verið noydd at góðtaka uppskotið, og svølgja henda herska bitan, tí hann er partur av politiskari avtalu. Samstundis fer løgmaður út og sigur, at Rósa sjálv má finna uppá okkurt annað, nú tað eru so mong [...] løgmanni um at rógva í takt og teamarbeiði standa eftirhondini eftir sum innantómt orðaskvaldur. Og tað er til stórt spell fyri tær góðu kreftir, sum hóast alt eru í pørtum av samgonguni. Fá kunnu vera í iva [...] eru ímóti at knokkroyta fyritíðarpensjonistarnar. Allir royna sostatt at fráskriva sær faðirskap at barninum, sum Rósa sigur seg einki eiga í! Men uppskotið er altso komið frá landsstýrinum, tað vil siga
Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn vóru fyri tí tungu lagnu at enda aftast í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini, og tí mugu teir tungu leiðina niður í næstbestu [...] hondbóltsdeildini. Vilhelm legði upp til 73 mál hjá liðfeløgunum í 26 dystum, ið má sigast at vera rættiliga gott. Anders Kragh Martinussen hjá Fredericia var fremstur á assist-yvirlitinum við heili 147 [...] einum 42. plássi á toppskoraralistanum. Staðfestast kann, at Vilhelm í mun til endastøðuna hjá Lemvig-Thyborøn hevði persónliga eitt rættiliga gott kappingarár. Liðfelagin hjá Lemvig-Thyborøn, Jeppe Gade
Hvíta økinum og komandi føroyskum øki sigur hann, at tað enn er óvist, hvør skipan fer at vera í økinum fyri bæði móttøku, framleiðslu og flutningi av olju og gassi. Her kann koma at vera alt frá føstum [...] útbúgving í ídnaðinum og um komandi útbjóðingarumfarið. -Vit eru komnir til Føroya fyri at hyggja, lurta og læra og fyri at skilja føroyska mentan, politikk og søgu - og ikki fyri at prædikka ella siga, [...] kanningarnar, og skulu tað so fara at ganga eini 5 ár við einum sakarmáli, so kann tað merkja, at kanningarnar verða lagdar á hyllina, og tað ynskja vit helst ikki. Vit vilja tvørturímóti sleppa at arbeiða víðari
komin fram á gott gamalt føroyskt orð, ið nú tykist vera farið úr brúki, og tí verður einki tikið frá orðinum, um tað verður uppafturvakt við hesi nýggju merking. Orðið er at líggja, og merkti tað 'læna' el [...] Á fornmáli og íslendskum eitur orðið ljá. Hetta er stutt og smidligt orð og átti tí at staðið seg væl í kappingini við enska orðið lease. Ein fyrimunur er, at tað líkist tí nakað í sniði og framburði. [...] líggja? Í seinasta Orðafari varð skotið upp at nýta orðið langleiga fyri "lease" (og "leasing"). Tað hevur fingið undirtøku, men onkur hevur hildið, al tað lýsir ikki fyribrigdið nóg væl, tí tílík leiga
lærari. Her kann eg vera eg og havi eitt gott umhvørvi at vera saman við næmingunum og starvsfelagum. Men eg má siga, at um tað skal vera gott og virðiligt at vera lærari, eru tað nakrar avgjørdar fortreytir [...] trupulleikum, og lítið ítøkiligt verður tosað um, hvussu málini skulu røkkast. Dámar tær at vera lærari? Ofta fái eg spurningin, um mær dámar at vera lærari, og eg kann erliga siga, at mær dámar væl at arbeiða [...] Tær eru fyrst og fremst eitt gott fakligt umhvørvi, at tú fært okkurt aftur frá næmingunum í undirvísingini, og at tað er friður at undirvísa. Ein av trupulleikunum, sum í dag fyllir meir og meir í skúlanum
nýggjár og verður okkurt gjørt burturúr? - Mítt nýggjár verður hildið heima her uppi á Vál í Nólsoy. Vit gera ikki nógv burturúr, okkurt gott at eta og ein túr út at hyggja eftir fýrverki á midnátt. Tað sigur [...] aftrat, at ivasamt er, hvussu verður við fýrverki í ár. - Vit hava ein hund, sum er sera bangin fyri allari skjótingini, so í ár verður tað helst bara hugt heimanífrá. Hann sigur, at tað plagar at vera sera [...] sera vakurt at hyggja inn móti Havnini um midnáttarleitið og síggja allar neyðrakettirnar. Janus Nolsø sigur, at tað keðiligasta, sum hendi hjá honum í árinum, er, at hann hevur verið sjúkur tað mesta av
skurðviðgjørd og fær áhaldandi viðgerð, men tað gongur skeiva vegin – stútt og støðugt. Glottar eru at hóma, hon ressast stundum, og hon hevur allatíðina gott mót og stríðist ímóti sjúkuni og vónloysinum [...] gerandisdegnum, er tað, at tað, sum veruliga hevur týdning í lívinum, er at brúka tíð saman við teimum nærmastu – saman við familju og vinum – og verða stuðlandi og góð við hvønn annan. Tað kunnu vit minna [...] vil ikki hava, at hann fer úr hesi verð uttan at vera dagførdur um alt, sum rørist í samfelagnum. – Tú hevur altíð fylgt so væl við, og eg skal í øllum førum gera mítt til, at tú veitst tað nýggjasta. Tá
fólkatinginum við Sosialin. Og tað er als ikki óhugsandi, at hon seinni fer inn í politikk. -Tað er so stuttligt, tá ein sær at ein gjøgnum tað politiska arbeiðið kann gera nyttu og ger mun -Henda vikan í [...] vekk frá, sigur Rebekka og smílist við. Tað var tó onkur í flokkinum sum helt at hetta var eitt sera gott hugskot og stuðlaði teimum í at fara. Ikki bara hyygg Tá tær avgjørdu at fara í fólkatingið, fingu [...] ein ávísan áhuga í politikki, og tað kundi tí verið stuttligt at roynt nakað nýtt, og so sæð, hvussu tað politiska arbeiðið gongur fyri seg. Men Rebekka hevði tó ikki hug at fara einsamøll til Keypmannahavnar
sigur, at tað er ein samd havnarnevnd og samgonga í býráðnum, sum arbeiðir víðari við ætlanunum soleiðis, at ein loysn fæst á smábátatrupulleikanum. - Vit hava eitt gott samskifti við Landsverk, og tí rokna [...] møguleiki at seta eina høll upp inni á Sundi, so til ber at vera innandura, eins og fyritøkur, sum umvæla og selja bátaútgerð, kann hava sítt virksemi á økinum. - Gongst sum ætlað ber til at fara undir [...] brúkslutur til at fáa sær eitt kók, so er tað at hava bát vorðið ein lívsstílur. Tað vísa eisini bátastevnurnar kring landið, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnarnevndini. Tað hevur leingi verið
fyri, at tað mátti vera skemt, men tað er so ramasti álvara. - Og hvat Esbjerg ger, veit eg ikki. Eg havi so greitt teimum frá, hvussu hetta málið hevur koyrt, og so vóni eg, at teir síggja tað høpisleysa [...] siga, at eg haldi hetta vera langt undir alt lágmark. Tað er nakað, sum eitur sømiligheit, og tað má KÍ eisini fyrihalda seg til. Um teir fylla 100 ár ella ikki, eri eg akkurát líkaglaður um. Tað eru vit [...] teir fóru at gera. UEFA verður kunnað Og at enda skoytir NSÍ formaðurin so uppí, at teir eisini fara at kunna UEFA um málið. - Enn er brævið so bert skrivað á føroyskum og donskum, men vit gera so eisini eina