Várdagar, sum ætlandi skuldu vera í Skopun í vár, vórðu av ymiskum orsøkum fluttir til heystar, og tað er hetta vikuskiftið, at stóra og forvitnisliga tiltakið verður hildið í Skopun, har nógv ymiskt er á skrá.
Byrjað verður við hugnaløtu í Skopunar skúla í kvøld klokkan 19 við góðum sangi og harmonikutónleiki. Her verður góður matur, og tað verður Fríðhild Winther, sum fer at leiða kvøldið. Á skránni verða eisini stuttir fyrilestrar.
Katrina Joensen, skúlastjóri, fer at hugleiða um Skopun, og Gerhard Lognberg, borgarstjóri, fer at hugleiða um Skopun sum niðursetubygd. Fríðhild Winther fer eisini at hugleiða um, hvussu tað var at vera genta og arbeiða á flakavirkinum.
Í Skopun siga tey, at øll - bæði nær og fjar - eru hjartaliga vælkomin til tiltakið í skúlanum í kvøld og til tiltøkini í Skopun annars.
Í morgin, leygardagin, verður nógv á skránni í Skopun, og her eru øll hjartaliga vælkomin til morgunmat í skúlanum, sum Skopunar kommuna borgar. Morgunmaturin verður frá klokkan 10 til 11.30, og tað er Winnie, sum skipar fyri.
Á middegi letur kampingplássið í Skopun upp við eitt nú hoppiborgum, grill, kandy-floss, og her koma Angela og Hannibal á vitjan. Jógvan Finn fer at eisini at gera pannukøkur saman við døtrunum.
Tiltakið í Skopun verður alment sett klokkan 13 leygardagin, og tað verður borgarstjórin, Gerhard Lognberg, sum setir tiltakið.
Klokkan 14 í morgin verða liðini hjá B71, sum vóru uttanlands í summar, heiðrað, og síðan verður eitt tiltak, har ein bjargingarbátur verður blástur upp.
Tað er einki tiltak í Skopun - uttan eina stóra veitslu, og bjóðað verður til veitslu í Samljóði leygarkvøldið klokkan 19. Her verður borðreitt við góðum mati, sum Sámal Hentze stendur fyri.
Við veitsluborðið verður Fríðhild Winther borðstjóri, og her verður bæði skemt, sangur og tónleikur.
Sunnudagin frá klokkan 14-16 verða ymisk hús opin í Skopun - Dansistovan, Neystið, Aleksandursahús og Luddahúsini. Í húsunum verður kaffi og okkurt gott afturvið at fáa.
Um viðrar verður gingið ein túr gjøgnum bygdina í Skopun sunnudagin klokkan 14, og her verður hugleitt um ymiskt. Túrurin byrjar við kampingplássið í bygdini.
- Vit gleða okkum at síggja nógv fólk úr grannabygdunum, útisetar runt landið, ætt, vinir og kenningar. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltøkini í Skopun, siga tey í Skopunar kommunu.