heldur ikki síggja nakran logikk í at siga, at ung sleppa at verða í høllini til midnátt, men heldur hetta verða beinleiðis dupultmoralskt og bara at vera ein hátt at frysta ungdómin úti. Í ár hevur FC [...] kendum útlendskum nøvnum í framtíðini, veit Finn Jensen ikki at siga, men hann sigur seg tó vóna, at tað fer at finnast onkur millumvegur, sum partarnir kunnu verða nøgdir við. [...] hallarvørðurin sigur, at um onkur hevur hug til at skipa fyri einum tiltaki fyri ung, so er hann vælkomin til tað, um bert tiltakið endar áðrenn midnátt. Við hesum roynir høllin at forða fyri, at full ungfólk leita
starvsnevndini, at eg fór at siga formanninum í felagnum frá, at ein limur hevði sent eina kæru um leiðaran í Føroyahúsinum til Mentamálaráðið. Tað havi eg gjørt. Formaðurin visti ikki av, at slík kæra var [...] ikki so løgið, at eg geri vart við hetta. Eg eri limur í sama felag og bert í hesum felag. Tó er ikki rætt sum Ólavur sigur, at eg gjørdi meg til lim í felagnum fyri at fáa fríar ræsur at manipulera fólkið [...] móti Ólavi. Ólavur veit, at hetta er ósatt. Sannleikin er, at Ólavur bað meg vera við til at stovna felagið í apríl 1999. Vit hittust 12 mans í Føroyahúsinum 7. apríl at semjast um at keypa gamla kappróðrarbátin
ni hjá monnum. Hóast tað enn er eitt umfar eftir at spæla, so er longu greitt, at SÍ ikki verða tiknir aftur, og at tað so er upp til ÍF og Mjølnir, at berjast um silvurið. Tað er bert ein dystur eftir [...] teirra eygu á spælið, og fáir, fyri ikki at siga ongir feilir vórðu gjørdir. SÍ løgdu tó betur fyri í fyrsta setti, og serliga var hevarin vælupplagdur. Hóast at síggja til, vælvirkandi spæl, koma mongu [...] bólti. Spæl á sera høgum støði, má man siga. Liðini nærkast teimum tjúgu, og tá byrja persónligir feilir at vinda uppá seg á heimaliðnum, og Mjølnir dregur somikið frá, at teir vinna settið 25-23, hóast ein
øðrum familjum ? uttan at taka nakað frá nøkrum. So glað eru tey fyri hvørt annað, at tey fara at ferðast saman. Men í hesari familjuni eru tað ikki bara babba, mamma og omma, sum fara ein túr uttanlands [...] við 95 ára føðingardagin hjá húsinum, í 1995, var farið at tosa um, at tað hevði verið óføra stuttligt at farið á ferð saman. Og tað endaði við, at á sumri 1996 fór ferðalag við 110 fólkum til Edinburgh [...] á farnar hendingar. Nógv fyrireiking At fáa so nógv fólk avstað er ikki bara sum at siga tað, og krevur nógva fyrireiking. Umframt Ólav hjálpa eisini nógv onnur til. Eitt høvuðssekreteriat er ovasti myndugleiki
upplýsir, at tað var løgmálaráðharrin sjálvur, sum heitti á seg um at taka sær av áhugamálunum hjá sambúgvanum, nú hon er vorðin skuldsett. Løgmálaráðharrin, Tor Mikkel Wara, sum hevur lagt upp til at skerpa [...] skuldsett fyri at hava sett eld á bilin og síðan at hava latist, sum um tað var onkur annar ókendur, ið skuldi havt gjørt tað. Í dag gav eisini tingrætturin í Oslo kriminalteknikarum loyvi til at rannsaka húsini [...] rokna við, at skuldsetingarnar móti sambúgvanum hjá løgmálaráðharranum verða sleptar, og at trygdarløgreglan fer at brúka sína orku til at finna veruligu brotsmenninar. Tað var um 13-tíðina í dag, at Laila
ikki fyri, at tað er alfa og omega fyri javnaðarflokkin at vera við til at skipa komandi landsstýrið. -Tað er øgiliga týdningarmikið fyri ein flokk, sum er í framgongd, at hann er við til at stýra landinum [...] rætt her og nú at útiloka nakrar av teimum smærri flokkunum leggur hann aftrat. Álit alt at siga Jóannes Eidesgaard sigur, at tað verður sera spennandi eftir valið, tí vit skulu til at brúka ein heilt [...] flokkarnar. Tað er ikki nokk, at flokkurin og floksformaðurin eru væl umtóktir hjá sínum egnu, men at hann eisini hevur álit millum hinar flokkarnar. Tað kann jú vera, at onkur av smáu flokkunum skjýtur upp
har veit eg, at tú hevur hjálpt mongum at fóta sær aftur og bjarga mongum familjum. Eg eri so stoltur av tær abbi. Tá ið onkur spyr, hvør eg eri, so kennist tað altíð so gott at siga, at eg eri abbasonur [...] løtu siti eg í kamarinum hjá mær umborð og royni at skrivi nøkur orð. Tað fer at kennast undarligt, tá ið Enniberg leggur at bryggju aftur, at tú ikki fert at standa og taka ímóti mær. Tað hevur tú gjørt hvørja [...] skips fyri 13 árum síðani. Tú hjálpti mær altíð at bera í land. Eg minnist sum í gjár, at tú fylgdi mær fyrsta túrin til skips. Minnist at tú hevði hug at reypa eitt sindur fyri Mortani, reiðaranum, hvussu
hevur hesin Tim Severin tá at siga okkum føroyingum, sum umframt at eiga eitt nýtímans samfelag, eisini halda lív í gomlum siðum so sum at drepa grind! - Eg royni ongantíð at siga fólki, hvat tey skulu og [...] vóru bidnir um at rýma, á ein hampuligan og siðiligan hátt, og teir rýmdu. Tim Severin heldur, at tað er umráðandi at lurta eftir tí, sum onnur hava at siga men samtíðis gera greitt, at loysnirnar tú velur [...] Patursson. - Øll samfeløg hava fólk, sum skara framúr. Onkur sum ein kendur politikari, onkur sum ein góður handilsmaður. Eitt heppið samfelag eigur eisini fólk, sum listarliga skara framúr. Tað kunnu vera
meg, at føroyingar roykja so illa. Teir sita allastaðni og roykja. Í øllum førum, har eg havi gingið. Fyrr var púra óhoyrt at tosa um at banna royking. Tað eru fleiri arbeiðsgevarar nú, sum siga við fólk [...] er púra greiður. At ferðast er lærdómur, tú ikki kann lesa teg til. – Eg vil ráða øllum at ferðast, tá høvið býðst. At síggja onnur lond, aðrar mentanir og onnur livikor. Tað er lætt at sita á sofuni við [...] hyggja at ræðuleikunum aðrastaðni. Mín sannføring er, at tú lærir einki av tí. Tá tú stendur og hyggur hesi neyðars fólkini í eyguni, tá veitst tú við vissu, at hesi fólkini eru á lívi. Tá lærir tú, at tað
onki at vísa umheiminum, at vit ynskja at hava okkara viðurskifti í lagi! Skuldi tað hinvegin víst seg, at onkur lóg er, ið ikki gevur teimum við breki somu rættindi sum øðrum, so er tíð uppá at gera nakað [...] helst, at tað er sjálvsagt. Tað merkir eisini, at so hvørt sum livikor sum heild batna í einum landi, eigur samfelagið at taka neyðug stig til, at eisini tey við breki fáa lut í hesi framgongd. Sum nevnt [...] løgmaður boðað frá, at nevnd er sett at fyrireika hetta arbeiði, so sáttmálin kann setast í gildi í Føroyum. So er at vóna, at nýggja landsstýrið fylgir hesum upp og ger sítt ítasta fyri at gjøgnumganga alla