- Í nógv ár hava tey, sum lurta eftir countrytónleiki, saknað ein festival av hesum slag. Vit eru tí sera fegin um, at vit nú umsíðir kunnu bjóða fólki á ein spennandi og fjølbroyttan countryfestival.
Tað sigur Allan Samuelsen, sum er fyrireikari av Tórshavnar Country Festivali, sum um eina løtu fer av bakkastokki í Ítróttarhøllini á Hálsi.
- Stóru konsertirnar verða í ítróttarhøllini, men eisini økið rundan um høllina verður brúkt til festivalin. Stórt tjald er sett upp, har fólk kunnu fáa sær okkurt leskandi ella til matna, og smærri framførslur verða eisini í tjaldinum.
Allan Samuelsen sigur, at stórur dentur er lagdur á at skapa eitt gott og hugnaligt umhvørvi, har fólk veruliga kunnu njóta tónleik og samveru við hvønn annan.
- Tað skal vera stuttligt, festligt og áhugavert á einum countryfestivali, og á pallinum vilja vit bjóða tað besta, vit eiga í Føroyum og góðar tónar úr útheiminum. Vit bjóða øllum hjartaliga vælkomnum á festival, sigur Allan Samuelsen.
Fyrst á pallin í kvøld klokkan 20 verður Evi Tausen..