Bjørt og Olga í landsstýrið

Tað er rættuliga sannlíkt, at tað hesa ferð fara at vera tríggjar kvinnur í landsstýrinum, sum sannlíkt verður mannað við átta, eitt nú Karsteni Hansen, sum aftur verður fíggjarmálaráðharri, og kanska verður Tórbjørn Jacobsen fiskimálaráðharri. Hetta er tó treytað av, at tað verður ein CEH samgonga.

Tað er ógvuliga nógv, sum bendir á, at nýggja landsstýrið, sum møguliga verður skipað í kvøld ella í morgin, verður søguligt á tann hátt, at tað fara at verða tríggjar kvinnur í Tinganesi. Í landsstýrinum, sum hevur sitið seinastu fýra árini, hevur eingin kvinna verið. Manningin hevur seinastu fýra árini verið sjey. Tað verður roknað við, at tað í nýggja landsstýrinum fara at vera átta.

Bara eina ferð áður hevur meiri enn eitt konufólk verið í landsstýrinum. Tað var í landsstýrinum hjá Atla Dam, sála, frá 5. apríl 1988 og fram til 18. januar 1989. Tá var Jóngerð Purkhús úr Tjóðveldinum landsstýrismaður í fíggjar- og umhvørvismálum, og tá var Karolina Petersen, sála, úr Framsóknarflokkinum landsstýrismaður í almanna- og kommunumálum.

Sambært stýrisskipanarlógini verður ikki val av løgmanni á skránni, tá ið Løgtingið kemur saman leygardagin. Jóannes Eidesgaard er løgmaður, og tá ið hann hevur parlamentariskan meiriluta aftanfyri seg – hóast talan er um annan meiriluta enn fyri fýra árum síðani – so verður ikki neyðugt við vali av løgmanni.

Sambært stýrisskipanarlógini er tað løgmaður, sum setur landsstýrismenn og loysir teir úr starvi. Í veruleikanum er leikluturin hjá løgmanni bara formligur. Tað eru samgonguflokkarnir, sum siga løgmanni, hvørjar landsstýrismenn hann skal tilnevna.

Í dag ella í morgin verða málsøkini býtt millum flokkarnar gongur, sum tað skal í slíkari støðu. Hvørji málsøki fella flokkunum í lut hevur týdning fyri, hvørji flokkarnir fara at siga við løgmann, at hann skal tilnevna at sita í landsstýrinum.

Men longu undan valinum varð tað greitt, at kvinnuliga umboðanin í landsstýrinum skal økjast rættuliga nógv.

Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, segði undan valinum, at um Tjóðveldi kom í samgongu, so fór flokkurin at seta eins nógv konufólk og mannfólk í landsstýrið, og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, segði undan valinum, at Javnaðarflokkurin fór at seta konufólk í landsstýrið.

Keldur innarlaga í samgongusamráðingunum vilja vera við, at Tjóðveldi fer at fáa fýra fólk í landsstýrið, at Javnaðarflokkurin fer at fáa tveir landsstýrismenn umframt løgmann, og at Miðflokkurin fer at fáa ein landsstýrismann.

Høgni Hoydal verður landsstýrismaður í yvirtøkumálum og uttanríkismálum. Ein annar av landsstýrismonnunum hjá Tjóðveldinum skal røkja fiskivinnumálini. Tað kann gerast Tórbjørn Jacobsen, sum er arkitekturin aftanfyri uppskotið um tilfeingisbúð.

Í nátt varð mett í politiska umhvørvinum, at Miðflokkurin fer at umsita fíggjarmál. Landsstýrismaður úti á Argjum verður Karsten Hansen. Hann er ikki ókendur í Albert Hall. Frá 1998 og fram til 2004 var Karsten landsstýrismaður í fíggjarmálum, men ta ferðina umboðaði hann Tjóðveldi.

Í eitt sindur troytta samráðingarumhvørvinum varð roknað við, at Javnaðarflokkurin framvegis fer at umsita almanna- og heilsumál. Og tað verður tikið sum givið, at Hans Pauli Strøm framvegis verður landsstýrismaður á hesum økinum.

 

Tjóðveldi

Sambært tí, sum Høgni Hoydal áður hevur sagt, so skulu tvey av teimum fýra úr Tjóðveldinum vera kvinnur. Annita á Fríðriksmørk var á heysti í 2003 í tríggjar mánaðir landsstýrismaður í mentamálum. Hon var toppskorari millum kvinnurnar á løgtingsvalinum 19. januar, men tað er púra greitt, at Annita verður ikki hesa ferð partur av landsstýrinum. Annita fer um nakrar vikur í barnsburðarfarloyvi, og tá ið hon fer undir aftur politiska arbeiðið, verður hon limur í Løgtinginum og eisini í Fólkatinginum, har hon verður varamaður hjá Høgna Hoydal.

Onnur kvinnan hjá Tjóðveldinum í landsstýrinum verður Bjørt Samuelsen. Hon hevur arbeitt í Tinganesi, har hon hevur verið tíðindaráðgevi hjá løgmanni og landsstýrinum. Bjørt hevur ongar politiskar royndir. Men í Tjóðveldinum verður hon mett at hava gott politiskt tev, og hon megnar væl at føra seg fram bæði í talu og skrift. Tað hevur stóran týdning.

Á løgtingsvalinum 19. januar bjóðaði Bjørt Samuelsen seg fram fyri fyrstu ferð. 547 atkvøddu fyri henni, og harvið varð Bjørt nummar trý á tjóðveldislistanum. Tað varð mett at vera framúr gott val.

Keldur í Tjóðveldinum vilja vera við, at besta boðið upp á hin kvinnuliga landsstýrismannin hjá Tjóðveldinum er Olga Biskopstø. Hon er ættað úr Klaksvík, har hon hevur búð inntil fyri ikki so langari tíð síðani. Nú býr Olga í Gøtu. Í almennum høpi er hon kend frá eitt nú Útoyggjafelagnum, har hon er samskipari.

Olga hevur ikki royndir frá landspolitikki. Hon hevur fleiri ferðir verið uppstillað, men tað hevur ikki eydnast henni at fáa nóg dygga undirtøku at verða vald. Hesa ferð fekk hon 255 atkvøður og varð nummar ellivu og harvið triði varamaður hjá Tjóðveldinum. Tað vil siga, at Olga hevur møguleika at sleppa á ting, um fleiri teirra, sum eru vald, fara í landsstýrið. Men nú bendir nógv á, at Olga ikki fer í tingið, men í landsstýrið.

Tað liggur væl fyri hjá Olgu Biskpostø at orða seg í talu og í skrift. Sum hjá Bjørt Samuelsen verður tað luturin hjá formanninum og hinum royndu tjóðveldispolitikarunum at læra Olgu politiska spælið í landsstýrinum og ikki minst millum landsstýrið og løgtingið.

Sum møgulig øki at umsita hjá Bjørt Samuelsen og Olgu Biskopstø verða nevnd mentamál, vinnumál og innlendismál.

 

Javnaðarflokkurin

Um Javnaðarflokkurin fær tveir landsstýrismenn umframt løgmann, so verður annað umboðið í landsstýrinum ein kvinna. Keldur í Javnaðarflokkinum hava nevnt tvær, sum eru upp á tal.

Onnur er Helena Dam á Neystabø, og hin er Eyðgunn Samuelsen. Málsøkið, sum tað verður mett sannlíkt, at onnur teirra fer at umsita verður eitt at teimum trimum, sum eru nevnd omanfyri – mentamál, vinnumál ella innlendismál.

Helena, sum í politiska høpinum verður roknað at vera upplagt boð upp á landsstýrissess, hevur royndir sum landsstýrismaður, men ikki fyri Javnaðarflokkin. Sum umboð fyri Sjálvstýrisflokkin var Helena Dam á Neystabø landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum frá 15. mai 1998 og fram til 26. februar 2001. Helena var í Løgtinginum fyri Sjálvstýrisflokkin frá 1990 og fram til 2002, og 19. januar í ár varð hon vald á ting fyri Javnaðarflokkin við 577 persónligum atkvøðum.

Eyðgunn Samuelsen hevur fleiri ferðir verið á listanum til løgtingsval hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyum, men enn hevur tað ikki eydnast henni at verða vald. Eyðgunn hevur í mong ár umboðað Javnaðarflokkin í Klaksvíkar býráði. Hesa seinastu tíðina hevur hon verið frammarlaga í orðaskiftinum at fáa fleiri kvinnur inn á ting. Eitt nú sum formaður í Demokratia. Á løgtingsvalinum hesa ferð atkvøddu 256 fyri Eyðgunn, sum gjørdist nummar átta á javnaðarlistanum og harvið er annar varalimur.