Martin Fjallstein
Felagið og húsið
Tað er so óhugaligt at gera nakrar viðmerkingar til drúgvu greinina hjá Ólavi á Heygnum í Dimmu og Sosialinum 8. februar. Har leggur hann Føroyahúsið og leiðaran undir bæði líkt og ólíkt. Frammanundan hevur hann við skrivi dagfest 16. novembur sent bræv við líknandi skuldsetingum til Mentamálaráðið. Løgin mannagongd at loypa starvsnevndina í Føroyahúsinum um. Men nevndin hevur sjálvandi fingið hetta kæruskriv sent frá Mentamálaráðnum til ummælis.
Ólavur sigur í greinini nú 8. februar, at leiðarin í Føroyahúsinum fortelur alment í Føroyahúsinum um hesa kæru.. Hetta er ikki satt. Eg segði við formannin í starvsnevndini, at eg fór at siga formanninum í felagnum frá, at ein limur hevði sent eina kæru um leiðaran í Føroyahúsinum til Mentamálaráðið. Tað havi eg gjørt. Formaðurin visti ikki av, at slík kæra var send, hóast hon er skrivað á pappír við brævhøvdi hjá felagnum!
Tað er ikki so løgið, at eg geri vart við hetta. Eg eri limur í sama felag og bert í hesum felag. Tó er ikki rætt sum Ólavur sigur, at eg gjørdi meg til lim í felagnum fyri at fáa fríar ræsur at manipulera fólkið móti Ólavi. Ólavur veit, at hetta er ósatt. Sannleikin er, at Ólavur bað meg vera við til at stovna felagið í apríl 1999. Vit hittust 12 mans í Føroyahúsinum 7. apríl at semjast um at keypa gamla kappróðrarbátin Tvørábátin, sum varð smíðaður í sjeytiárunum, og at stovna eitt lítið felag, sum skuldi taka sær av hesum báti, rógva við honum og vísa hann fram, har tað lá fyri. Ólavur, sum var farin undir hetta, var valdur til formann og felagið skuldi telja 20 mans, sum áttu bátin.
Tvey tey fyrstu árini vóru fundirnir í Føroyahúsinum, men so eydnaðist at gera neyst og fundarhøli í Norðhavnini. Gott hús í tveimum hæddum. Tær stóru veitslurnar hava tó verið í Føroyahúsinum. Vit báðir Ólavur arbeiddu væl saman tey fyrstu trý ? fýra árini. Hann hevði nógv jørn í eldinum og hevði nógv og áhugaverd hugskot, sum hann legði fyri meg. Spell var t.d. at hansara stóra verkætlan um skip í Oyrasundi í 1000 ár onga undirtøku fekk. Men nú er vent í holuni. Nú heldur Ólavur, at leiðarin í Føroyahúsinum eigur ikki at vera limur í nøkrum felag her á leið.
Ólavur førir fram á limafundi og nú í bløðunum, at undirritaði manipulerar manningina móti honum. Ikki eiti á, men hetta er reinur heilaspuni hjá Ólavi. Havi hvørki mælt frá eykaaðalfundi ella fimmára veitslu í neystinum ella manipulerað nakran mann at seta seg upp móti Ólavi. At menn, sum eru góðir við bát og neyst, sita og práta um hetta her í Føroyahúsinum, er at fegnast um.. Men ístaðin illgitir Ólavur teir fyri at leggja saman ráð móti sær. Ólavur maktaði ikki at vera formaður fyri felagið. Hann legði sjálvur kongin. Tey bestu evnini hjá Ólavi er visiónir og projektir. Men heldur enn at taka í egnan barm leggur hann eftir leiðaranum í Føroyahúsinum og roynir at gera hann til syndabukk. Ólavi til lítlan sóma.
Óátalað kunna skuldsetingarnar hjá Ólavi á Heygum móti Føroyahúsinum og mær ikki standa. Ólavur ríður niðarlaga og er óærligur. Spell at so góður maður fer so illa.
Her er gott at dansa...
Tað er eydnast saman við nevndini, starvsfólki, sjálvbodnum og feløgum at fáa Føroyahúsið at vera ein virkin miðdepul við fjølbroyttum tilboðum til ung og gomul, mann og kvinnu. Og hetta lag hevur staðið við og verið ment tey síðstu tíggju árini. Eingin ófriður hevur verið um leiðsluna ella virksemið í húsinum. Sum leiðari havi eg roynt at havt gott samstarv við tey feløg, sum eru í húsinum og við onnur feløg her á leið. Tað hevur vanliga borið væl til. Hesi feløg eru Listafelagið, Húsakórið, Talvfelagið, Fótatraðk, Kvinnufelagið og MFS, sum halda til í húsinum. Harafturat hevur verið gott samstarv við ÍF Føroyar, Hvidovrefelagið, Tvørábátin, Sámuelskirkjuna og Kristnastovu, sum øll uppímillum hava okkurt tiltak í húsinum. Eisini tosa vit væl saman við Neystið í Ishøj og Ballerupfelagið. Hesi bæði feløgini hava fundarhøli og brúka vanliga bert tey hølini.
Summi feløg er skjótari til at halda seg framat at lána hølini í Føroyahúsinum, onnur eru heldur sein á sjóarfallinum. So kann sjálvandi onkur lata okkurt orð falla. Tí skal eisini vera pláss fyri. Onkur heldur, at einki rínur við leiðaran, annar heldur, at har man ikki altíð vera lætt at býta sól og mána javnt til øll. Báðir partar kunna hava rætt.
Javnvág rokkin í 2004
Fíggjarliga hevur húsið eisini ment seg aftur. Í 1996 fingu vit 0,9 millj. Kr. í studningi. Trý hesu síðstu árini er talið slakar 1,5 millj. kr. um árið. Húsaleigan er høg. Saman við varmanum er hon í 2004 umleið 780.000 kr. fyri góðar 700 kvm. Lønirnar til leiðara og tvey ? trý starvsfólk afturat er nakað sama talið. So er einki eftir av teimum 1,5 millj. kr. Tí skal nógv vinnast afturat til rakstur, viðlíkahald og tiltøk. Í 2004 vann húsið útvið eina 0,5 millj. kr. afturat. Herav vóru umleið 315.000 kr. inntøka av húsaleigu til onnur. Tey fyrru árini var sera tvørligt, tí so stórur munur var á útreiðslum og inntøkum, men í 2004 rukku vit til javnvág millum hesi bæði. Tað er iva-samt um til ber at fáa hetta aftur at bera til í 2005, men tað eigur at vera málið.
Onkur heldur, at tað rennur frítt úr landskassanum til Føroyahúsið, men soleiðis er sanniliga ikki. Ár um ár hava vit hitt føroysku myndugleikarnar á máli um hetta.. Tíggju landsstýrismenn í mentamálum hava rátt fyri borgum hesi tíggju árini. Kort-ini hevur borið til at taka táttin uppaftur á hvørjum ári. Hetta hava vit hildi verið álitisváttan, sum vit vóna kann standa við. Tað er skilligt, at tá ið táttar í heima á landi, so táttar eisini í hjá okkum.
Ólavsøkan nýggjar umstøður
Ólavsøkan verður hildin í Havn, ólavsøkan verður hildin á Stiklastøðum og ólavsøkan verður hildin í Keypmannahavn og aðrar staðir við. Útisetar hittast á ólavsøku. Onkuntíð hava teir róð. Tó tey síðstu 15 ? 20 árini í Keypmannahavn hevur hon verið hildin í hølunum hjá Føroyahúsinum, og tey síðstu tíggju árini ella meira hevur Føroyahúsið skipað fyri. Tað hevur mangan verið harður kostur í fagrasta summarveðri at vera inni í fullsettum húsi við vertskapsfólki og hitin uttanfyri er oman fyri 30 stig.
So kom nýggi mentanarmiðdepilin undan kavi fyrraári úti á Kristianshavn, sum kallaðist Bryggjan. Har er bryggjupláss, havnarlag og frálík hús. Stjórin á Bryggjuni Mortan Melgaard og stjórin á føroysku sendistovuni har, Tryggvi Johansen, heittu báðir á okkum um at umhugsa at skipa fyri tiltøkum har t.d. at hava ólavsøkuna har.
Tað var nú lættari sagt enn gjørt. Bæði fíggjarliga og manningarliga kundi hetta vera torført at fáa upp í lag á hásumri herniðri. Tað skuldi vendast nakrar ferðir í huganum fyrst og nevnast fyri ymsum. So í januar í 2004 var heitt á feløgini um at koma á fund um hetta og saman at royna at vita, um vit ikki kundu fáa hetta at bera til. Skjótt var ein arbeiðsbólkur settur. Niels Salmony úr Neystinum varð valdur til formann, og ídnaðri formann skalt tú leita leingi eftir. Ólavsøkan 2004 á Bryggjuni gjørdist veruleiki og eydnaðist væl við kappróðri, útvarpsróðri úr Havn, matsølu, konsert og dansi. Mong mæltu til at taka táttin uppaftur næsta ár, og nú verður tað roynt.
Ólavsøka er hvørt ár og liggur á sama degi hvørt ár. Norðurlendsku Róðrarstevnurnar hava verið annaðhvørt ár og kunna halda áfram á sama hátt. Tað er eingin grund til at leggja tær so nær upp at ólavsøkuni, at vit vera hvørjum øðrum til ampa. Heldur skula vit standa saman um bæði. Tað var sera hugnaligt og væleydnað á Tvøroyri og aftur í Slesvig í fjørsummar.
Medaljan hevur tvær síður
Einki er at ivast í, at ikki øll kunna vera nøgd við Føroyahúsið, sum tað er nú. Treyðugt so. Heldur ikki eg eri nøgdur, tí so nógv er enn ótroytt. Men fá ella eingin ber nakað fram. Flest øll ásanna helst, at flestu mál og spurningar kunna loysast. Hetta er eitt tíðarskeið hjá Føroyahúsinum. Tá ið hesin leiðarin fer, tekur annað tíðarskeið við og har vera nýggjar avbjóðingar. Húsið er sum ein medalja við tveimum síðum ella sum í Dimmu 8. februar: Á síðu 7 er onnur síðan á medaljuni hjá Føroyahúsinum (greinin hjá Ólavi), tað er skuggasíðan, og á síðu 12 er hin síðan á medaljuni (greinin hjá Símun Konoy), tað er sólsíðan. Báðar finnast í huganum hjá fólki, men báðar kunna neyvan vera sannar ísenn um Føroyahúsið. At vera leiðari í Føroyahúsinum er eisini sum við medaljuni: ein góð og bjørt sólsíða við hugnaligum fólki, hugnaligum løtum og væl eydnaðum tiltøkum, men eisini ein skuggasíða við illgrunasemi og misáliti og harafturat við mistreysti og vónbrotum ? akkurát sum allar aðrar staðir, har fólk eiga okkurt í felag. Skal húsinum vera lív laga, ræður um at fáa so nógv á sólsíðuna sum til ber. Tað verður altíð onkur rangvørgur, sum heldur vil økja um skuggasíðuna. Stokk-utur er varmin, segði kellingin......