hevur produserað ? eitt nú útvarpsfløgurnar, Skeyk og Síðsta Skríggj. Jákup bílagt Remi Hesaferð er tað so Jákup Zachariassen, ið hevur fingið norska trummuspælaran hendavegin. ? Vit eru í gongd við trý ymisk [...] ymisk projekt, og tá tað skuldi arbeiðast skjótt og gott, so settu vit okkum í samband við Remi. Og norski trummuleikarin hevur arbeitt sera skjótt. Longu fyrsta dagin hevði hann spælt inn allar trummurnar [...] spentur upp á, er ein komandi fløga við brit-popp-bólkinum Mad Day Out. Hetta er ein nýggjur bólkur, og vit hava júst fingið ein plátusáttmála. Ætlanin er at fløgan skal koma út í summar. Lurtar eftir Van Halen
læra málið og gerast partur av føroyska samfelagnum. Við loyvi fara vit aðrastaðni at prenta rørandi røðuna í fullum líki. Eisini fara vit at prenta røðuna, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, bar fram á samkomuni [...] og dagurin í dag er søguligur, tí á fyrsta sinni hava tveir næmingar lokið alla útbúgvingina. Teir eru Murat Aba úr Turkalandi og Fernando Troleis úr Brasil. Fyri hetta avrik fingu teir serliga gávu handaða [...] øllum næmingunum hjartaliga tillukku við próvnum og alt tað besta framyvir. Tórshavnar Kvøldskúli letur nú stafettina víðari, og verður tað Undirvísingarstýrið, sum fer at umsita málsøkið. Við hesum takkar
- Vit í samgonguni eru samd um at í 2008 verða fyrstu stigini tikin til ein tunnil til Tjørnuvíkar! Heðin Zachariasen er ikki eina løtu í iva um tann týdning, sum gott ferðasamband hevur fyri eina slíka [...] løgtingum. Greinarøðin endar Hesa seinastu vikuna hava vit víst á umstøðurnar hjá íbúgvunum í Tjørnuvík, tá talan er um vegasamband við umheimin. Vit hava tosið við bygdarfólkið, hava hoyrt hvat politikkararnir [...] upphædd til hetta arbeiðið. Men samgongan hevur aðrar ætlanir á hesi leiðini. Sambært Heðini Zachariasen eru teir tríggir flokkarnir í samgonguni samdir um, at ein skal bæði raðfesta og játta 10 mió. kr. til
ikki førleikagevandi arbeiði, um ikki, økini eru savnað, styrkt og hava nútíðar fasilitetir. Hesi seta krøv til trivna. Vit, sum sendu brævið til løgmann eru greiðir yvir, at um hetta mál ikki verður framt [...] kemur at hava stóran týdning fyri mong pláss í Føroyum t.d. Eysturoynna, Hvannasund og Klaksvík og vit hoyrdu fyri kortum, at Fiskavirking fer undir átak í Havnini ið gevur útróðrarmonnum betri sømdir. [...] at neyðugt er eisini við øðrum víðfevndum tænastu-tættum, um økini skulu hava lívið lagað. Skulu vit menna økini er neyðugt við meiri víðskygni, tí komandi ættarliðið, bæði her heima og sum hevur nomið
fyri eina evru. Nú mánadagin gav ein evra ikki minni enn 1,3257 $, ella uppá eina viku gott 1,5 % meira. Tað sær so út, at henda gongdin kemur at halda fram eina tíð. Og orsøkina skulu vit finna í nøkrum [...] Føroyskar útflutningsfyritøkur skulu ikki vænta nakra hjálp frá einum sterkari dollara í bræði. Vit frættu í vikuni at Fiskavirking, sum hevði eitt stórt hall seinasta ár, eisini hevði trupulleikar av [...] nøkrum løgnum, ikki haldgóðum viðurskiftum í amerikanska búskapinum, sum vit hava umtalað nakrar ferðir: Stórt hall bæði á handilsjavnanum og á landshúsarhaldinum. Fara tjóðbankar at selja dollar-grunnarnar
Politiskt spæl Tað er eingin loyna, at tá slíkar atkvøðugreiðslur eru, hevur taktiska spælið og medvitið nógv at siga. Mangar avtalur eru tryggjaðar, tá atkvøður verða seldar fyri ávís mál, og tí hevur tað [...] føroyska landsliðnum í Fraklandi og Ísrael. - Tað fáa vit at síggja. Okkara atvøða verður so ikki avgreidd, fyrr enn á aðalfundinum. Men tað er púra klárt, at vit mugu royna at taka ta avgerð, sum tænir føroyskum [...] eingin avgerð tikin, hvussu føroyska atkvøðan fellur, tá forsetaval er á skránni í komandi viku. - Vit plaga at ikki at úttala okkum alment um hetta áðrenn atkvøðugreiðsluna, og tað ætli eg mær so heldur
til størri tolsemi og virðing ikki bert í politikki men eisini manna millum.Hann hevur mælt til, at vit nú fara at byggja brýr millum føroyingar heldur enn at dýpa tær gjáir, sum tað harða politiska veðurlagið [...] boðskapinum frá formanni Javnaðarflokksins gætur, so at vit eftir valið fáa eina arbeiðsføra stjórn og eitt betri politiskt veðurlag í Føroyum. Vit hava øll brúk fyri stabilieti og støðugum politiskum v [...] har tey fáa hjálp og røkt, sum er á støði við tað besta í okkara grannalondum. Í tí góða samfelagnum eru rættartrygd og persónligt frælsi, solidaritetur og sosialt rættvísi, góð barnakor, útbúgving, mentan
sum eitt nú danska almannaverkið. Hans Pauli Strøm vísir á, at føroyska forsorgarveitingin stendur fult í mát við veitingarnar í øðrum Norðanlondum, men trupulleikin hjá einligu mammunum eru høgu útreiðslurnar [...] ikki endarnar at røkka saman. Síðan februar mánað hevur Javnaðarflokkurin umsitið almannaøkið, og vit hava tí spurt landsstýrismannin, Hans Paula Strøm, um hvørji átøk, hann ætlar at gera fyri einligu [...] útreiðslurnar. -Ein høvuðstrupulleiki er eisini, at vit løtuni ikki hava nakrar sonevndar endurgjaldsskipanir, sum øll okkara grannalond hava. Her hugsi eg um bústaðartrygging(boligsikring, blðm), familju
land. Hvat vilja vit siga við hesum? Hetta vísir, at vit føroyingar eru herviligir at fylgja einum ráki, ið ikki altíð er líka vælfunderað. Tað vísir seg, at er rákið sterkt ein veg, so eru tey fá, ið alment [...] ið alment tordu at halda fast um tað skilagóða í ætlanini, hóast ráðini ikki vóru til tess júst tá. Nú 10 ár seinni finnur man ongan, ið heldur, at undirsjóvartunnilin er eitt ørvitisprojekt, hóast nógv [...] føra ein fjølbroyttan dialog um mál, heldur enn at hoppa uppá eitt ?alt ella einki? rák.Hetta kenna vit eisini frá fullveldismálinum. Ongastaðni er felagsnevnarin lægri millum føroyingar, enn tá tað ræður
fólkaskúlanum. - Undirtøkan fyri hesum skeiðinum var so stór, at vit avgjørdu, at vit máttu taka evni uppaftur seinni, og tað er tað, sum vit gera nú, sigur Jancy Gaardlykke. Umframt skeiðini verður eisini ein [...] fólk við tilknýti til fólkaskúlan fara komandi tíðina at leita sær góð ráð og vegleiðing um børn, sum eru í sorg. Tað er Føroya Felag móti Krabbameini í samstarvi við Landsmiðstøðina fyri Undirvísingaramboð [...] eyga, at hjálpa skúlunum at seta í verk eina skipan, sum kann fjálga um og taka sær av børnum, sum eru í sorg, siga Jancy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystur hjá Føroya Felag móti Krabbameini. - Lærarar