Fyri 10 árum síðan skeyt Lars Forsman upp á at byrja eitt esperantoskeið á háskúlanum. Starvsfelagarnir hildu hann vera øran, men rektarin helt, hann skuldi sleppa at royna eitt skeið í 8 vikur, sum er markið fyri ríkisstuðli. Tá ið tær 8 vikurnar vóru farnar, vildu næmingarnir ikki fara heim; teir flestu hildu fram, og aðrir komu afturat. Soleiðis byrjaði esperanto-linjan. Síðan tá hava næmingar úr 38 londum verið við. Eitt framhaldsskeið aðr-ar 8 vikur er eisini, og harafturat er eitt hálvársskeið, við tað at fleiri lesandi ynskja at læra esperanto rættiliga. Eftir fáum vikum sita næmingar úr ymsum londum og práta í matarhøllini á esperanto.
Esperanto veitir grundleggjandi innlit í mállæru og millumtjóða orðatilfar. Eitt av mongum dømum er um ein lærara hjá 1. studentaskúlaflokki, sum undraðist á, so skjótt ein genta hevði tikið seg fram í fronskum; hann spurdi, um hon hevði verið frítíðina í Fraklandi. Tað hevði hon ikki, men hon var farin undir at læra esperanto. Hetta er kortini einki nýtt, at tann ið fyrst hevur lært esperanto, hevur nógv lættari við at læra onnur mál. Hesi 10 árini hevur Lars Forsman eisini so mangan sannað tað. Úrslitini eru so mikil, at mangir polittikarar, lærarar og onnur vilja ikki trúgva teimum ella hoyra um tey.
Lars Forsman heldur tað vera at spilla burtur tíð, pengar og sveitta - óneyðugt strev, ikki at nýta esperanto í skúlunum. Har er nógv at spara, eisini hjá næmingunum.
Dugir tú onnur mál frammanundan, er ikki verri. Ein italskur tolkur hjá Europa-samveldinum kom at vitja italska vinmann sín í Karlskoga. Hon helt lítið um esperanto, men læt seg av forvitni yvirtala til at fylgja undirvísingini eina viku. Eftir 5 døgum sat hon eitt heilt kvøld og prátaði við ein estlendskan lækna, sum áður hevði lært esperanto á háskúlanum, og hon var skakað: "Tosi eg veruliga eitt nýtt mál eftir 5 døgum? Aldrin hevði eg hugsað mær, at tað bar til at læra eitt mál so skjótt," var hennara ósjálvrádda viðmerking.
Lesið meir um Karlskoga folkhögskola á www.karlskoga.se/fhsk/ - Har verður undir Esperanto-linjuni m.a. upplýst, at summarskeið í esperanto verður í ár frá 24. til 29. juni og hálvársskeið frá 16. august til 19. desember, og at "Vid en nyligen gjord språktest i 3 europeiska länder visade det sig att elever med Esperanto redan efter ett år lyckats 30-35% bättre än sina kamrater i tyska och engelska."