Meistarin verður á Tórsvølli

HB skal í dag royna at reisa seg á heimavølli eftir javnleik í grannauppgerð og tap í Sarpugerði

Fyri einari viku síðani – páskaaftan – endurvann Høgni Egilstoft Nielsen FM heitið í talvi fyri einstaklingar. Fyrr í vár var hann við til at vinna FM í talvi fyri lið. Liðið er Sandavágs Talvfelag.

Nú hevur Høgni fokus á fótbóltinum. Teir í 07 Vestur hava í eitt ár saknað Høgna, sum var liðformaður, tá ið hann varð skaddur. Síðani í august í 2019 hevur hann ikki verið fullbyrgur. Tá varð hann skaddur í knænum. Hann royndi at halda fram at spæla, men tá ið teir fyrireikaðu seg til kappingarárið í fjør, varð staðfest, at krossbandið var farið. Nú hevur Høgni í langa tíð vant fyri at koma fyri seg aftur, og í dag er hann tøkur at spæla.

Hjá Heðini Askham og 07 Vestur kemur tað væl við, at stríðsmaðurin á miðvøllinum er tøkur aftur, og at miðverjin Dann Fróðason er við aftur, eftir at hann síðst var leikbannaður.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli, har HB verður vertur, verður klokkan 17.

Higartil hava leikligu avrikini hjá greipuvinnarunum í HB ikki verið so sannførandi, sum tey vóru tað í fjør. Nú hava Jonas Dal Andersen og hansara menn havt góða tíð at fyrireika seg. Serliga væl kemur tað við, at verjukendi miðvallarin Heðin Hansen er tøkur aftur, eftir at hann tvær tær seinastu ferðirnar ikki hevur verið við, tí hann hevur verið lærskaddur.

Pætur J. Petersen, sum hevur verið skaddur higartil í ár, var í gjár á næstbesta liðnum. Tað vóru Samuel Johansen Chukwudi og Michal Przybylski eisini, og í seinna hálvleiki avloysti Stefan Radosavljevic Michal.

Sunday Odeh er framvegis ikki tøkur. Tað verður framvegis bíðað eftir arbeiðsloyvinum.