fram at spæla, men tá ið teir fyrireikaðu seg til kappingarárið í fjør, varð staðfest, at krossbandið var farið. Nú hevur Høgni í langa tíð vant fyri at koma fyri seg aftur, og í dag er hann tøkur at spæla [...] Fyri einari viku síðani – páskaaftan – endurvann Høgni Egilstoft Nielsen FM heitið í talvi fyri einstaklingar. Fyrr í vár var hann við til at vinna FM í talvi fyri lið. Liðið er Sandavágs Talvfelag. Nú [...] i, sum tey vóru tað í fjør. Nú hava Jonas Dal Andersen og hansara menn havt góða tíð at fyrireika seg. Serliga væl kemur tað við, at verjukendi miðvallarin Heðin Hansen er tøkur aftur, eftir at hann tvær
leiðari fyri Islamaskan stat, deyður sum 48 ára gamal" stóð at lesa í fyrstu yvirskriftini, ið Washington Post skrivaði um al-Baghdadi. Washington Post varð sum vera man fyri sterkum atfinningum fyri at skriva [...] stóð á odda fyri Islamskum stati frá 2010 og fram til deyða hansara í gjár. Undir leiðsluni hjá al-Baghdadi megnaði Islamskur statur at leggja stórar partar av Sýrialandi og Irak undir seg, og yvirgan [...] Sambært altjóða miðlum sprongdi al-Baghdadi seg sjálvan og trý av børnum sínum í luftina við einum sjálvmorðsvesti, tá servandir amerikanskir hermenn høvdu tikið seg inn í skjól hansara í Sýrialandi.
røktarheimi. Samstundis verður heitt á tey vitjandi um at lata seg kanna fyri koronu við jøvnum millumbili, og eisini verður heitt á tey um at lata seg kanna, áðrenn tey fyrstu ferð fara á eitt ellis- ella røktarheim [...] eftir stuttari tíð, og greiða var ikki á hvussu smittan breiddi seg. Í samráð við heilsufakligu myndugleikarnar varð avgerð tí tikin um alt fyri eitt at fremja hesi tiltøk, fyribils í tvær vikur, sigur Ko [...] august vórðu munandi avmarkingar gjørdar á eldraøkinum. Heimini vórðu við stuttum skotbrái stongd fyri vitjanum, og aðrar tænastur til búfólk og heimabúgvandi vórðu munandi skerdar. Orsøkin var, at nógvir
Eg haldi, at tað hevur ordiliga sett seg hjá næmingunum, táið offur fyri rúsdrekkakoyring og høpisleysum ferðsluvanlukkum, eru komin á skúlan at greiða frá. Ráðið fyri ferðslutrygd tók fult undir við, at [...] Tað hevur elvt til, at tað loysir seg als ikki at spekulera í, hvussu nógv mann tolir at drekka og kortini vera koyriførur. Áður var var ikki óvanligt, at fólk roknaðu seg fram til, hvussu nógv tey toldu [...] endamál, sum Ráðið fyr ferðslutrygd arbeiðir fram ímóti. Og Sølvi Reinert Hansen, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, heldur, at rákið gongur nú tann vegin. - Tá ið vit eru komin hartil, er rættiliga nógv
landsstýrismaður í vinnumálum, har arbeiðið í stóran mun snýr seg um at skapa karmar fyri vinnu av ymsum slagi og skapa best møguligar karmar fyri vinnuna, soleiðis at hon kann skapa møguliga virðisøking. [...] grein, og sum nú eisini rættiliga er farin at gera seg galdandi á altjóða pallinum. - Umframt at vísa góð úrslit, hevur vinnan tikið upp á seg og er før fyri at hugsa strategiskt, eitt nú tá ræður um kynbøtur [...] Millum vinnugreinarnar, eg havi við at gera, er alingin. Hendan vinnugrein hevur staðið fyri einari av størstu sólksinssøgunum í føroyskari vinnusøgu yvirhøvur. Landsstýrismaðurin segði, at við alivinnuni
við 36 stigum fyri seks dystir, 19,9 eygu í meðal, Tvøroyrar Billardfelag er nr. 2 við 24 stigum, 14,3 eygum í meðal fyri fimm dystir, Mimir er nr. 3 við 18 stigum, 17,0 eygum í meðal fyri tríggjar dystir [...] dystirnar. Fyrst legði Mimir seg á odda, síðani kom Klaksvíkar Klubbi 1 stormandi, síðani gjørdu tvøramenn eitt rættuligt hál, og nú hava veteranarnir úr Klaksvík aftur lagt seg fremst. Men enn kann kortini [...] Havnar Klubbi er nr. 4 við 12 stigum, 12,9 eygum í meðal fyri fýra dystir og aftast er Klaksvíkar Billardfelag 2 við 6 stigum, 9,4 eygum í meðal fyri seks dystir. Hetta vikuskiftið vitjar Mimir á Tvøroyri
Mikladal, var eg imponeraður av tí, sum gongur fyri seg í føroyskum fótbólti. Ambitiónirnar og viljin hjá teimum at flyta føroyskan fótbólt tosa fyri seg, og tað er mín vón, at eg kann vera við til at [...] t. Men samstundis læt Brian Kerr ongan iva vera um, at hann er komin til Føroya fyri at fáa úrslit. - Fótbóltur snýr seg um úrslit, men í altjóða høpi eru tey ikki løtt at fáa. Eg eru varugur við tað góða [...] trupult við at fáa ein sigur til høldar. Nýggi føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, staðfesti alt fyri eitt mánamorgunin, at hann er ovurfegin um nýggja starvið, sum hann nú hevur fingið. Úrslitini telja
um Showmenn. Men eisini hevur hann alla tíðina víst seg á egnum beinum sum troubadour. Hann hevur í eina tíð havt egnan bólk aftan fyri seg, og fyri stuttum kom so fyrsta fløga hansara undir egnum navni [...] er dugnaligur og væl umtóktur, og hevur sum elektrikkari skil fyri útgerðini, eins væl og tónlekinum. At hann er dugnaligur fekst prógv fyri í 2008, tá hann vann danska meistaraheitið innan mobildiskotek [...] afturat, og tey eru Jens Marni Hansen og DJ Flemse. Jóansøkufestivalurin er stuðulskonsert til frama fyri at gera saltsiloina á Drelnesi til norðurlenskt mentanarhús. Tískil er luttarkaralistin á tremur við
Leygardagin 15. des verður, fyri aðru ferð síðani Undirbeat byrjaði á sumri í ár, serútvaldur útlendskur DJ bjóðaður fram Hetta fyri at vísa Føroya elektro-ættarliði, hvat DJing snýr seg um. Ein DJ við rúgvusmiklum [...] sma, sansur fyri rútmu og dugnaskapur handan tvinnar plátuspælarar. DJ Lab (Anders Brøndum) byrjaði sum DJ fyrst í 90unum, tá hann legði dent á hip hop og góð grooves. Hann hevur ment seg nógv við árunum [...] miðvísa arbeiðnum farin at gera um seg. M.a er útgávusáttmáli fingin við kenda plátufelagið Echocord ? og fleiri útgávur eru ávegis. Á Undirbeat skrúva r DJ Lab upp fyri eini megnar dansiveitslu. Føroyski
ferðini hjá bilum. Saman skapa hesi átøkini betri og tryggari umstøður fyri fólk til gongu og á súkklu. Henda málbólkin kalla vit eisini fyri "ábær ferðsla". Arbeiðið er í gongd og verður skjótt liðugt, og verður [...] eru mótkoyrandi bilar, skulu bilarnir halda seg mitt á vegnum innanfyri kantstrikurnar. Kemur mótkoyrandi ferðsla, kunnu bilarnir fara um brotnu kantstrikuna fyri at sleppa fram við hvørjum øðrum. Tann koyrandi [...] vegjaðaranum, og neyðugt er at koyra hareftir. Eins og á vanligum landsvegi skal bilførarin halda seg aftan fyri fólk til gongu og á súkklu, um tað ikki er møguligt at fara fram við einum mótkoyrandi. Hetta