Á rentufundi í dag avgjørdi evropeiski miðbankin, ECB, at halda innlánsrentuna á tveimum prosentum.
Tað skrivar ECB í tíðindaskrivi.
Hetta er fyrstu ferð í ár, at rentan ikki er lækkað í sambandi við rentufund.
Á fyrra rentufundinum í juni varð avgjørt, at rentan skuldi lækka 0,25 prosentstig. Tað var áttanda ferðin í einum ári, at rentan varð lækkað.
Væntað varð, at ECB fór at lata rentuna vera á verandi støði hesaferð.
Hetta kemst av, at inflatiónin í evruøkinum er komin upp á ynskta støðið á tvey prosent, sigur Allan Sørensen, leiðandi búskaparfrøðingur hjá Dansk Industri.
- ECB-rentan er komin á eitt neutralt støði. Um rentan fellur nógv meira, er vandi fyri, at hon fer at økja um inflatiónina aftur. Tað er bert um vøksturin veruliga skuffar, at ECB fer at lækka rentuna nógv meira, skrivar hann í viðmerking til Ritzau.
Allan Sørensen væntar, at rentan verður lækkað nakað í heyst.
Tað sama heldur Sune Malthe-Thagaard, høvuðsgreinari hjá Totalkredit.
Hann væntar tó, at talan verður um tvær rentulækkingar áðrenn ársskiftið.
Á tíðindafundi hósdagin segði forkvinnan í ECB, Christine Lagarde, at spenningurin á handilsøkinum ger búskapin ótryggan.
- Millum størstu váðarnar (fyri búskaparvøksturin í ES, red.) er ein eskalering av alheims handilsspenningum og óvissuni, sum eru knýtt at teimum, sum kunnu dempa útflutningin og minka um íløgur og nýtslu, segði Lagarde á tíðindafundinum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir við at seta 30 prosent av tolli á ES-vørur frá 1. august.
Mikudagin fingu Financial Times og Politico at vita frá ónevndum keldum, sum eru tætt við samráðingarnar, at ES nærkast eini avtalu um 15 prosent amerikanskan toll á ES-vørum.
Hetta hava hvørki ES ella USA staðfest.
Lagarde leggur dent á, at ECB fylgir samráðingunum og at hann vónar eina skjóta loysn.
Ein avtala um toll fer at minka um búskaparligu óvissuna, heldur Sune Malthe-Thagaard frá Totalkredit.
- Ein toll-avtala minkar um óvissuna, og samanborið við eina støðu við eskalerandi handilskríggi, minkar hon um sannlíkindini fyri fleiri rentulækkingum enn í forsøgn okkara, skrivar hann í viðmerking til Ritzau.
/Ritzau/












