Gunnar Vatnhamar verður ikki tøkur hjá Víkingi Reykjavík tær næstu tríggjar til fimm vikurnar. Tað sigur høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Sölvi Geir Ottesen við heimasíðuni fótbólti.net.
Talan er um ein gamlan knæskaða, ið ger um seg aftur hjá Gunnari.
Víkingur Reykjavík spælir í kvøld dyst á útivølli í øðrum undanumfarinum í Conference League. Teir spæla dyst niðri í Albania móti Vllaznia.
Komandi hóskvøld klokkan 19.45 verður returdysturin leiktur á Víkingsvøllinum í Reykjavík.