Útoyggjar taparar í telekapping

Harða kappingin millum telefeløgini kann hava við sær, at útoyggjarnar fáa verri og dýrari tænastu, heldur Útoyggjanevndin. Stjórin á Føroya Tele sær veruligan trupulleikan fyri framman

 

Útoyggjanevndin óttast fyri, at smáu útjaðaraøkini verða afturúrsigld, nú verulig kapping hevur tikið seg upp innan teletænastur.

? Kappingin kann bera í sær, at tey fólkaríku økini, Tórshavn, Runavík og Klaksvík, eru mest áhugaverd sum kundagrundarlag og fáa í boði bæði bíligari og betri tænastur enn restin av landinum, sigur Útoyggjanevndin í sínum áliti.

? Í flestu av teimum smáu oyggjunum er fjarskiftið nøktandi til tann tørvin, sum er í løtuni, men skjótt verður tørvur á nýggjum og meira framkomnum útbúnaði, vísir Útoyggjanevndin á.


Føroya Tele kroyst

Stjórin á Føroya Tele ásannar, at her er talan um veruligan trupulleika.

? Í løtuni hava flestu av útoyggjunum telefon, fax og uppringt internet, men tað verður ein trupulleiki at veita somu tænastu við skjótum interneti, GSM og øðrum tænastum á smáum plássum sum á meginøkinum, sigur Andras Róin.

? Hini bæði telefeløgini fara at leggja seg eftir kundum í teimum stóru økinum, meðan vit hava veitingarskyldu mótvegis øllum landinum. Vit verða kroystir í hesi kapping, og tað er ein veruligur vandi fyri, at útoyggjarnar ikki fara at fáa somu tænastu sum meginøkið, sigur stjórin á Føroya Tele.

Stjórin á Føroya Tele heldur ikki, at tað er realistiskt at tosa um almennan stuðul til útbyggingar á útoyggjum, so leingi sum Føroya Tele stendur seg væl og hevur stórt avlop.

? Ein møguleiki hevði verið at gjørt sum í øðrum londum, har telefeløgini gjalda pengar í ein grunn, sum skal tryggja útbyggingar í teimum økinum, sum ikki eru so áhugaverd at veita nýggjastu tænasturnar til, sigur Andras Róin.


Sjálvsagdur tapari

Løgtingsmaðurin, Henrik Old, setti herfyri Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um samskifti. Henrik Old spyr, nær útjaðarin fer at fáa somu kor innan telesamskifti sum miðstaðarøkið.

? Tað er sjálvfylgja, at tað verður útjaðarin, sum fer at verða tapari í øktu kappingini millum telefeløgini. Kappingin verður á teimum stóru plássunum, meðan útjaðarin fer at detta niðurímillum, sigur Henrik Old.

Løgtingsmaðurin vísir í sínum fyrispurningi á, at ein bygd sum Dalur má klára seg við einari telefonlinju, og at GSM og internettænastan er ikki tað sama kring alt landið.

Bjarni Djurholm hevur svarað fyrispurninginum hjá Henrik Old, og hetta svar verður alment á løgtingsfundinum í dag. Bjarni Djurholm vildi fyrrpartin í gjár ikki siga, hvat hann hevur svarað Henrik Old, men hann sigur, at hann hevur gjørt sær ómak við svarinum.