Fótbóltur
- Frá teirri løtu, at eg av fyrstan tíð tosaði við Høgna í Stórustovu og Ísak Mikladal, var eg imponeraður av tí, sum gongur fyri seg í føroyskum fótbólti. Ambitiónirnar og viljin hjá teimum at flyta føroyskan fótbólt tosa fyri seg, og tað er mín vón, at eg kann vera við til at røkka hesum málum.
- Eg havi eisini sjálvur upplivað, hvussu nógv føroyska fólkið leggur í fótbóltin. Eg var her sum venjari hjá Írlandi, og ta ferðina høvdu vit sera trupult við at fáa ein sigur til høldar.
Nýggi føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, staðfesti alt fyri eitt mánamorgunin, at hann er ovurfegin um nýggja starvið, sum hann nú hevur fingið.
Úrslitini telja
Eitt er at byrja slíka móttøku við at rósa nýggju arbeiðsgevarum sínum. Hetta sorterar kanska bara undir vanliga fólkaligheit. Men samstundis læt Brian Kerr ongan iva vera um, at hann er komin til Føroya fyri at fáa úrslit.
- Fótbóltur snýr seg um úrslit, men í altjóða høpi eru tey ikki løtt at fáa. Eg eru varugur við tað góða arbeiðið, sum Jógvan Martin Olsen, Allan Simonsen og Henrik Larsen longu hava gjørt, og mítt mál er at betra um tey úrslitini, sum eru komin.
- Tað kann væl vera, at tað verður trupult í einum bólki, sum telur londu sum Serbia, Frakland og Rumenia. Men tit hava longu fingið eitt fantastiska gott úrslit móti Eysturríki, og sjálvur dámar mær leiklutin sum underdogs. Tað merkir, at vit skulu stríðast fyri okkara møguleika, og hesum havi eg einki ímóti, staðfesti Brian Kerr millum annað, tá hann í gjár hevði sett sína undirskrift á sáttmálan við FSF.