Ringa støðan á Sandoy Seafood

Ja, eg siti og hyggi oman á flakavirkið við sorg í hjarta. Við spurninginum, hví er virkið stongt?

Eg havi lagt til merkis, at stóru alifyritøkurnar ella uppisjóvarreiðarir hava rætt eina hond til virkir á teimum plássum, har teir eru slopnir at brúka firðir o.a.

Tí fari eg at venda mær til landsins myndugleikar, løgmann, Høgna Hoydal og Poul Michelsen.

Var virkið í Skopun ikki partur av aliloyvinum á Sandsvág? Um ikki, so havi eg misskilt okkurt.

Eg hoyrdi Bjarna Hammer harmast um, at virkið í Skopun var stongt. Samstundis førdi hann fram, at hann hevði barst fyri, at fiskurin ikki fór óvirkaður av landinum, sendir til lond har fólkið fær eina lítla løn.

Í vár, tá eg var inni sum løgtingsmaður, førdi eg somu sjónarmið fram, fiskur fór av landinum, og til dømis virkið í Skopun bløddi út.

Hetta kann hoyrast á logting.fo.

Eg minnist, at Bjarni Hammer bað um orðið og tók undir við mær. Men Bjarni, tá tú var varur við trupulleikan alt 4 ára skeiðið, hví hevur tú einki gjørt nakað við hetta, tað er ikki gott nokk.

Á sama tingfundi tosaði eg við Høgna Hoydal, eisini hann tók undir við mær, men hví er einki gjørt.

At einki skuldi falla til Skopunar av menningarkvotuni er heilt ótruligt.

Virkið í Skopun hevur tikið ímóti fiski í 51 ár, eigur eitt sovorði virkið ikki rætt til ráðvøru?

Ella ein bygd, sum hevur livað av fiski í út við 190 ár, hevur hon ikki rætt til nakað av rávøru?.

Gevið virkinum í Skopun nakað av botnfiski, so fólkið í Sandoynni sleppur til arbeiðis aftur.

Ella er tað meira umráðandi at lóggeva, so týskarir kunnu fáa loyvi at fiska lógliga í Føroyum.

Í øllum førðum verður tosað meira um tað.

So teir fáa onga bót fyri at hava brotið lógina og fiska ólógliga, men teir fáa nokk bót fyri ikki at hava spann í bátinum.