Leygarkvøldið var konsert í Runavík, har luttakararnir á sangskeiðnum hjá Heimamissiónini sungu tað, sum tey høvdu lært norðuri í Nesvík, á sangskeiðnum hjá heimamissiónini. Kórleiðarin var Jon S. Lotterud. Í Norra er hann kendur frá bólkinum Jon Lotterud band, har hann syngur og leikar tangentar. Jon er sangskrivari, og hann hevði gjørt allar sangirnar, sum kórið sang.
Tað fyrsta, sum áhoyrararnir, ið komu inn í høllina, gáaðu um, var tann sera vakurt prýddi pallurin. Ivaleyst blómubúðin Orkis? Um so er, so skulu tey fáa eitt herðaklapp fyri vøkru blómuprýðingina á pallinum. Uppsetingin á sjálvum pallinum var tann klassiska, við tónleikarunum í øðrum borðinum. Hetta er ikki tann uppsetingin, sum fellur áhoyrarunum best í oyruni. Men lat tað liggja.
Kórið legði fyri við vakra sanginum »Náði veri við tykkum«. Hesin sangurin vísti støðið, og síðani varð gingið upp eftir stiganum. Hetta vóru ikki óroyndir sangarar, sum sungu. Reinir og tryggir tónar. Næsta lagið var ein negro spiritual, kallaður »Plenty Good Room«. Hetta lagið var sermerkt á tann hátt, at útsetingin var sokallað Gospel-Jazz, og svingaði ótrúliga væl. Um sangurin hevði verið longri, so var ikki ósagt, at allir áhoyrararnir vóru farnir upp á gólv. Eitt sindur av fjáltri merktist á kórinum, men einki, sum skalaði sangin. Tað var tann ungi Jón Poulsen úr Leirvík, sum slapp at royna seg sum solist í hesum sanginum. Ikki er tað ein lættur lutur, at skulu taka yvir har menn sum Hans Espen Gihle o.a., sum syngja sama sang á fløguni hjá Jon Lotterud Band, hava slept, men hetta megnaði ungi leirvíkingurin væl. Eitt sindur varin, men evnini eru har. At hesin ungi leirvíkingurin sang Plenty good room, bar boð um, at tað var broyting hend innan heimamissiónina, tá talan er um solosangarar, og so var. Fleiri ungir sangarar, sum ikki hava verið at hoyrt fyrr, sungu fyri fyrstu ferð solo á konsertum. Hendan broytingin er ivaleyst kærkomin, tí at tað er synd at siga, at heimamissiónin hevur føtt nógvar góðar solosangarar. Tað er ivaleyst tann gamla stíva traditiónin, har ein góður sangari var ein sum sang høgt, sum hevur gjørt tað. Tað er bert at gleðast um, at hendan traditiónin er slept »med alla«. Eitt er víst, og tað er, at vit koma at hoyra meira til hesar ungu solosangarar í komandi tíðum.
Tá ið kórið hevði sungið tann lætta sangin »Vit hóma bara enn« komu børnini undir leiðslu av Annelisu Berthelsen og Una S Joensen upp á pallin. Aldursbýtið á børnunum var breitt, so at tað er dugnaligir kórleiðarar, sum hava megnað ta uppgávuna. Tónleikurin var lættur 80¹ara poppur. Børnini sungu 5 sangir, og tað skal sigast, at áhoyrararnir blivu ikki troyttir av teimum, hóast tað mangan er so, at áhoyrararnir lurta eftir børnunum, bert fyri at vera fittir. Eitt stuttligt var at leggja merki til, og tað var at guitarleikarin, sum leikti sera væl, brúkti eitt »mega kølið« pornoljóð á guitarinum í sanginum Goodbye World. Hetta ljóðaði sera væl. Tónleikurin til barnasangirnir kundi tó verið eitt sindur strammari «tight». Møguliga meira venjing?
Eftir at børnini høvdu sungið sínar sangir, hevði Sámal Petur í Grund eina stutta andakt, har hann tosaði um gleðina í sanginum. Kórleiðarin Jon Lotterud sang tveir sangir solo. Fyrst sang hann sangin Mitt innerste landskap, og síðani tann ótrúliga vakra sangin I wanted nothing else, har hann í sanginum bað Gud vísa sær aftur á ta fyrstu tíðina sum kristin. Ein ómetaliga vakur og talandi sangur.
Tá felagskórið kom a pallin, bað kórleiðarin allar áhoyrararnar blunda og royna at ímynda sær, at tey vóru í New York, í býarpartinum Harlem, har ljóðið av ferðslu, løgreglubilum og harðskapi vóru kendastu ljóðini. Hann greiddi so frá um Harlem Gospel, ein tónleikagrein, sum er sprottin í gomlu negro spirutal tónleikagreinini. Tónleikarnir byrjaðu at spæla pumpandi gospelrútmurnar, og eingin minni enn trummuspælarin úr rockbólkinum Visible Fish, Ásbjørn Berthelsen, trein fram á pallin og sang I Don¹t worry. Ein avbera góð framførsla, har sangarin dróg kórið við sær, heilt at enda í sanginum, tá alt endaði í einari ekstatiskari finalu. Fyrstu ferð, at føroyskur gospel hevur svingað so væl í Føroyum. Boðskapurin í sanginum var einfaldur, Í øllum larminum er Gud friðstaðurin í Harlem, og her hjá okkum.
Kórið sang fleiri sangir, men vert er at býta merki í tríggjar sangir afturat. He heals the brokenhearted var ein av teimum sangunum, har lurtarin fangar lagið fyrstu ferð, hann hoyrir sangin. Sera vakurt lag skal sigast. Sangurin »Tíðin«, var ein av hesum stillu vøkru sangunum, har lurtarin verður drigin við inn í lagið, fyri síðani at skrivast inn í orðini.
»Tíðin. Tíðin er í tínum hondum,
tá dagarnir ikki kenna sorg, men einans gleði.
Tíðin. Tíðin er í tínum hondum,
tá einsemið nívir, tú meg bert á hvørjum degi.
Tíðin fer avstað til ókendu mál.
Tá eg tysti, leskar tú meg her av náðar skál.«
Orðini til hendan sangin hóskaðu sjáldsama væl til lagið. Heri Tróndheim hevur føroyskað sangin Tíðin.
Kórið endaði konsertina við vøkru balladuni »He is my Lord«, sum Jon Lotterud hevur gjørt saman við Einar Langseth. Hesin sangurin fer ivaleyst at verða sungin av fleiri føroyskum kórum
At enda kann sigast, at Heimamissiónin hevur megnað at skapt eina sangtraditión, sum neyðugt er at lívga um. Men sum støðið var á konsertini, so verður hetta ein trupul uppgáva, tí at tað eru marginalarnir, sum arbeiðast skal við, og tað er trupult. Hvør, ið verður lærari, tá heimamissióni aftur skipar fyri sangskeiði, er ilt at meta um, tí at heimamissiónin hevur havt frægastu menn, sum norðmenn kunnu bjóða, m.a. Martin Alfsen, Trond Andersen, Gunnsteinn Draugedalen og Harald Myklebust. Eisini hevur systir heimskenda bassleikaran Ketil Saunes, Hildegunn Saunes verið her og lært frá sær. Ein av teimum frægastu er eftir. Tað er Tore W. Aas. Hvør veit, um tvey ár??? :-)
Eitt afturvendandi hjartasuff er ljóðið. Ikki tí at her skal høggast eftir ljóðtøkningunum, men fyrireikarnir kundu havt hugsað meira um hølini. Ein ítróttarhøll er ikki egnað til kórkonsert. Um sama konsert var hildin í einari kirkju ella betur hóskandi høli, har fólk høvdu meira virðing fyri tí, sum varð framført, var konsertin á nógv hægri stigi. Vónandi taka fyrireikararnir, sum í aðrar mátar hava gjørt eitt megnar arbeiði, hetta til eftirtektar, tí frá hálvari høll og aftureftir hoyrdist meira larmur frá børnum, sum runnu aftur og fram, enn frá skeiðluttakarunum. Ótrúligt, at so lítil virðing verður sýnd so góðum tónleiki. Undrunnarvert er, at foreldrini at larmandi børnunum einki gjørdu fyri at fáa ró í høllina. Tað vóru mong, sum av hesum ávum høvdu sjónligar trupuleikar við at hoyra nóg væl.
Men til seinast, eitt herðaklapp til Sangnevndina hjá Heimamissiónini fyri miðvísa arbeiðið, at betra um tónlistina innan missiónina. Úrslitið av hesum arbeiðið er, at eitt felagskór við 150 sangarum í øllum aldri, eftir fimm døgum kann syngja so væl sum tað gjørdi.