Síðani fyrst í 1990’unum hevur Eyðfinnur Jacobsen verið nevndarformaður á Sosialinum. Hann hevur saman við dagligu leiðsluni og starvsfólkunum verið ígjøgnum nógvu broytingarnar í miðlaheiminum og á fyritøkuni hesi góð 25 árini.
Tøkniliga menningin seinastu 20 árini hevur endavent samfelagið og miðlar. Avbjóðingarnar hava stundum verið stórar og hava kravt týðandi avgerðir.
- Tað er hent nógv, og stundum hava broytingarnar verið stórar og skjótar, og hetta hevur eisini verið ein orsøk til, at eg havi eg hildið á øll hesi árini. Tað hevur verið sera spennandi at verið nevndarformaður. Broytingartíðir seta krøv til umstilling og tillaging, og tað hava Sosialurin og Miðlahúsið megnað serstakliga væl, heldur Eyðfinnur Jacobsen.
Nevndarformaðurin fegnast um, at leiðslan á Sosialinum hevur verið rættiliga støðug í nógv ár. Fyrstu nógvu árini var Jan Müller blaðstjóri. Seinni komu Eirikur Lindenskov og Jonhard Hammer við í leiðsluna, og teir tóku síðani við, tá ið Jan Müller gavst.
- Tað hevur verið avgerandi fyri gongdina, at vit hava havt eina kontinuerliga leiðslu, sum hevur verið sera íðin og dugnalig. Fleiri starvsfólk hava eisini verið við í nógv ár og hava gjørt eitt stórt arbeiði. Eg havi upplivað, hvussu eldhugað starvsfólkini hava verið, og tey hava gingið sera høgt upp í sítt arbeiði, sigur Eyðfinn Jacobsen.
- Tað er í grundini væl klárað, at Sosialurin nú kann halda 90 ára føðingardag og er útkomin uttan steðg síðani 1927. Tað er bara at hyggja eftir, hvussu tað hevur gingist føroyskum bløðum annars.
Nevndarformaðurin heldur, at Miðlahúsið við Sosialinum sum einum av miðlapallunum er til reiðar at møta framtíðini.
- Raksturin gongur hampuliga væl, hóast tað onkuntíð hevur gingið betri, enn tað ger nú. Fyritøkan livir væl, og henni er lív lagað. Miðlahúsið kemur at menna seg komandi árini, og vit vita av royndum, at leiðsla og starvsfólk duga at tillaga seg nýggjar tíðir og broyttar umstøður. Tað hevur verið styrkin øll árini og fer eisini at grundarlagið undir virkseminum frameftir, sigur Eyðfinnur Jacobsen.