ráðingunum vilja vera við, at Tjóðveldi fer at fáa fýra fólk í landsstýrið, at Javnaðarflokkurin fer at fáa tveir landsstýrismenn umframt løgmann, og at Miðflokkurin fer at fáa ein landsstýrismann. Høgni [...] uppstillað, men tað hevur ikki eydnast henni at fáa nóg dygga undirtøku at verða vald. Hesa ferð fekk hon 255 atkvøður og varð nummar ellivu og harvið triði varamaður hjá Tjóðveldinum. Tað vil siga, at Olga hevur [...] sindur troytta samráðingarumhvørvinum varð roknað við, at Javnaðarflokkurin framvegis fer at umsita almanna- og heilsumál. Og tað verður tikið sum givið, at Hans Pauli Strøm framvegis verður landsstýrismaður
lagið gott á føroyska liðnum, tí staðfest varð, at Kypros hevur eitt sera gott lið, og at tað ikki er av tilvild, at tær hava vunnið kappininga hvørja ferð henda hevur verið. Skotland Í dag er tað Skotland [...] vunnu Føroya 3-1 á liðnum, og møguleikar skuldu verið fyri at bragdið fer at endurtaka seg í dag. Men hetta krevur, at føroyska liðið fær móttøkurnar at sita 100 % í dag, og tí verða stór krøv sett til liberoin [...] Karin Mikkelsen, Anja Sonnadóttir Danielsen, Gudrid Nolsø og Sofía Purkhús. Eisini má liðið royna at fáa tað skjóta spælið við netið at verða betri, men eftir tí sum sást í dystinum sum Skotland leikti
skúlanum í Vági og har fer hann at greiða frá, hvat hesi nýggju bústaðarøkini verða. Hann sigur, at talan er um lutaíbúðir, sum ætlanin er at byggja, og tað merkir, at innskotið hjá fólki er lutfalsliga lágt, [...] ætlan um at byggja íbúðir í býnum. Dennis Holm, borgarstjóri sigur, at tey eru nú komin so mikið áleiðis, at tey eru at kalla klár við eini verkætlan, har tað er pláss fyri 16 íbúðum. Hann sigur, at ætlanin [...] og so rinda tey eitt ávíst gjald um mánaðin. Ætlanin er at byggja íbúðir í ymiskum støddum, soleiðis at tað verða íbúðir bæði til familjur, til pør og til støk. Ætlanin fevnir eisini um eldraíbúðir. Á
roynt í fjør. Tiltakið fer fram fríggjakvøldið og varar heilt til á midnátt. Tey, sum standa aftanfyri mentanarvikuna, siga, at býurin hetta kvøldið fer at kóka við lívligari mentan og litríkari list av øllum [...] søvn, mentanarhús, listaframsýningar og matstøð hava opið til á midnátt. Sagt verður, at serliga handlarnar hava spent seg út og hava nógv gott at bjóða. Har verða kappingar, mótaframsýningar, linedans [...] tónleikur, fyrilestrar, tímatilboð, og eisini fara fleiri at bjóða ókeypis kaffi og køkur. - Hetta er kvøldið, har Runavíkin bjóðar øllum vitjandi til eitt hugnaligt og lívligt mentanarstað, siga fyrireikararnir
Felagið Línuskip mótmælir, at fiskidagarnir hjá Línuskipunum verða skerdir. Viðgerðin fer fram seinnapartin í dag. Formaðurin vísir á, at fiskidagarnir eiga ikki at verða skerdir, tí tað snýr seg um eina náttúrliga [...] fiskastovnunum og ikki yvirfisking. - Vit meta ikki, at hetta hevur nakað við at gera, tað er yvirfisking av stovninum. Vit mótmæla, at hetta er farið skeivt fram, tí tað er náttúran, ið spælir inn, og sum ger [...] at merkja, at línuskipini skulu missa fiskidagar undir Føroyum. - Flemish Kap hevur verið eitt gott íkast hjá bátunum, sum hava verið har. Men tað er av neyð, at teir fara har. Um fiskur var á grunninum
venja seg við ? og fyri tað útlendsk oljufólk í Føroyum ? at oljuvinnan ber í sær eins stór vónbrot sum tað øvugta. Og tað hevur Chris Kernick hjá amerikanska oljufelagnum Texaco fingið at kenna á egnum [...] vitað av, at ikki allir umsøkjararnir fóru at fáa loyvi í 1. føroysku útbjóðingini, so man felagið og manning tess kortini hava havt stóra tiltrúgv til, at tað fór at fáa eitt loyvi. Ja so stóra, at Chris [...] hann so siga um komandi leitingina og vónirnar til at finna olju, og hvat heldur hann um alt tað arbeiði, sum er gjørt higartil! Chris ger púra greitt, at tað hann hevur at siga blaðnum er fyri egna rokning
halda, at tað hevur nógv størri týdning at fáa skipið lagt so væl til rættis sum gjørligt og tí hava vit gjørt av, at tað skal taka tað tí, sum tað krevur. Strandferðslan heldur , at hetta fer eisini at [...] arbeiðið væl fyri at úrslitið skal vera so gott sum gjørligt. ? Tí halda vit, at tað er skeivt at streingja á fyri at fáa arbeiðið liðugt til ásetta dagin, tí avleiðingin av tí kann verða, at alt verður ikki [...] at gera arbeiðið bæði lættari og bíligari í longdini. Og orsøkin til, at skipið er seinkað, er júst tað, at tað eru ymsir lutir í skipinum, sum skulu viðgerast gjølligari. Annars sigur hann, at arbeiðið
nýggja landsstýrismanninum góða eydnu og vónaði, at samstarvið fer at verða gróðrarríkt. Hann segði, at Bjørn fer at fáa alla ta hjálp í starvinum, sum landsstýrið og embætisfólk nú einaferð kunnu veita [...] verður gott, soleiðis at vit kunnu fáa nógv av skafti. Bjørn segði, at tað fyrsta, hann nú fer at gera, er at seta seta inn í tey mál, hann er settur at umsita í landsstýrinum. Herálvur og Kaj Løgmaður [...] fyri at tiga. - Kaj og eg eru skyldmenn, og eg vænti, at vit fáa eitt gott samstarv. Herálvur segði seg eisini fegnast um, at Sólja í Ólavstovu, sum hevur verið aðalstjóri í Almannamálaráðnum, nú fer at
góðum sangi og harmonikutónleiki. Her verður góður matur, og tað verður Fríðhild Winther, sum fer at leiða kvøldið. Á skránni verða eisini stuttir fyrilestrar. Katrina Joensen, skúlastjóri, fer at hugleiða [...] hugleiða um Skopun, og Gerhard Lognberg, borgarstjóri, fer at hugleiða um Skopun sum niðursetubygd. Fríðhild Winther fer eisini at hugleiða um, hvussu tað var at vera genta og arbeiða á flakavirkinum. Í Skopun [...] 30, og tað er Winnie, sum skipar fyri. Á middegi letur kampingplássið í Skopun upp við eitt nú hoppiborgum, grill, kandy-floss, og her koma Angela og Hannibal á vitjan. Jógvan Finn fer at eisini at gera
framførslur verða eisini í tjaldinum. Allan Samuelsen sigur, at stórur dentur er lagdur á at skapa eitt gott og hugnaligt umhvørvi, har fólk veruliga kunnu njóta tónleik og samveru við hvønn annan. - Tað skal [...] fegin um, at vit nú umsíðir kunnu bjóða fólki á ein spennandi og fjølbroyttan countryfestival. Tað sigur Allan Samuelsen, sum er fyrireikari av Tórshavnar Country Festivali, sum um eina løtu fer av bakkastokki [...] skal vera stuttligt, festligt og áhugavert á einum countryfestivali, og á pallinum vilja vit bjóða tað besta, vit eiga í Føroyum og góðar tónar úr útheiminum. Vit bjóða øllum hjartaliga vælkomnum á festival