva av tí, sum havið og náttúra geva. Familjan [...] renna í handlarnar, men soleiðis er tað ikki hjá grønlendsku familjuni, sum sjálv syrgir fyri matinum. Nivi Heilmann Efraimsen og familja hennara eru úr grønlendska býnum, Sisimiut. Tey sigla út í fjørðin [...] fjørðin ella fara út í náttúruna, har tey veiða sær tann mat, tey hava fyri neyðini. - Vit hava keypt til nátturða tríggjar ferðir í eitt ár - tveir pakkar av høsnarungum og ein pakka við pylsum, sum vit brúktu