Í dag spæla Føroyar móti Skotlandi

Kvinnulandsliðið: Í dag Skotland

 

Serliga var tað liðskiparin hjá Kypern Michael, nr. 16, sum gav føroyska liðnum trupulleikar. Íalt vann hon 19 stig í dystinum, meðan tað til samanlíkningar kann upplýsast, at liðskiparin hjá Føroyum, Karin Mikkelsen, sum leikti ein góðan dyst, vann 8 stig í teimum trimum settunum hon leikti. Av hinum leikarunum hjá Føroyum kann nevnast at Birgit Guttesen vann 5 stig, Birita Joensen 5 stig, og at tann bert 17 ára gamla Anja Sonnadóttir Danielsen, sum ikki byrjaði inni, vann heili 6 stig, og var millum bestu leikararnar á føroyska liðnum.

 

Hóast tapið í gjár er lagið gott á føroyska liðnum, tí staðfest varð, at Kypros hevur eitt sera gott lið, og at tað ikki er av tilvild, at tær hava vunnið kappininga hvørja ferð henda hevur verið.

 

Skotland

Í dag er tað Skotland. Fyri tveimum árum síðani, tá kappingin var í Føroyum, vunnu Føroya 3-1 á liðnum, og møguleikar skuldu verið fyri at bragdið fer at endurtaka seg í dag.

 

Men hetta krevur, at føroyska liðið fær móttøkurnar at sita 100 % í dag, og tí verða stór krøv sett til liberoin Margit Joensen, sum skal stýra móttøkunum saman við hinum móttøkuleikarunum Karin Mikkelsen, Anja Sonnadóttir Danielsen, Gudrid Nolsø og Sofía Purkhús.

 

Eisini má liðið royna at fáa tað skjóta spælið við netið at verða betri, men eftir tí sum sást í dystinum sum Skotland leikti ímóti Liktenstein í gjár, so er Skotska liðið ikki eins sterkt, sum tað frá Kypros.

 

Liktenstein vann dystin móti Skotlandi 3-0 í gjár við settmununum 25 ? 21, 25 ? 19 og 25 ? 22.

 

Dysturi móti Skotlandi byrjar í dag kl. 14,00 og verður sendur beinleiðis í Kringvarpi Føroya, har Leivur Fredriksen og Hans Fróði Jensen koma at siga frá dystinum.