Gløgt er gestins eyga, sigur onkur.
- Turkar vita ómetaliga lítið um føroysk viðurskifti. Tað eru helst fá, sum kenna hetta lítla oyggjasamfelagið. Tað einasta, vit seta í samband við Føroyar er grindadrápið. Grindadrápið er størsta hóttanin móti tykkara umdømi, sigur hann á sínum brongluta enska máli.
60 ára gamli Dr. Orhan Kural hevur sett sær fyri at vitja øll londini í heiminum. Fyri tveimum vikum síðani tók hann fyrstu fetini á føroyskum lendi. Tað var hansara land nummar 227. Umframt at vera gitin tíðindamaður og friðaraktivistur, er Dr. Kural oddamaður í einum turkiskum ferðabólki, sum ferðast kring heimin. Hesin ferðabólkurin verður í Føroyum seinni í ár.
– - Felagsskapir sum Greenpeace hava lagt nógva orku í stríðið um hótt djórasløg, og hetta er eisini eitt veruligt stríðsmál. Eg dugi ikki at síggja yvirhøvur, hvussu grindadrápið gagnar tykkara samfelag. Tit eru væl fyri, og fáa mat í munnin uttan grind. Tit drepa bara fyri at drepa, og tað hevur einki endamál. Eg veit, at tað er ein aldargomul siðvenja, men tað einasta, eg visti um Føroyar, áðrenn eg fór at lesa um tykkum, var grindadráp. Vælsignaðu tit, gevist, tí tað gevur umheiminum eina heilt aðra fatan føroyingum. Eina fatan av, at tit eru fullkomiliga hjartaleysir. Tað veit eg, at tit ikki eru, sigur Dr. Kural.
Roykja illa
Dr. Kural hevur verið fremsti talsmaðurin í heimlandinum fyri at bannað royking. Tað hevur støðugt eydnast at minka um nýtsluna av sigarettum, hóast tað framvegis er ómetaliga langur teinur eftir á málið. Hann fekk ein hvøkk, tá hann skimaðist í Havnini. Turkiski professarin kom til eina greiða niðurstøðu eftir einari lítlari løtu. Tað var fríggjakvøld í juni.
– Tað undraði meg, at føroyingar roykja so illa. Teir sita allastaðni og roykja. Í øllum førum, har eg havi gingið. Fyrr var púra óhoyrt at tosa um at banna royking. Tað eru fleiri arbeiðsgevarar nú, sum siga við fólk, at royking hoyrir til privatlívið. Tað hevur verið ein stór menning á hesum økinum, sigur Dr. Kural. Hann vísir á, at størsta turkiska frambrotið á hesum økinum er, eftir hansara tykki, at politisku myndugleikarnir settu forboð ímóti at roykja í almennu bussunum.
Øll skulu ferðast
Dr. Ohran Kural er virkin sum tíðindamaður. Hann hevur egnu sendingar í turkiskum fjølmiðlum, sjónvarpi og útvarpi, har hann sigur frá sínari ferð kring heimin. Hansara boðskapur er púra greiður. At ferðast er lærdómur, tú ikki kann lesa teg til.
– Eg vil ráða øllum at ferðast, tá høvið býðst. At síggja onnur lond, aðrar mentanir og onnur livikor. Tað er lætt at sita á sofuni við beinunum á borðinum og hyggja at ræðuleikunum aðrastaðni. Mín sannføring er, at tú lærir einki av tí. Tá tú stendur og hyggur hesi neyðars fólkini í eyguni, tá veitst tú við vissu, at hesi fólkini eru á lívi. Tá lærir tú, at tað eru fólk á hesi klótini, sum eru í stórum, stórum trupulleikum, sigur Dr. Kural.
Vitjanin í Føroyum verður umrødd í einum av hansara sendingum næstu dagarnar.