jarðarviðurskifti og onnur mál heldur eru hóskandi til menn. So einfalt er tað jú ikki og kanska júst tí at samfelagið er so uppbýtt, er tað átroðkandi at arbeiða fyri, at bæði kyn verða væl umboðað innan [...] Lógin sigur ikki, at kvinnur skulu takast framum menn! Hvørki við starvssetan ella til nevndarsess! Lógin sigur, at kvinnur og menn skulu hava somu møguleikar innan øll øki. Tað merkir, at tað eru kvalifikatiónir [...] innan øll øki. Og ikki minst í nevndum og ráðum, sum sett vera at ávirka gongdina í samfelagnum, sum vit øll skulu liva í. Nýhugsan og opið sinni skal til at broyta vanahugsan og fordómar. Við lógini er
tann, at tað er løgmaður, sum hevur ábyrdina av kommunikatiónini í Tinganesi, og tað riggar væl, og tað er Atli Hansen, sum hevur ábyrgdina av kommunikatiónini við flokkin og við baklandið, og tað kann [...] til 84. Tað var uppá sama máta við honum tá, men tað er greitt, at í einum politiskum arbeiði er man noyddur til at arbeiða undir slíkum viðurskiftum og má tola slíkt. Eilif Samuelsen sigur, at tað vísir [...] vísir seg, at í tinginum eru tað samgongufólk, sum eru eins egnu mótstøðufólk. -Er hetta sakligt, so kann tað vera gott, men oftani fer tað ov langt. Ein eigur í hvussu er at vera solidariskur við ta samgongu
Mikkelsen. Hann segði at tað var ein kapping í Íslandi áðrenn jól, og spurdi um eg var áhugaður at fara. Eg svaraði at tað kundi eg ikki, men spurdi hann um kappingina í februar, og hvussu tað bleiv vid innbjóðingini [...] Hann helt tað eisini verða for galið. Eg nevndi fyri honum, at hann sat sjálvur í samskipanarbólkinum. Ja, segði hann, hann hevði lisið tað í bløðunum, men visti ikki meira. Sigast skal her, at Suni Merkisstein [...] Jú, svaraði hann, tað bleiv avgreitt fyrsta dagin, men tú tú, helt hann barnsliga fram, tað er møguleiki fyri at Anatoly Karpov kemur!? Føringarnir blivu ikki avgreiddir fyrsta dagin og Anatoly Karpov var
ikki at síggja, at tað skal vera so galið at fremja hesa ætlanina, sum hóast alt gevur 900 fermetrar aftrat, og hetta er bíligari enn at byggja nýtt, sigur Kristian Magnussen, sum leggur aftrat, at henda [...] byggiætlanina frá 1991 og at fara undir fyrsta byggistig beinanvegin. Tey halda einastu røttu leiðina at ganga vera at byggja nýggju húsini, so hvørt sum ráð eru. Tey hava einki álit á, at umbygging bara kostar [...] n, hevði hann enn ikki fingið áheitanina og kendi ikki annað til hana enn, tað hann hevði sæð í bløðunum. - Øll munnu vera samd um, at tað rætta hevði verið at bygt eftir ætlanini frá 1991, men hon kostar
sangari var ein sum sang høgt, sum hevur gjørt tað. Tað er bert at gleðast um, at hendan traditiónin er slept »med alla«. Eitt er víst, og tað er, at vit koma at hoyra meira til hesar ungu solosangarar í komandi [...] sungu 5 sangir, og tað skal sigast, at áhoyrararnir blivu ikki troyttir av teimum, hóast tað mangan er so, at áhoyrararnir lurta eftir børnunum, bert fyri at vera fittir. Eitt stuttligt var at leggja merki [...] Langseth. Hesin sangurin fer ivaleyst at verða sungin av fleiri føroyskum kórum At enda kann sigast, at Heimamissiónin hevur megnað at skapt eina sangtraditión, sum neyðugt er at lívga um. Men sum støðið
Niklas Foldbo. Tað er onkur, sum hevur ført fram, at tað kann væntast so nógv pappírsarbeiði, nú lógirnar skulu broytast. Men formaðurin í Kirkjuráðsfelagnum væntar ikki, at tað fer at broyta nakað stórvegis [...] fyri Nes Sókn og formaður í Felagnum fyri kirkjuráðslimir, at hesi størv ganga í arv. Tað sær út til, at summar familjur líkasum leggja eina æru í at røkja hesi kirkjuligu størvini. Tað kunnu tó vera ymiskar [...] sigur hann. Og tað eru hesar lógir, arbeitt hevur verið við at dagføra, so tær hóska til okkara tíð og viðurskifti. Í summum førum hevur verið arbeitt uttan lógarheimild, so einki er at siga til, at lógirnar
yvirtók, æt flakavirkið á Eiði Norðís. Og nevndin í nýggja felagnum stílar eftir at fáa hetta navnið aftur. Søkt er um at fáa navnið, og væntar nevndin, at tað fer at bera til. Næstformaðurin í nevndini í [...] Niclassen. Eisini vóna tey á Eiði, at útróðrarbátar, sum plaga at rógva út norðanfyri, fara at landa til teirra. Tað lættir jú væl um, tá róð verður á Norðhavið, at sleppa frá at senda fiskin út á Toftir á u [...] nýggja felagnum, Tordur Niclassen á Eiði, sigur, at keypari og seljari eru samdir um ikki at upplýsa tann nágreiniliga prísin, men hann kann tó vátta, at prísurin liggur um tær fýra milliónirnar. Endaliga
tekstunum og aðrar tilvísingar. Kvæðayrkingin er ongantíð útdeyð, og heldur enn at standa og tøva í tí sama, eiga vit eisini at geva nútíðini ans og brúka ymsar møguleikar til endurnýggingar av kvæðatilfari [...] skipa upp á sín máta. Gott er hjá skiparanum at hava góðan kvøðara afturat sær, og best er, um fleiri taka undir. Tað er eingin treyt, at øll skulu kvøða við alla tíðina. Men lurta og liva við í frásøgnini [...] á Møn, Vaagen og Grindavísan. Av nýggjari tilfari eru Frísa kvæði, Floksmenninir og tey bæði heilt nýggju Ormur bóndi á Skála og Nólsoyar-Páll. Og so rímurnar: Huldugentan, Gentukæti og Havnargentan kvøður
tími eg ikki at fara í smálutirnar í hesum málinum. Tað er tað alt ov pínligt til og tá tað bert eru góðir tveir mánaðir til farið verður undir eitt nýtt kappróðrarár, so velji eg heldur at hyggja frameftir [...] ár bleiv bert eitt eiti! Tað eru nógvar sera løgnar avgerðir tiknar í R.S.F. gjøgnum ár og dag, men at apukattarnir skuldu klára at seta met í ár, tað hevði eingin væntað. At R.S.F. hevur eina dómsnevnd [...] ið kært verður um. At kalla allar nevndarlimirnar inn til fundar, og har viðgera møguligar ógegnisspurningar, tosa við dómarar, eygleiðara og fólk ið annars vóru á staðnum og hyggja at møguligum sjónban
hjá SEV eina lind so svarta og grefliga, at tað er ikki frá at siga! Og at hugsa sær, at tær fáu fjallasmátturnar, sum ætlanin var at seta upp í Kvívíkar haga, ikki funnu náði fyri eygunum á okkara háttvirdu [...] grunnskygd nyttuloysn, sum fer at koma eftirkomarum okkara aftur um brekku bæði á ein og annan hátt. Tí ivist eg ikki í. Hetta er løtuvinningur, so tað munar - og hvør halda tit fer at bøta afturfyri í dýra [...] skammiliga álit okkara. Og so halda vit væl standa til og hava góðar vónir um Føroyar sum ferðamannaland - ja, hygga síggj! Annað er tað vistfrøðiliga sjónarhornið. At tit koma tykkum! At tit tora! Hetta er