- Málið er, at Føroyar skulu verða millum fremstu ali-og matvøruframleiðslutjóðir í heiminum, tá ræður um dygd og avkast, segði Jóhan Dahl, tá hann setti aliráðstevnuna. Tað var Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum setti aliráðstevnuna í morgun.
- Eg eri so ómetaliga heppin at vera landsstýrismaður í vinnumálum, har arbeiðið í stóran mun snýr seg um at skapa karmar fyri vinnu av ymsum slagi og skapa best møguligar karmar fyri vinnuna, soleiðis at hon kann skapa møguliga virðisøking. Millum vinnugreinarnar, eg havi við at gera, er alingin. Hendan vinnugrein hevur staðið fyri einari av størstu sólksinssøgunum í føroyskari vinnusøgu yvirhøvur.
Landsstýrismaðurin segði, at við alivinnuni hevur hann við eina vinnu at gera, sum hevur millum tey bestu lyklatølini í heiminum innan sína grein, og sum nú eisini rættiliga er farin at gera seg galdandi á altjóða pallinum.
- Umframt at vísa góð úrslit, hevur vinnan tikið upp á seg og er før fyri at hugsa strategiskt, eitt nú tá ræður um kynbøtur, vernd móti sjúkum, kvalitet, branding og marknaðarføring av føroyskum laksi.
Jóhan Dahl helt, at alt hetta hóskar væl saman við visjónini í alipolitikkinum, ið er, at alivinnan er búskaparliga, umhvørvisliga og lívfrøðiliga burðardygg og skapar avkast í fríari, altjóða kapping.
- Málið, sum vit síggja fyri okkum, er, at Føroyar skulu verða millum fremstu ali-og matvøruframleiðslutjóðir í heiminum, tá ræður um dygd og avkast. Tað er har, vit eru komin. Hetta vísa hagtøl og analysur, og Gullested-frágreiðingin peikar júst á føroyska aling og regluverk sum fyrimynd hjá heimsins stóru alitjóðum, segði hann, tá hann setti aliráðstevnuna í morgun.