Óli bíðar við atkvøðuni

Danir hava longu nú meldað út, at teir ikki stuðla svenska Lennart Johansen, tá UEFA-forsetin skal veljast um góða viku. Í FSF er støða enn ikki tikin til, hvønn veg atkvøðan fer

Fótbóltur

Lennart Johansen hevur øll altjóða árini hjá føroyskum fótbólti verið UEFA-forseti, og í fleiri umførum prógvaði hann eisini, at hann legði nógv í sjónarmiðini hjá smátjóðunum í samgonguni. Tí hava Føroyar eisini atkvøtt fyri stóra svianum, tá hesin hevur staðið fyri valið, men enn er eingin avgerð tikin, hvussu føroyska atkvøðan fellur, tá forsetaval er á skránni í komandi viku.
- Vit plaga at ikki at úttala okkum alment um hetta áðrenn atkvøðugreiðsluna, og tað ætli eg mær so heldur ikki at gera hesaferð, sigur Óli Holm, FSF-forseti.

Politiskt spæl
Tað er eingin loyna, at tá slíkar atkvøðugreiðslur eru, hevur taktiska spælið og medvitið nógv at siga. Mangar avtalur eru tryggjaðar, tá atkvøður verða seldar fyri ávís mál, og tí hevur tað ivaleyst stóran týdning fyri FSF, at tey velja rætta hestin í spælinum.
Og tað kann sjálvandi bera við sær, at ein avgerð skal takast millum loyalitetin mótvegis gamla forsetanum, ella um eina framtíð við Michel Platini á odda fyri europiskum fótbólti. Tí hóast Lennart mangan hevur verið Føroyum ein hollur stuðul, so kann væl verða, at Platini er favorittur at vinna atkvøðugreiðsluna. Ikki minst tí aldurin nú er farin at tyngja 77 ára gamla Johanson. Valskeiðið sum UEFA-forseti er fimm ár, og spurningurin er tí, hvørt nóg nógvur dynamikkur fylgir við einum forseta, sum verður 82 í sínum seinasta valskeiði. Hetta um sviin fær flestu atkvøðurnar sjálvandi.
Fraklendingurin, sum jú er eitt av størstu europisku fótbóltsnøvnunum nakrantíð, hevur longu verið á sjarmuvitjan í Føroyum. Endamálið var heilt greitt at fáa Føroyar at stuðla sínum kandidaturi. Nakað sum fraklendingurin eisini royndi, tá hann tosaði við FSF-umboð við útidystir hjá føroyska landsliðnum í Fraklandi og Ísrael.
- Tað fáa vit at síggja. Okkara atvøða verður so ikki avgreidd, fyrr enn á aðalfundinum. Men tað er púra klárt, at vit mugu royna at taka ta avgerð, sum tænir føroyskum fótbólti best, sigur Óli.

Danir velja franskt
Í DBU hava tey longu kunngjørt, at tey stuðla Platini. Ein avgerð, sum fyri fyrstu ferð sendir donsku atkvøðuna ímóti Lennart Johansen.
- Tað er okkara fatan, at Platini hevur spælt við púra opnum kortum allan vegin. Og hinvegin hava útmeldingar og gerðir frá Lennart Johansson ikki livað upp til ætlaða UEFA-málið um gjøgnumskygni, sigur DBU-forsetin, Allan Hansen.
Allan Hansen sigur víðari, at hann hevur havt fleiri fundir við Platini seinastu tvey árini, og at hann á hesum hevur fingið eina mynd av teimum ætlanum og visjónum, sum fraklendingurin hevur fyri europiskan fótbólt.
Tað er ein einmælt starvsnevnd í DBU, sum stuðlar Platini.