Sjómansheimið í Runavík latið aftur

Skuldin í Sjómansheiminum í Runavík er vorðin so stór, at tað er vónleyst at fáa raksturin at bera seg. Tí varð Sjómansheimið stongt sunnukvøldið, og átta fólk send heim

Sunnukvøldið snaraði Sjómansheimið í Runavík lykilin um.

Skuldin er vorðin so stór, at nevndin heldur tað vera vónleyst at reka Sjómansheimið víðari.

Nevndin fer nú at gera eina roynd at fáa eina loysn við kreditorarnar, men eydnast hetta ikki, fer Sjómansheimið á húsagang.

- Vit kendu okkum noydd at steingja Sjómansheimið, tí fíggjarligu trupulleikarnir bara vaksa, sigur Símun Pauli Berg, sum er í nevndini fyri Sjómansheimið í Runavík.

Formaðurin í nevndin er farin frá, men hini tríggir nevndarlimirnir, sum eftir eru, fara at gera eina bjargingarroynd næstu vikurnar.

Átta fólk hava starvast á Sjómansheiminum, men tey eru nú farin heim.


Stór skuld

Sjómansheimið í Runavík, sum er ein sjálveigandi stovnur, er umvælt og umbygt fyri nógvar pengar seinnu árini, og tað hevur viðført eina stóra skuld í felagnum.

Sjómansheimið skyldar Føroya Sparikassa hálvafimtu millión, men skuldin til leysar kreditorar er eisini stór, og tað er serliga hendan skuld, sum forðar fyri, at húsið kann halda fram.

- Sjómansheimið í Runavík klárar ikki at forrenta eina so stóra skuld, og tí er einki at gera uttan at lata aftur, sigur Símun Pauli Berg.

- Sparikassin hevur víst vælvild til at finna eina loysn, men treytin fyri ein varðandi loysn er sjálvandi, at vit fáa ein avtalu við hinar kreditorarnar eisini, sigur hann.

Símun Pauli Berg dugir ikki at meta um møguleikarnar fyri, at nevndin fer at koma á mál við bjargingarroyndini, sum nú verður sett í verk.


Vóna at kunna lata uppaftur

Sjómansheimið í Runavík er í sera góðum standi eftir stóru umvælingarnar seinnu árini, men tað nyttar lítið, tá húsið ikki klárar at vinna nóg mikið av pengum.

Ov fá ferðafólk brúka Sjómansheimið í Runavík, og tí eru inntøkurnar ikki nóg stórar at reka húsið fyri.

- Nevndin byggir sína avgerð um at steingja húsið á fakta, og nú vóru vit komin í ta støðu, at har var einki at gera, sigur Símun Pauli Berg, nevndarlimur.

Hann vónar, at Sjómansheimið kann lata upp aftur tíðliga í komandi ári, men hann vil ikki meta um møguleikarnar fyri, at hetta kann lata seg gera.

Sjómansheimið í Runavík hevur einki tilknýti til Sjómansheimið í Havn, hóast stjórin á Sjómansheiminum í Havn seinastu tíðina hevur havt eftirlit við Sjómansheiminum í Runavík eisini. Hetta hevur hann bara gjørt, tí ráð vóru ikki til at hava eina leiðslu í Runavík.