- Vit í samgonguni eru samd um at í 2008 verða fyrstu stigini tikin til ein tunnil til Tjørnuvíkar!
Heðin Zachariasen er ikki eina løtu í iva um tann týdning, sum gott ferðasamband hevur fyri eina slíka bygd.
Tjørnuvík er partur av kommununi sum hann varar av sum borgarstjóri, og haraftrat er hann løgtingsmaður fyri Norðstreymoy.
- Fyri mær er eingin ivi um at skal nøkur framtíð vera í bygdini, er avgerandi neyðugt við einum tunli, slær hann fast.
Hóast tjørnuvíkingar hava mett - og framvegis meta - at neyðugt er við eini slíkari loysn, so mugu teir kortini brynja seg toli eina tíð aftrat.
Komandi ár verður so einki gjørt við nakran tunnil. Men í 2008 lovar Heðin at nakað ítøkiligt fer at henda og sum verður til bata fyri samferðsluna hjá bygdarfólkinum.
Brúgv og vegur
Í løtuni verður arbeitt við prosjekteringini uppá eina aðra ætlan í sama øki, og sum eisini verður til bata fyri tjørnuvíkingar.
Her er talan um at gera eina brúgv um Fossá, sum liggur millum Haldórsvík og Langasand.
Hetta prosjektið verður eftir ætlan liðugt um einar 14 dagar ella so, og síðani skal arbeiðið bjóðast út til komandi ár.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár er avsett ein upphædd til hetta arbeiðið. Men samgongan hevur aðrar ætlanir á hesi leiðini.
Sambært Heðini Zachariasen eru teir tríggir flokkarnir í samgonguni samdir um, at ein skal bæði raðfesta og játta 10 mió. kr. til tunnilsgerð til Tjørnuvíkar í 2008!
Hetta er tó bert ein partur av eini langtíðarætlan at betra uppaftur meiri um vegastrekkið frá Langasandi og norður til Tjørnuvíkar.
Óloysandi saman
Eitt annað mál í hesum økinum, sum eisini rópar eftir eini loysn, er sjálvt vegastrekkið millum Haldórsvík og Langasand.
Tosað hevur verið um, hvussu neyðugt tað er at breiðka henda vegin. Og nú er líkt til at hetta arbeiðið eisini fer at verða gjørt í framtíðini.
- Fyri mær er eingin ivi um, at tunnilin til Tjørnuvíkar og breiðkingin av vegnum hoyra óloysandi saman.
- Við tunnilsgerðini fær ein nógv grót, og hetta grótið eigur at verða brúkt til at breiðka hetta vegastrekkið. Á henda hátt fær ein loyst tvey mál í einum, sigur Heðin Zachariasen, sum eisini er limur í vinnunevndini í løgtingum.
Greinarøðin endar
Hesa seinastu vikuna hava vit víst á umstøðurnar hjá íbúgvunum í Tjørnuvík, tá talan er um vegasamband við umheimin.
Vit hava tosið við bygdarfólkið, hava hoyrt hvat politikkararnir siga, og hvat økisformaðurin hjá Landsverki sigur. Í dag fær borgarstjórin í kommununi seinasta orðið.
Hevur tú viðmerkingar til málið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sosialin.










