Klaksvík: - Hvat sigur tú, - hevur tú virkiliga Fly London, Bergtóra?! Tað var ordiliga gott. Tað má eg simpelthen bara keypa! Sigur tú "Fly London" so halda fólk flest uttan iva, at hetta hevur okkurt við [...] part styvlar og skógvar at fáa til keyps, men eisini nógv "tilbehoyr", sum til dømis: Beltir, smúkkur, taskur og annað til kvinnuna. Handilin vendir sær tí fyrst og fremst til ta smartu kvinnuna, men menn [...] innar. Líkt er til, at tær báðar kennast rættiliga væl. Tær heilsa stutt uppá hvørja aðra, tí hin gentan hevur eini ørindi við kassan: Hon skal avheinta eitt par av styvlum, sum hon hevur lagt av. - Hesir
at føroyski veljarin hevur havt høvi til at nýta internetið til at finna útav, hvussu teirra egnu sjónarmið samsvara við sjónarmið hjá teimum ymsu valevnunum. Og sera nógv fólk hevur verið inni á heimasíðuni [...] leggur tó dent á, at hetta ikki er ein kanning, sum spyr, hvønn flokk ella hvat valevni, fólk fara at seta krossin við. - Kanningin hevur til endamáls at geva eina mynd av, hvørjar meiningar samsvara best við [...] eitt sera gott amboð at nýta, um tú vilt finna útav, hvussu tínar meiningar samsvara við tey ymsu valevnini. Serliga er tað áhugavert at síggja, hvørji valevni, sum tú kanska ikki hevði hugsað um frammanundan
nøkrum árum síðani og fram til í dag, hevur trendurin verið, at matskráin skal vera so útlendsk sum tilber. Tað hevur staðið upp á pizza, spaghetti, pasta og annan italienskan mat, ella kinesiskt, turkiskt, [...] av. Serlig matskrá Men skal tú hava eina matstovu, so eru karmarnir ikki nóg mikið, tú skal eisini hava eina matarskrá. - Tað var soleiðis, at vit spurdu okkum sjálvar, hvat vit høvdu vilja havt, fóru vit [...] riggað, um vit lógu á nummar 12 ella 18, men júst 11 virkar, sigur Allan Hjaltalin. Men hóast matstovan bert hevur góðar tríggjar mánaðir á baki er 11 longu kend sum staðið, har tú fært mammusa mat.
alivinnuna, á reiðaríum ella skipasmiðjum. ##med2## Aspirantskipanin riggar Ein annar útbúgvingarmøguleiki á Vinnuháskúlanum er aspirantskipanin. Gjøgnum hesa skipan kanst tú útbúgva teg til skipara, skipsførara [...] at arbeiða. Tey flestu fara beint til arbeiðis, men summi velja eisini at lesa víðari, til dømis innan verkfrøði og leiðslu á Setrinum, DTU og CBS. Tað veldst um, hvat man vil, sigur Símun Poulsen. Greinin [...] Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum – skúlanum, har til ber at lesa til maskinmeistara og navigatør. – Hesar útbúgvingarnar eru viðkomandi og aktuellar upp á nógvar mátar. Hetta eru altjóða viðurkendar
strukturella hallinum til lívs. Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eina røð av uppskotum, alt frá at taka burtur stuðulsskipanir til bygnaðarligar broytingar. Alt uppskot, sum tú ivaleyst kennir til frá tínari tíð [...] politikkarar. Eg havi roynt verri tíðir fyrr og veit, hvat krevst politiskt. Tá vóru vit meira ella minni noydd at hava eina politiska styrki til at taka ópopulerar avgerðir. Men kanska er politiski ryggurin [...] hugskot, og so krevja tað gjøgnumført her og nú. Men tað hevur týdning – bæði at taka eina sníkjandi kreppu í álvara og samstundis ikki at eggja til eina enn verri kreppu. Bankapakkarnir vóru eitt felags
finnast lesiætlanir til allar aldursbólkar í fólkaskúlanum, sum nágreinliga siga, hvat næmingar skulu læra í einstøku lærugreinunum. Og henda lesiætlan er galdandi í øllum skúlum úr Sumba til Viðareiðis. Sum [...] stór stig skulu takast. Skal bara minna á, at flyta vit tildømis allar næmingarnar í Kvívík til Vestmannar ella til Kollafjarðar at ganga í skúla, so taka vit hjartað úr Kvívíkar bygd. Hetta er heilt burturvið [...] fyritøkur ella skúlar. Tað sýnist, sum summi fólk halda, at samanleggingar loysa allar trupulleikar, men so er ikki. Besta dømi er samanleggingin av Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya. Aftur til kjaksendingina
í heimi, tað hevur verið við til at givið okkum eina stjørnu í hesari vinnuni. Fiskidagaskipanin, sum í mun til so mangar aðrar skipanir, er ein skipan, sum vinnan sjálv er komin við, hevur stóra undirtøku [...] men í mun til so nógvar aðrar flokkar, so leggja vit dentin á, at vælferðin byggir á, at vit hava eina vælvirkandi vinnu. Hevur vinnan tað gott, so kann samfelagið eisini hava tað gott. Tá ber til at hava [...] niður, so tann einstaki borgarin sjálvur kann velja, hvat og hvussu hann ella hon vil brúka peningin. Vit eru øll brúkarar av vælferð. Men har ber tað til, at hin einstaki sjálvur rindar fyri tær tænastur
heimafur til ásetta tíð. Mamma segði altíð, at soleiðis skuldi tað vera, tá man var ungur. - Hvat segði mamma, tá tú klænkaði so ógvusliga nógv og ikki át nakað? - Í fyrstuni legði hon tað ikki til merkis [...] hending, sum var orsøk til tað. - Tað var tá eg fór til skúlalæknan, og hann segði bart út, at eg var ov feit og skuldi klænka meg 10 kg. - Eg vigaði tá 62 kilo og var eini 157 cm til hæddar, so eg havi helst [...] var sjúk, har hon hevur skrivað upp, hvussu nógvar kaloriir hon fekk hvønn dag, og hvussu nógv hon vigaði. Í bókini stendur, at hon hevur etið 400 - 500 - 350 kaloriir hvønn dag., til at enda eitt stórt
umsorgan hann hevur havt fyri mínum dreingjum, alla ta tíð teir hava spælt fótbólt, avheintað teir á veg til venjing, koyrt teir til dyst, tá teir vóru yngri. Eg veit, at Rúni eisini hevur verið nógv fyri [...] smádrongur. Eg kendi Rúna sum ein stillan og smædnan drong, men altíð við einum smíli, tá tú møtti honum, ella vart saman við honum. Eg hevði tað gleði, at arbeiða saman við Rúna í LÍF í fleiri ár. Eg [...] steðgaði ikki leingi, tí tað var okkurt hann skuldi. Tá eg spurdi hvat hann skuldi, svaraði hann »Eg skal í LÍF-húsið«. Mínir tankar leita til tykkara, Anna, Petur Jacob og systkini. Saknurin verður stórur
Tilfar mátti fáast til vega, men vegur var og er eingin til hesi hús. Í Niðristovu á Oyri høvdu tey hest, og pápi fór við hestinum av Oyri at hjálpa til at fáa tilfarið niðan til hesi húsini, og pápi [...] heldur bátin við líka, umvælir súkkluna og fær veiðuna til høldar. Pápi hevur altíð verið sera arbeiðssamur og hevur egnt nógvar stampar á Stongunum líka til dagin í dag. Hann fylgir væl við útróðri og fiskiskapi [...] handlinum keypti tú bara tað allarmest neyðturviliga, ið ikki kundi fáast til vega heima við hús. Tað hevði tí sera stóran týdning at fáa sum mest burtur úr øllum tilfeingi og at fara væl um tað, tú hevði, og