– Eg kann vátta, at vit hava móttið eina skriftliga melding av hesum báðum persónunum fyri tilvitað at hava dekkað yvir korruptión, sgiur Frede Bisgaard, politikommiserur fyri Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet við Ekstar Bladet.
Í tilfarinum, sum Ekstar Bladet hevur fingið fatur á, lýsir Súni á Dalbø, hvussu hann longu í 2009 gjørdi vart við, at okkurt var heilt galið í Vinnuframagrunninum, tá tað snúði seg um armslongdarprinsipp og gegni.
Hann vísir á, at talan er um stórar upphæddir, vanliga í rundum tølum upp á 250.000 krónur, 300.000 krónur og 500.000 krónur eru útgoldnar til vinir og feløg, sum hava havt tætt tilknýti til privata felagið Bitland.
Umframt at Suni á Dalbø ilskaskt inn á, hvussu ein grunnur við ábyrgd fyri almennum pengum hevur virkað sum tað, hann kallar »systkinabarna-fest«, heldur hann, at talan er um eitt prinsippielt mál.
– Síðani 2009 havi eg fleiri ferðir roynt at fingið Johan Dahl at grundgivið fyri, hví hann ikki hevur sett eina kanning í gongd um korruptión. Í tí sambandi havi eg fingið fleiri skriv, har hann avvísir hetta. Hartil kemur, at løgmaður kennir málið, men velur einki at gera yvir fyri vinnumálaráðharranum, sigur Súni á Dalbø við Ekstra Bladet.
Men Johan Dahl vil einki siga við Ekstra Bladet.
»Landsstyremanden takker for din henvendelse. Han ønsker ikke at kommentere en anmeldelse til Bagmandspolitet«, stendur í telduposti, sum skrivarin hjá Johan Dahl hevur sent Ekstrablaðnum, sum tó váttar, at í 2009 vóru trupulleikar millum stjóra og stýri í Vinnumálargrunninum.
– Málið varð viðgjørt á embætismannastigi, tí at landsstýrismaðurin ikki ynskti at verða beinleiðis blandaður upp í viðgerðina, sum tað stendur.
Heldur ikki løgmaður hevur nakað at siga til, at hann er meldaður fyri tilvitað at dekka yvir korruptión.
– Eg vil halda, at tað er skilabest, at tú vendir tær til landsstýrismanni í vinnumálum, sigur løgmaður í brævi til Ekstrablaðnum.
Lesið eisini: Løgmaður og Johan Dahl meldaðir fyri korruptión