Skúlin og skúlaskapur er ein náttúrligur partur av lívi okkara. Vit hava øll gingið í skúla og kenna onkran, sum í dag hevur sína dagligu gongd her, og er hetta sjálvsagt ein av mongu orsøkunum til, at tað er áhugavert og viðkomandi at tosa um skúla. Hóast meiningarnar eru ymiskar, er semja um, at fólkaskúlin skal vera fyri øll, at allir næmingar skulu fáa sum mest burturúr og trívast. Hóast málið er greitt, verður vassað í trupulleikum, og lítið ítøkiligt verður tosað um, hvussu málini skulu røkkast.
Dámar tær at vera lærari?
Ofta fái eg spurningin, um mær dámar at vera lærari, og eg kann erliga siga, at mær dámar væl at arbeiða sum lærari. Her kann eg vera eg og havi eitt gott umhvørvi at vera saman við næmingunum og starvsfelagum. Men eg má siga, at um tað skal vera gott og virðiligt at vera lærari, eru tað nakrar avgjørdar fortreytir. Tær eru fyrst og fremst eitt gott fakligt umhvørvi, at tú fært okkurt aftur frá næmingunum í undirvísingini, og at tað er friður at undirvísa. Ein av trupulleikunum, sum í dag fyllir meir og meir í skúlanum eru næmingarnir, sum onki tíma og sita og órógva. Hesir næmingarnir - hóast fáir - fylla ov nógv og máa grundina undan undirvísing og læring sum heild.
Vandi í hvørjari vælferð
Ongantíð fyrr hava børn og ung - í skúlanum er hetta næmingar - havt so góðar møguleikar at fáa eitt gott og gevandi lív sum í dag, bæði at røkja egin áhugamál, og at njóta alskyns framkomnar hentleikar. Hóast fleiri av dagsins næmingum njóta gott av hesum, eru tað teir, sum eru lætir og líkasælir. Teir halda, tað er “rotið” at ganga í skúla. Sama stempul fáa skúlatingini. Ikki tí næmingar fyrr altíð hava tímað so væl, men stóri munurin í dag er, at tað verður givin sum haldgóð undanførsla og grund at siga, eg tími ikki, ella eg orki ikki. Tað tykist, sum er tað vorðið frekt og ósømiligt at seta teimum krøv.
Hetta er støðan, hóast vit ikki kunnu goyma okkum fyri veruleikanum, at útbúgving er tvingandi neyðug fyri framtíðar ungdómar.
Tíðirnar broytast
Skúlaskapur settur í karmar, sum vit kenna í dag, er ikki avgamal, tó hava vit eina ávísa skúlasøgu, sum gevur okkum eina góða mynd av, hvussu skúlin gjøgnum tíðirnar hevur verið skipaður, og hvussu hann við tíðini er broyttur.
Her síggja vit, at eins og samfelagið, er skúlin og familjumynstrið sera nógv broytt seinastu árini. Frá at hava ein einfaldan og autoriteran skúla í einum meira einføldum samfelag við siðbundnum familjumynstri, har øll vistu, hvat var loyvt og ikki og kendu avleiðingarnar, um tey ikki fylgdu skrivaðu ella óskrivaðu lógunum, er lívið í dag meiri fjølbroytt. Samfelagið er meira kravmikið, og hóast børnini hava tað nógv betri materielt, hava tey fingið ein meir skipaðan ella strongdan dagligdag. Tey skulu passa inn, tí tey vaksnu skulu liva sítt lív og eru úti á arbeiðsmarknaðinum. Leiklutirnir foreldur/barn eru ikki at kenna aftur. Børn verða nú spurd og skulu ofta sjálvi siga og gera av, hvat verður gjørt. Í skúlanum er broytingin serliga, at tað, sum foreldur bara góvu lærarum heimild til, hava foreldur í dag eina meining um.
Samfelagið er á mangan hátt vorðið betri enn fyrr, men ein av avleiðingunum av fría samfelagnum er, at heldur enn at seta mørk, eru vit farin at kjakast við børnini og skúgva við hesum lutvíst ábyrgdina og avgerarrættin yvir á tey og krevja, at tey skulu vera vaksin. Eg eri vís í, at hetta er ein av orsøkunum til, at bæði foreldur og lærarar oftari enn fyrr standa máttleys og vita ikki, hvussu vit skulu fáa børn og ung at passa inn og laga seg til skaptu rammurnar.
Við hesum stóru broytingunum eru vit farin úr eini grøv í hina, og vit ræðast autoritet og krøv. Skúlin manglar virðing, og tað er ov ógreitt, hvat verður góðtikið og ikki. Vit mugu aftur fara at gera yvirskipaðar, greiðar reglur fyri, hvussu skúlin skal síggja út, og hvussu reint menniskjaligu krøvini í skúlanum ljóða, tí bæði børn og vaksin gerast trygg og skapandi við føstum rammum og mannagongdum. Vit eiga og skulu kunna tryggja teimum mongu áhugaðu næmingunum karmar, har tey í friði kunnu gera tað, tey skulu.
Næmingarnir ikki vaksin, men børn
Skúlin og heimið eiga í felag at geva næmingum møguleika at ogna sær evni til at gerast góðir borgarar, so teir læra at liva eitt gott og ábyrgdarfult lív í einum frælsum fólkaræði - tað frælsa hevur jú sínar avmarkingar, har tú hevur ábyrgd. Í øllum hesum mugu vit tó leggja okkum í geyma, at børn og ung eru ikki vaksin og eiga ikki at hava somu ábyrgd og hava heldur ikki somu fortreytir sum tey vaksnu. Eg nevndi fyrr, at vit eru farin at kjakast við børnini, og ístaðin fyri at siga, hvussu vit vilja hava tað og skapa tryggar rammur, skapa vit ein vavstur av óskili. Børn, og fyri ein part ung, eru ikki klár at taka grundleggjandi avgerðir, sum tey vaksnu eiga at taka fyri tey. Tey eru ikki klár at byrja lívið einsamøll, og mugu og eiga tí at hava ein vegvísara og leiðbeinara í teimum vaksnu.
Foreldrini eiga børnini og hava fulla ábyrgd av teimum. Ofta sýnist sum um, at tær ymisku uppgávurnar, sum heimini ikki loysa, skulu lærarar ella skúlin loysa. Men lærarar eru ikki sálarfrøðingar, sosialráðgevarar ella familjuterapeutar, og mugu vit ikki halda okkum vera før fyri tað. Vit eru undirvísarar og skulu, í einum góðum fakligum skúla saman við heimunum, skapa góðar karmar fyri grundleggjandi læring.
Foreldur á skúlabonk
Eg má siga, at tað veruliga var hugvekjandi at hoyra DR bera tíðindi um, at skúlin er farin at læra foreldur um uppaling. 1000 foreldur sita nú á skúlabeinki og verða undirvíst í at gerast betri foreldur og seta børnunum mørk. Eftirspurningurin eftir sonevndurm “foreldraflokkum” er skjótt vaksandi, siga fleiri skúlar við Kristligt Dagblad. Trupulleikin er, at børn hava yvirtikið róðrið bæði í floksstovuni og heima. Í dag skal forhandlast og kjakast um alt, og foreldrini megna ikki at halda fast, sigur leiðarin av “Familiecenter Løvdal” í Helsingør, Tryggvi Kaldan. Serligu familjuflokkarnir eru í einstøkum fólkaskúlum, men eisini sum sjálvstøðugir familjuskúlar.
Hetta vísir bara, at onnur enn vit kenna trupulleikin, kanska betri enn vit í løtuni, og at hann er ikki bara kendur innan skúlagátt, men í heila tikið ein alment kendur samfelagstrupulleiki.
Størri krøv, men meir skal til
Hóast vit kenna sama trupulleikan aftur í skúlanum sæst, at í hesi somu skipanini, har tað veruliga haltar við at gera fastar mannagongdir fyri næmingar, sum falla uttanfyri skipanina - sum sjálvandi er ein byrða í sjálvum sær - verða tað sett størri og størri krøv.
Alheimurin er nærri enn nakrantíð og skúlaverkið metir tí, at vit mugu síggja skúlan og næmingarnar í einum størri høpi, og hevur tí gjørt kanningar av næmingum, og vit vita nú, hvar teir liggja samanborið við næmingar í øðrum londum. Sum øllum kunnugt, kláraðu føroysku næmingarnir seg ikki væl, og tað er harmiligt. Men nú, vit kenna úrslitið, havi eg hug at spyrja: hvat vilja vit nú, og hvussu fáa vit veruliga føroysku næmingarnar upp á ynskiliga støðið?
Her hevði verið hóskandi við einum fakligum kjaki, har vit seta greið mál og skapa eitt fakligt forum, har vit greitt siga fólki og samfelagi sum heild, hvat vit vilja. Fólkaskúlalógin sigur, at vit skulu taka støði í hvørjum einstøkum næmingi, men so má skipanin á ein ella annan hátt broytast.
Ynskiligt var til deils, at Mentamálaráðið, longu áðrenn PISA varð sett á skinnara, segði, hvat tað vildi við kanningini, og fyrireikaði arbeiðið betri – so høvdu vit eisini sloppið undan at útstilla næmingarnir, sum vóru við í fyrstu kanningini, sum má sigast at vera óprofessionelt av ráðnum. Tað, sum vit ítøkiliga hava sæð síðani PISA, eru landsroyndir og fleiri tímar á tímatalvuni, sum sjálsagt er ein góð byrjan og avgjørt neyðugt, men vit mugu minnast til, at hetta skapar onga hugburðsbroyting, sum okkum veruliga tørvar.
Eingin ivi er um, at vit eiga og mugu øll í felag kenna sum ábyrgd at fáa ein góðan skúla til framtíðar næmingar. Skal føroyski fólkaskúlin upp á hægri støði, skal verulig hugburðsbroyting til, sum skapar størri virðing fyri lærarastarvinum, bæði innan og uttan fyri skúlagátt, fáa neyðuga gransking, góða og málrættaða undirvísing við denti á innliving, uppliving og virkisgleði til allar næmingar, næmingar sum taka til sín og geva aftur, og ikki minst eggjan og stimbran úr heimunum.