1. DEILD Í DANMARK
Óli Johannesen verður mettur sum ein hin besti og kanska hin tryggasti verjuspælarin í Hvidovre.
Sunnudagin varð enn eina ferð staðfest, at tá tað stendur nógv á, og tá tað er alneyðugt at fáa mál í hinum endanum, so er Óli Johannesen ein trumfur.
Horsens var og vitjaði í Hvidovre sunnudagin. Leingi sá tað rættuliga svart út hjá heimaliðnum. Teir fingu eitt mál ímóti sær í 1. hálvleiki, og tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt økti Horsens til 2?0, eftir at málverjin, Stephen Andersen, sum annars er sera álitisfullur, hevði hálvkiksað. Og so bendi nógv á, at øll stigini skuldu fara til Jyllands. Frammanundan dystinum høvdu teir í Hvidovre annars vónað, at teir skuldu fáa øll stigini.
Síðstu løtuna eydnaðist tað Hvidovre at skora tvær ferðir. Óli Johannesen var fluttur fram í álopið, og hann javnaði í yvirtíðini til 2?2. Tað gjørdi hann, eftir at bólturin var komin innfyri úr høgru.
Johan B. Hansen og Fredericia spældu 2?2 í Skive, og felagið hjá Atla Gregersen, Randers Freja, gjørdi eitt orduligt hál. Teir vóru á útivølli ímóti oddaliðnum í Køge. Í einari handavending kom Køge framum 2?0, og alt bendi tískil á tryggan heimasigur. Men Randers Freja javnaði til 2?2, og tá teir komu framum 3?2, vóru teir á heimaliðnum noyddir at sleppa í verjupartinum. Teir trýstu fyri at javna til 3?3, men í staðin vóru tað gestirnir sum í snarálopi øktu til 4?2.
Farum hevur ongantíð roynt seg í bestu deildini. Átta av spælarunum hava áður verið í superliguni. Tá vóru teir Lyngby spælarar. Venjarin, Christian Andersen, og stjórin, Poul Hansen, hava báðir royndir úr bestu deildini. Teir hava verið venjarar hjá ávikavíst AB og FCK og hjá Lyngby.
Í vikuskiftinum var Farum í Århus, har teir vunnu 2?1 ímóti FC Århus. Tað hevði við sær, at Farum er púra javnt við Frem í kappingini um næstfremsta plássið. Hesa ferð vann Frem 3?1 á útivølli ímóti B93. Gamla stórfelagið, sum Øssur Hansen spældi við eitt skifti í fjør, er í tungum sjógvi. Hóast Preben Elkjær og aðrir hava spýtt pengar í, so tykist torført at venda gongdini, sum er ímóti niðurflyting.
Herfølge vann 1?0 í Odense ímóti B1913, og HFK Sønderjylland, sum fegið vil uppaftur í superliguna, men sum haltar eitt sindur aftanfyri oddaliðini, vann 5?1 á heimavølli ímóti Brønshøj.