tjúgu árini. Nú havi eg ikki luttikið í føroyskum politikki seinastu 15-16 árini, men eftir førimuni havi eg roynt at fylgt við, og tað ber væl til við nútímans tøkni, sjálvt um eg fysiskt havi búð uttanlands [...] tosað um ein komandi fiskivinnureform, tí fari eg at loyva mær, nú eg kortini eri farin í telduna, at seta ein fyrispurning til Kaj Leo Johannesen, løgmann. Tað hevur ikki verið nógv ítøkiligt um ein slíkan [...] veiðan ikki skal vera burðardygg.. Hetta er í fyrsta umfari ikki ein politiskur spurningur, tí politiskt verður hon mett burðardygg, men ein spurningur millum keyparar og seljarar. Tí heldur eingin skandala
staðar og granska hvussu heimselitan ger. – Ítróttarliga var hetta ein uppliving. Eg havi ongantíð áður sæð so sterkt kvinnuborðtennis, og havi eg nú sæð hvat tað er, sum tær eru bestar til – hví tær eru so [...] land, men sum hálvi føroyingurin, Henrietta Nielsen, sum ein av teimum heilt fáu í heiminum fekk møguleikan at vitja. Ørindi hennara har var ein borðtenniskapping, men hon fekk eisini stundir at hyggja [...] góðar. Nú veit eg betur hvat eg skal arbeiða við fyri at eg skal gerast betri enn eg eri nú. Eg havi ein málsetning, sum eg vil røkka, og tað vænti eg at sjónbandaupptøkur mínar frá túrinum koma at minna
-Hetta er ein góður siður, tí sjálvandi skulu vit minnast tey, sum doyggja á og við sjógvin. Vit eru ein tjóð sum livir av havinum, og havið er eisini allastaðni rundan um okkum. Hetta skal verða ein sorgblíður [...] koma aftur á føtur, eftir at ein av teirra nærmastu er deyður. - Eg eri keddur av, at eg havi ikki stundir til at fylgja vanlukkum upp, tí tá jarðarferðin er farin aftur um, havi eg ikki orku til at vitja [...] deyðan sum nakað positivt, og eg kundi ikki funnið upp á at sagt fyri fólki, sum hava mist ein kæran, at tað er ein ætlan við øllum, og at alt er gott. So hevði eg válkað mær í neyðini og sorgini, og so hevði
umvæla og broyta ting, so eg havi leingi glett meg til at fara í holt við at endurnýggja henda fitta spælikøk. Av tí, at eg valdi at mála ein lit á ovara part av køkinum og ein annan lit á niðara part, so [...] alt saman aftur – væl at merkja, tá alt var væl og virðiliga tornað. Og tadaa – ein nýggjur spælikøkur. ##med2## EG HAVI BRÚKT: DUGTIG spælikøk frá IKEA Miðalfínt sandpappír (P240) Máling frá Jotun Lady [...] sandpappír, so tað ikki bleiv so ruflut. Eg gav eisini krananum, vaskinum og kantunum á kókiplátunum ein lítlan umgang við sandpappírinum. Síðan vaskaði eg alt støvið frá sandpappírinum væl av køkinum. Eg
Havi júst verið ein túr í Egyptalandi. Í mong Harrans ár havi eg havt eitt brennandi ynski um at ferðast langt burtur í okkurt fjarskotið land, har mentanin er púra øðrvísi enn okkara, har fólkini hava [...] øðrvísi mentanina. Men tað skuldi næsti dagurin bøta um. Tá gekk leiðin púra inn í ein stórbý í Egyptalandi, har ein veruliga kundi merkja mentanina, merkja fólkini og hugburðin har. Og tað var ræðandi [...] tað altíð so lætt og sjarmerandi út. Men veruleikin er ein annar. Tá ið alt kemur til alt, er einki so týdningarmikið sum tryggleiki. At vita, at ein kann ganga púra ótarnaður eftir gøtunum, má vera tað
fyri at hava ein leiklut í størstu krimigátu í Noregi nakrantíð. Ein maður, sum lítið og einki dugir í digitala heiminum - ein, sum ikki lesur sms og ikki so frægt sum dugir at lata upp ein viðheftan teldupost [...] ikki at hoyra, at hann er miljarderur. Eg havi altíð mett Tom Hagen sum ein erligan og dugnaligan mann, ið sigur tingini, sum tey eru og er avgjørdur. Eg havi einki negativt at siga um mannin, sigur vinmaður [...] yvir í 18 mánaðir. - Hetta tykist paniskt og svakt, heldur vinmaðurin. Tom Nilsen lýsir Tom Hagen sum ein arbeiðsnarkoman, sum hann tekur til, og hann væntar, at hann longu er aftur til arbeiðis á arbeiðsplássi
sum eg sjáldan havi merkt fyrr. Torleik Mortensen yvirraskaði meg kanska mest, tí í mínum áhuga fyri basstónleiki, havi eg ofta kanska lyndi til at hoyra hetta fram úr hinum. Men tá ein bassur blívur til [...] framman fyri sær, har hon á ein sera dugnaligan hátt, fekk gjørt nakað við vokalin og ikki minst at fáa hendan at passa inn í samlaðu ljóðmyndina – fantastiskt! At hon ikki bara er ein góður sangari kom eisini [...] nógv annað enn taktsláarin, fekk eg aftur her hesa kensluna av dugnaskapi, sum kann fáa ein bass at verða annað enn ein bassur. Per Ingvaldur Højgaard Petersen er sanniliga í serflokki innan síni slagverk
Eg havi verið so heppin at kenna hendan heiðursmann síðan barnaárini og í gjøgnum alt mítt vaksna lív havi havt eitt sera gott samstarv og ikki minst vinalag við Zacharias. Sum ungur var eg eitt tíðarskeið [...] Zacharias veit, at hann er ein persónur, sum setur stóra æru í, at tað sum hann ger, ger hann til lítar, og tað hava vit, sum kenna hann ásannað gjøgnum øll hesi árini, - ein álitismaður á øllum økjum. [...] pensjónistur, framhaldandi verður politiskt aktivur og ein av floksins trúgvu stuðlum. Mangan hevur verið hugaligt at koma á Skipafelagið til ein kaffimunn, tá Sverri Midjord og Zacharias hava umrøtt politiska
ommu- og abbabørnini. Mínar bestu barnaskógvar havi eg traðkað í Skúgvi, har eg búði á Skipagøtu í gott hálvtannað ár. Hetta var ein sera lærurík tíð fyri ein havnardrong, sum ikki áður hevði upplivað eitt [...] fekk ein høvið til at ganga burtur í haga og marka smálomb, at geva kúnni súrhoyggj, at fara út um eyggjatromina eftir havhestaeggum, at veiða fugl og at verða á seiðabergi, umframt mangt annað, ein ikki [...] lýsir samtíðina hjá Jensi og Fanny, er onkursvegna ein spegilsmynd av lívi teirra. Og hesa spegilsmynd góvu tey okkum, sum vóru teimum nær. Tøkk havi tey fyri tað. Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir
brikkini og partíðarpolitikari. Eg eri nógv úti, so tað er gott, at eg havi eina tolna og góða konu. Hevur tú nógv vald? Eg havi nógva ávirkan har eg eri Hvussu er at arbeiða við tannáringum? Tað er ótrúliga [...] ongantíð tíð at sita stillur. Hvat ger ein góðan leiðara? At man hevur álit á starvsfólkunum og dugur at útdelegera. Og at man er tann man er. Eg haldi, at eg eri ein góður leiðari. Hvat ger teg glaðan? Tá [...] romantiskur? Konan svaraði nei, tá eg spurdi hana hendan spurning, men hon legði afturat, at eg eri ein góður maður og pápi. Haldi heldur ikki sjálvur, at eg eri serliga romantiskur. Hvat hevði tú viljað