Formaður Javnaðarflokksins hevur í valstríðnum støðugt víst á nøkur grundleggjandi viðurskifti og á nakrar avgerandi fortreytir fyri at komast kann burtur úr tí politisku naggatódn, sum hevur eyðkent almenna lívið seinastu árini. Formaðurin hevur víst á, at Javnaðarflokkuirn hevur tað góða samfelagið sum mál. Javnaðarflokkurin raðfestir tí tað góða samfelagið fram um alt annað. Ì øðrum lagi merkir hetta, at í tí góða samfelagum er tjóðskaparliga semjan um sjálvstýri Føroya eitt virðiligt og sjálvsagt mál. Tann breiða tjóðskaparliga semjan um einar sjálvstøðugar Føroyar innan ríkisfelagsskapin skal tryggja okkum orku og arbeiðsfrið til at byggja tað góða samfelagið.
Tað góða samfelagið er samfelagið fyri øll og ikki bert fyri tey fáu. Tað góða samfelagið er eitt samfelag, har eldri og gomul verða viðfarin við sóma og virðing, har tey fáa hjálp og røkt, sum er á støði við tað besta í okkara grannalondum. Í tí góða samfelagnum eru rættartrygd og persónligt frælsi, solidaritetur og sosialt rættvísi, góð barnakor, útbúgving, mentan og list, góður bústaður sjálvsøgd og høgt raðfest mannarættindi.
So mikið um tann ítøkiliga politiska boðskapin. Men formaður Javnaðarfloksins hevur eisini staðiliga mælt til, at tað kemur eitt annað lag á føroyskan politikk. Hann hevur víst á, hvussu skaðiligt tað vánaliga arbeiðslagið er, og hann hevur somuleiðis víst á tørvin av eini betri politiskari atmosferu í Føroyum. Í hesum viðfeingi hevur formaður Javnaðarfloksins undirstrikað týdningin av breiðum semjum um ávísar stórar politiskar spurningar t.d. sjálvstýrismálið, pensiónsmálið, fiskivinnupolitikkin og familjupolitikkin. Í framhaldi av hesum hevur Jóannes Eidesgaard mælt til størri sínamillum virðing hjá politiskum mótstøðufólkum fyri sjónarmiðunum hjá hvørjum øðrum. Hann hevur somuleiðis mælt til at leggja gamalt agg, har slíkt finst, burtur og hann hevur mælt sínum politisku starvsfeløgum í øðrum flokkum til saman við sær at vaska talvuna reina og at byrja av nýggjum. Hann hevur mælt til størri tolsemi og virðing ikki bert í politikki men eisini manna millum.Hann hevur mælt til, at vit nú fara at byggja brýr millum føroyingar heldur enn at dýpa tær gjáir, sum tað harða politiska veðurlagið hesi seks árini hevur elvt til.
Vónandi fara flokkar og veljarar at geva boðskapinum frá formanni Javnaðarflokksins gætur, so at vit eftir valið fáa eina arbeiðsføra stjórn og eitt betri politiskt veðurlag í Føroyum. Vit hava øll brúk fyri stabilieti og støðugum politiskum viðurskiftum. Latið okkum tí seta virðingina fyri hvørjum øðrum aftur í hásæti og við henni geva tí góða orðinum, tí góða dialoginum og tí góða samstarvinum veruligt innihald. Hesi eru fortreytin fyri góðum úrslitum.