Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur
-------------
Fólkaflokkurin verður mettur at vera hin mest høgravendi flokkurin í føroyskum politikki. Tá ið hann varð stovnaður, var talan um eina samanrenning millum Vinnuflokkin og einum parti úr Sjálvstýrisflokkinum við Jóannesi Paturssyni á odda. Síðani hava tit gjørt tað til eina dygd at vera flokkurin, ið verjir og virðir vinnuna. Kortini so sigur flokkurin seg vera sosialliberalan. Tað er eitt heiti, ið mong knýta til miðjuna í politikki?
– Fólkaflokkurin ER ein sosialur flokkur, men í mun til so nógvar aðrar flokkar, so leggja vit dentin á, at vælferðin byggir á, at vit hava eina vælvirkandi vinnu. Hevur vinnan tað gott, so kann samfelagið eisini hava tað gott. Tá ber til at hava vælferð. Men vinnan má hava frítt at virka uttan at verða dígd undir í skatti og lógaravmarkingum. Tað er her, at tað liberala kemur inn. Annars kann hon ikki trívast. Persónliga frælsið er tó ikki bert ætlað virkiseigarum. Øll skulu hava frælsi og møguleika til at lívbjarga sær sjálvum. Og tað kunnu tey flestu, verður tað skipað so. Onkur verður, ið ikki megnar tað, og teimum skulu vit hjálpa. Tað er tað, vit leggja í, at Fólkaflokkurin eisini er ein sosialur flokkur.
Sosialpolitikkur verður mangan settur at vera tað sama sum ein umfordeiling um skattin. At tey, ið eru betur fyri, skulu lata til tey minni mentu um skattin. Tað kann neyvan vera tað, tit hugsa, eftirsum tit vilja hava skattin niður.
– Nei, so avgjørt ikki. Skatturin skal niður, so tann einstaki borgarin sjálvur kann velja, hvat og hvussu hann ella hon vil brúka peningin. Vit eru øll brúkarar av vælferð. Men har ber tað til, at hin einstaki sjálvur rindar fyri tær tænastur, sum tað almenna í dag tykist at lata fyri at einki. Í nógvum førum kann tað verða skipað, so gjaldið er knýtt at borgaranum. T.d. at gjaldið fylgir barninum, ið skal ansast. At gjaldið fylgir ungdóminum, ið skal hava útbúgving. Og nakað tað sama, tá ið tað kemur til tey eldru, ið krevja røkt. Tað merkir so eisini, at tær tænastur, ið hava við vælferð at gera, ikki partú skulu keypast frá almennum stovnum. Tú fært eitt val. Og tey, ið bjóða tænasturnar, mugu skerpa seg, tí tey koma í kapping við aðrar veitarar. Tað skuldi so aftur komið borgarunum til góðar, tí tey fáa betri vælferðartænastur í boði.
Sum nýkosin formaður vart tú frammi herfyri við einum uppskoti um eina búskaparsemju, sum skuldi tryggja bæði vælferð og sjálvstýri. At avlopið í landskassanum skuldi brúkast helvt um helvt til vælferð og at fáa blokkin úr Danmark niður, um eg skilti tað rætt.
– Við tí búskaparvøkstri, vit uppliva, mugu vit duga at húsast. Tað er so skjótt, at alt fer til ein blindan vøkstur í tí almenna sektorinum, men uttan at vit fáa meira vælferð. Samstundis mugu vit ikki missa málið úr eygsjón at gera okkum leys av blokkstuðlinum úr Danmark. Okkara uppskot er tí, at vit brúka helvtina av vøkstrinum til meira vælferð, og hina helvtina til at minka um blokkin. Taka vit eitt ár sum í ár, har vit vænta at fáa eitt avlop upp á góðar 200 mió. krónur, so hevði borið til fyri komandi ár at brúkt 100 milliónir meira til vælferð, og at goldið 100 milliónir sjálvi av tí, ið blokkurin fíggjar í dag. Men tað krevur eina semju, ið røkkur nógv ár fram. Siga vit, at vit í dag fáa góðar 600 milliónir í blokkstuðli, umframt aðrar 100 milliónir, ið danir lata upp á aðrar mátar, so tosa vit um eitt árligt gjald upp á 700 milliónir. Taka vit 100 milliónir burt hvørt árið, so er tað ikki órealistiskt, at vit kunnu vera leys av blokkinum í 2015.
2015 er árið, tú setur sum eitt evstamark fyri, nær allar yvirtøkur skulu verða framdar, sum tað ber til sambært yvirtøkulógini.
– Ja, tá liggja eingir pengar ímillum. Tá ber so eisini til at hava fólkaatkvøðu um einar sjálvstøðugar Føroyar. Tað hava vit sett okkum fyri, at vit skulu hava fólkaatkvøðu um henda spurningin ikki seinni enn 2015. Men vit mugu hava slætt borð fyrst, so tað ber til at lata Føroya fólk hava ein veruligan avgerðarrætt.
Slætt borð. Hví hevur tað so stóran týdning?
– Tað var tað, vit lærdu, tá ið vit samráddust við danir um at gera Føroyar leysar og skipa viðurskiftini millum londini sum ein frælsan felagsskap. Vit høvdu roknað okkum fram til, at vit kundu vera leys av blokkinum innan fyri 15 ár. Men danir vildu ikki. Teir søgdu 4 ár, um vit skuldu gerast leys. Og so hvarv undirtøkan millum fólk, tí tey sóu, at vælferðin kom í vanda. Nú gera vit tað so øvugta vegin. Vit gera okkum leys av blokkinum, yvirtaka tað, vit kunnu, og venda so aftur til spurningin um at skipa Føroyar og Danmark í ein frælsan felagsskap. Tá kunnu føroyingar taka støðu til tann spurningin á fólkaatkvøðu, uttan at alt møguligt annað hongur uppií og órógvar.
Tú hevur í hesum sambandi samanborið Føroyar við tannáringin, sum er mitt í eini búningarprosess.
– Ja, vit mugu royna at gerast vaksin. Tað vilja øll. Men tað krevur, at tú verður førur fyri at gerast leysur av foreldrunum. Og at tú lærir at húsast við pengunum. Okkara uppskot um eina búskaparsemju hevur bæði hesi við. Enn eru vit tó ein tannáringur. Tað mugu vit ásanna. Men ein tannáringur, sum stendur fyri at gerast vaksin.
Tit vilja, at Føroyar gerast vaksnar. Ella við øðrum orðum: Fáa fullveldi. Hví hevur tað so stóran týdning?
– Tað er fyrst og fremst í altjóða viðurskiftum, at hetta hevur týdning. Vit síggja tað ferð eftir ferð, at danir hava onnur áhugamál enn vit, og at teir ikki eru førir fyri at umboða okkum, soleiðis sum vit kundu hugsað okkum tað. Vit síggja tað millum annað í ES, har tað bara versnar, tí danir hava valt at lata alt meira av politikkinum verða samskipaðan við hini ES-londini, m.a. á uttanríkisøkinum. Fyri Føroyar hevur tað alstóran týdning, millum annað á fiskivinnuøkinum, at vit kunnu umboða okkum sjálvi.
Hvat gera vit so, meðan vit bíða? Tað eru nøkur ár til 2015.
– Vit skulu ikki sita hendur í favn til 2015. Tað finnast fleiri felagsskapir fyri m.a. vinnulív og mentan, sum vit kunnu koma okkum uppí. Tá ið tú vitjar ST-høvuðsborgina í New York finnur tú útav, at tað eru fleiri felagsskapir til, ið skipa seg nærmast leysar av stjórnunum hjá sær. Vinnulívið í teimum ymsu londunum hevur felags áhugamál á nógvum økjum og ganga tí saman í samstarv. Vit kunnu væl vera við í sovorðnum samstarvi, hóast vit ikki hava fingið fullveldi.
Tá ið so er, er tað so neyðugt við fullveldi?
– Ja, tað er lættari at vera við, tá ið landið hevur støðu sum fullveldi. Okkara støða sum partur av Danmark gevur okkum javnan óneyðugar trupulleikar. Og vit mugu hava okkara egnu ambassadur runt um í heiminum.
Er tað realistiskt hjá lítlum landi sum Føroyar?
– Vit kunnu sjálvsagt ikki hava ambassadur allastaðni. Men vit kunnu gera sum t.d. Ísland: Biðja onnur Norðurlond umboða seg, eventuelt hava fólk á teirra sendistovu. Sjálvt tey stóru Norðurlondini lata seg javnan vera umboðað av hvørjum øðrum.
Nú vart tú inni á, at Danmark ikki altíð umboðaði Føroyar í ES, soleiðis sum vit vildu gjørt tað sjálvi. Samstundis er tað so, at Fólkaflokkurin ikki ynskir at gerast limur í ES. Hví hava tit sovorðnan skepsiss fyri ES? Hjá einum borgarligum flokki sum Fólkaflokkinum átti ein felagsskapur, sum leggur dent á tey 4 frælsini fyri kapitali, arbeiðsmegi, vørum og tænastum, ein sovorðin felagsskapur átti at verið tann rætti fyri tykkum.
– Vit hava ikki trupulleikar mótvegis ES, tá ið tað ræður um tey fýra frælsini. Har síggja vit ongan vanda uttan í spurninginum um tilfeingið, fiskurin og oljan. Vit høvdu fegin viljað havt avtalur við ES, har arbeiðsmegi, vørur og tænastur høvdu frítt at fara millum okkum og tey.
Men tá ið tað kemur til íløgur eru tit trek. Tit hava ikki hug at lova útlendingum at eiga meira enn ein triðing í fiskiflotanum.
– Vit duga væl at síggja tað positiva í at fáa útlendingar at gera íløgur í vinnulívið her á landi. Men akkurát fiskivinnan er serlig. Tað er so skjótt, at útlendingar fara avstað við øllum. Vandin er, at tann dynamikkurin, sum er, hvørvur. Saman við tilfeinginum. Men annars so vil eg siga, at júst á fiskivinnuøkinum hava vit einki at læra av ES. Teirra fiskivinna liggur í skeljasori. Hatta hava vit dugað nógv betur sjálvi.
Fiskivinnan tykist at hava eina serliga støðu hjá Fólkaflokkinum. Og umvent. Vit síggja tað ikki bara í ES-spurninginum, men eisini í spurningum sum frádráttin hjá fiskimonnum og í sambandi við keyp og sølu av fiskirættindum. Hvussu ber tað til, at tað er blivið so?
– Hjá einum flokki, sum er vinnuflokkur, er tað at hava umsorgan fyri høvuðsvinnuna heilt náttúrligt. At vit so eisini fáa viðurkenning og undirtøku frá hesum partinum av samfelagnum kunnu vit bara gleðast um. Tað hevur ivaleyst samband við, at vit eru tann flokkurin, ið hevur umsitið fiskivinnuna mest. Tað, at vit uttan at himprast hava tikið fiskidagaskipanina til okkum og vart hana bæði her á landi og úti í heimi, tað hevur verið við til at givið okkum eina stjørnu í hesari vinnuni. Fiskidagaskipanin, sum í mun til so mangar aðrar skipanir, er ein skipan, sum vinnan sjálv er komin við, hevur stóra undirtøku millum fólk í vinnuna. Tað er tað, sum ger hana so sterka samanborin við aðrar. Ja, og lat meg leggja afturat, at tað stríð, ið plagdi at vera millum veiðihættir, tað hoyrist lítið til tað, eftir at fiskidagaskipanin kom at virka. So eisini á hesum økinum hevur hon víst sítt virði.
Tit eru eisini fremstu verjar av sjómannafrádráttinum. Tað gevur tykkum ivaleyst eisini undirtøku millum fiskimenn. Men er tað ikki í andsøgn við at vera ein liberalur flokkur? – At ein samfelagsbólkur fær serligar sømdir?
– Eg haldi ikki, at tað er rætt at siga, at fiskimenn ella sjómenn fáa sersømdir. Aðrir samfelagsbólkar, ið fara av landinum í arbeiðsørindum, hava sínar skipanir. Alment lønt fáa dagpengar, tá ið tey eru burturi. Skattafrítt. Handverkarar hava sína skipan. Tað var tað, vit løgdu okkum eftir, tá ið vit fingu hesa skipanina fyri sjómenn. At fáa javnvág. Anfinn Kallsberg var landsstýrismaður tá og vildi hava eina skipan, ið gjørdi, at t.d. fiskimenn ikki vórðu harðari skattaðir enn í londunum rundan um okkum, har tað var heilt vanligt at geva sjómonnum skattafrádrátt. Tað hoyrir eisini við til myndina, at teir borgarar, ið eru nógv burturi, ikki kunnu njóta tað sama burtur av tí, ið tað almenna annars veitir sínum borgarum.
Hesin spurningurin hevur saman við spurninginum um Sandoyartunnilin elvt til trupulleikar í samgonguni. Tit hava hildið uppá, at tað er rættari at spara í almenna rakstrinum enn í íløgunum. Tað reisir spurningin, um tit ikki seta vælferðina í váða?
– Vit siga, at vit skulu halda aftur í økingini av útreiðslunum. Minst til, at tá ið vit tosa um landskassan, so eru 92 % rakstur og bert 8 % íløgur. So vit halda ikki, at tað er rætt at seta hesi átta prosentini upp í móti rakstrinum. Tað er talið nóg avmarkað til frammanundan. Men tey 92 prosentini, sum bara økjast, har er uppgáva at ansa eftir.
Nú tað stundar til val, vil eg spyrja, hvørji mál, Fólkaflokkurin vil leggja serligan dent á at fáa framt?
– Tá vil eg siga tað sosialliberala við øllum tí, tað inniber, m.a. skattalættar. Og at vit koma á mál við sjálvstýrismálinum.
Búskaparsemjan, er hon partur av hesum?
– Tað er hon, tó at mær hevði dámt best, at vit høvdu fingið hesa semjuna millum allar flokkar áðrenn valið. Helst við lóg.
Hvørjar samgongumøguleikar hevur tú fremst í huganum?
– Yvirhøvur haldi eg, at samgongur við trimum stórum flokkum roynast frægast. Fólkaflokkurin hevur verið í samgongu við hinar tríggjar av teimum stóru, so har eru fleiri møguleikar.
Um tit koma í samgongu aftur, hvørji málsøki vilja tit so serliga leggja tykkum eftir at fáa at umsita?
– Eg síggja soleiðis uppá tað, at hatta má valdast, hvat ið vit fáa við í samgonguskjalið. Har, sum vit fáa okkara politikk í samgonguskjalið, hevur tað ikki somu neyð at fáa málsøkið at umsita. Tá er frægari at fáa eitt málsøki, har politikkurin hjá okkum ikki er komin so týðiliga til sjóndar í samgonguavtaluni.
----------------------------------
Fólkaflokkurin á løgtingi
Vald umboð
Fólkaflokkurin varð stovnaður í 1939 sum ein samanrenning av Vinnuflokkinum og fólk úr Sjálvstýrisflokkinum, teirra millum Jóannes Patursson. Fólkaflokkurin hevur síðani hann varð stovnaður verið ein av størstu flokkunum á tingi. Á tveimum valum undir krígnum vantaði bert ein mann í at eiga meiriluta. Eftir seinna heimsbardaga, tá ið vit fingu eitt flokkamynstur við fýra stórum flokkum og so úr einum og upp í fleiri smærri flokkar, hevur Fólkaflokkurin verið ein av teimum fýra stóru. Tað minsta hann hevur fingið, var í 1994, tá ið hann fekk 16 %. Tað frægasta úrslitið var í 1950, tá ið flokkurin fekk 32,3 % og varð størsti flokkur – tað hevur flokkurin síðani bert roynt eina ferð aftur: í 1988 við 23,2 %. Fólkaflokkurin fekk á valinum í 2004 20,6% og hevur í dag 7 umboð á løgtingi.
Mest niður í veljarakanningunum
Síðani seinasta løgtingsval januar 2004 hevur tað gingið mest niður í veljarakanningum. Á seinasta løgtingsvali fekk flokkurin 20,6 %. Í kanningunum síðani valið hava allar uttan ein í juni 2006 spátt afturgongd fyri flokkin. Úr 1 til 3 % afturgong. Tann seinasta hjá Fynd í hesum mánaðinum gevur flokkinum 18,4 %.
Meðal hampa flokkur
Flokkurin er borgarligur flokkur. Liberalur og við sjálvstýri frammalaga í stevnuskránni. Hyggja vit at, hvussu veljaraskarin er samansettur sosialt, so síggja vit, at løntakaraveljararnir býta seg, so hann líkist landinum sum heild. Í so máta er býtið ímillum fólkafloksveljarar næstan ein spegilsmynd av landinum í síni heild. Sum ein flokkur, ið ger nógv burturúr at vísa fiskivinnuni og fiskimonnum ans, kundi tú kanska vænta, at sjómenn sóust betur aftur. Prosentvíst rúgva teir eitt sindur meira enn í samlaða veljaraskaranum undir einum. Men bert eitt vet. Sjálvandi: Hetta er heldur ikki júst tann samfelagsbólkurin, ið tekur lut í veljarakanningum, so tølini verða minni sum heild.
Við í nógvum samgongum
Fólkaflokkurin er í løtuni í einari ABC-samgongu. Tað vil siga saman við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum. Hann er ikki óvanur við at vera í samgongu. Næstur eftir Sjálvstýrisfokkin, er hann tann flokkurin ið hevur verið mestu tíðina í samgongu. Hann hevur verið í 13 av teimum 22 samgongunum, ið hava verið í eftirkrígstíð. Tað er ikki meira enn góð helvt, men Fólkaflokkurin hevur verið við í fleiri av teimum drúgvu samgongunum, so tá ið vit telja ár, so tosa vit um knappliga 38 ár tilsamans av umleið 59 árum. Samansetingin hevur verið so ymisk. Hann hevur luttikið í høgrasamgongum, stundum við miðjuflokkum afturat, sjálvstýrissamgongum umframt í trimum ”stórum” samgongum. ACE saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum 1975-1981. ABE saman við Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum 1989-1991. Og so í sitandi ABC-samgongu. Harumframt hevur hann roynt aðrar samansetingar, eitt nú einsamallur saman við Javnaðarflokkinum 1991-1993.
Tríggjar løgmenn
Fólkaflokkurin hevur átt løgmannin í 5 samgongum. Hákun Djurhuus í sonevnda Sjálvstýrislandsstýrinum aftur í 60-árunum. Jógvan Sundstein í 2 samgongum 1989-1991. Og so Anfinn Kallsberg í sonevnda Fullveldislandsstýrunum frá 1998-2004.