Tað besta er at eg eri komin fyri meg aftur

- Tað keðiligasta, sum hendi í 2022, er, at eg havi verið sjúkur tað mesta av árinum, men nú gongur betur, sigur Janus Nolsø, sum hevur góðar vónir um 2023.

Hvar heldur tú nýggjár og verður okkurt gjørt burturúr?

 

- Mítt nýggjár verður hildið heima her uppi á Vál í Nólsoy. Vit gera ikki nógv burturúr, okkurt gott at eta og ein túr út at hyggja eftir fýrverki á midnátt.

 

Tað sigur Janus Nolsø í Nólsoy. Hann leggur aftrat, at ivasamt er, hvussu verður við fýrverki í ár.

 

- Vit hava ein hund, sum er sera bangin fyri allari skjótingini, so í ár verður tað helst bara hugt heimanífrá.

 

Hann sigur, at tað plagar at vera sera vakurt at hyggja inn móti Havnini um midnáttarleitið og síggja allar neyðrakettirnar. 

 

Janus Nolsø sigur, at tað keðiligasta, sum hendi hjá honum í árinum, er, at hann hevur verið sjúkur tað mesta av 2022, men nú er hann so smátt byrjaður at arbeiða aftur.

 

- Tað besta við 2022 er, at eg eri komin so mikið væl fyri meg aftur, at eg havi góðar vónir fyri tað komandi árið.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Eg plagi ikki at geva nakað nýggjárslyfti, men kanska verður tað í ár, sigur Janus Nolsø brosandi.